Føroya kunngerðasavn A og B - 25.01.1957, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 25.01.1957, Blaðsíða 1
FØROYA KUNNGERÐARSAVN 1957. Nr. 1-6. \\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\\^^ Nr. 1. 1. januar. KUNNGERÐ viðvíkjandi útvarpsólióði Sambært fyribils kunneerð nr. 40 frá 27. november 1940 og vísandi til løgtingslóg nr. 23, 28. marts 1956, um útvarp, § 7, er tað skylda hjá eigara ella brúk- ara av el-leidningum ella tólum. ið gera óljóð og skapa trupul- leikar fyri móttøku av útvarps- sending, at gera tørvandi fyri- skipanir at byrgja fyri tílíkum (t. d. við kondensatcrum. -p?l- um ella umlegging av leidning- um o. a.). Álagt verður tí, har tað er neyðugt, at gera nevndu fyri- skipanir, nú Útvarp Føroya verður sett á stovn. Eftirlit útvarpsins, ið telefon- verkið fær í hendi, verður skip- að og vil, har tað eftir kann- ingum fyrikemur, at tól o. a. gera óljóð. vísa á, hvussu óljóð kann doyvast. Eigarin ella brúkarin av tílík- um tólum hevur skyldu at fyl- gja boðum eftirlitsins. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstvri, 5. januar 1957. Edw. Mitens, landsstýrismaður. J. Djurhuus. Nr. 2. 5. januar. KUNNGERD um tíma- og daspening á tænastuferð og við útstøðu Smbrt. § 13, 2. stk. í logtings- lóg nr. 16, 28. marts 1949, um løn tænastumanna landsins verður ásett fylgjandi: § 1. Stk. 1. Á tænastuferð ella við útstøðu, ið ger, at tænastumað- ur ferðast longur enn 4 km frá tænastustaðnum, verður veitt tíma- og dagpeningur, herundir náttviðbót. Vanligt verður ikki latið tima- og dagpeningur inn- an fyri somu kommunu. Stk. 2. Tænastustaðið er, um ikki annað er ásett. arbeiðsstað- ið, ið verður ávíst tænastu- manninurn (skrivstova, tollbúð, útskiftingarbygd o.s.fr.) soleiðis, at markið 4 km verður roknað haðani. Stk. 3. Dagpeningur verður rok- naður fyri hvørt samdøgur, ávarðandi er burturstaddur. Fyri part av samdøgri verður rokn- aður tímapeningur fyri hvønn byrjaðan tíma, tó ikki út yvir dagpening fyri eitt samdøgur. Stk. 4. Náttviðbót verður veitt fyri at vera nátt yvir uttan fyri tænastustaðiO, um ikki yvir- valdið veitir tænastumanninum sovirúm. Stk. 5. Tænastumenn í teim hægstu leiðandi lønarstigum kunnu einaferð velja at ferðast fyri tíma- og dagpening ella eftir rokning. Fyri tænastuferð Uttan fyri Føroyar kunnu tíma- og dagpengarnir hækkast við inntil 100 %, ella útreiðslurnar góðgerast eftir rokning. Eingin tænastumaður má fara á tæn- astuferð uttan fyri Føroyar utt- an eftir avtalu við landsstýrið. Stk. 6. Undir útstøðu, rø varar longur enn 21 dagar, verða dag- pengarnir lækkaðir. Stk. 7. Um tænastumaður undir útstøðu fær bú og kostarhald av landskassanum, fær hann hetta eftir nærri ásettum treytum, og tilkemur tað honum so ikki tíma- og dagpening. § 2. Av tíma- og dagpeninginum skal tænastumaður rinda útreið- slurnar til bú, kostarhald og tí- líkt, meðan útreiðslurnar til ferðapening á skipi, bili og tí- líkum verða goldnar eftir rokn- ing. § 3. Stk. 1. Eftir framman fyri til- skilaðum reglum verða tíma- og dagpengarnir ásettir soleiðis:

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.