Føroya kunngerðasavn A og B - 11.04.1957, Blaðsíða 23

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.04.1957, Blaðsíða 23
47 Nr. 25. 11. apríl. REGLUGERÐ fyri studningsskipanina eftir iøg- tingslóg nr. 13, 21. februar 1957 um studning til heimaútróður. I. Rundan fisk. Til fiskimenn, sum við opnum bátum rógva út frá havn ella plássi í Føroyum, verður í fíggjarárinum 1957-58 latin studningur í hesum førum: A. Fiskurin verður landað- ur í útflutningshavn beinleiðis ella á plássi, hvørs lending liggur ikki utfan fyri 10 km frá næstu útflutningshavn. Eftir lógini er útflutn- ingshavn føroysk havn, har skip, sum eru ikki undir 100 tons brutto, kunnu lossa og ferma frá tveimum lúkum. Tá ið fiskurin verður avreiddur til uppkeyp- ara. verður latið í stud- ingi 2 oyru pr. kg av rundum ráfiski ella, um fiskurin fyrst verður la- tin sum saltfiskur, so 3 oyru pr. kg. B. Fiskurin verður land- aður á plássi, hvørs len- ding liggur longri frá næstu útflutningshavn enn 10 km, og síðani innhandlaður. Latið verður í studn- ingi 5 oyru pr. kg av rundum ráfiski ella, um fiskurin fyrst verður innhandlaður sum salt- fiskur, so 8 oyru pr. kg. II. Sild. Til fiskimenn, sum frá opnum bátum veiða sild á føroyskum firðum og av- reiða til uppkeypara til saltingar ella frystingar, verður í fíggjarárinum 1957-58 latið í studningi 5 oyru pr. kg. III. Fyri at fáa studningin ávístan, sendir viðkomandi bátformaður, fyri eitt fjórð- ingsár í senn, umsókn skri- vað á skema, sum lands- stýrið gevur út, undirskriv- að av honum og uppkeyp- aranum. Skemaið verður sent viðkomandi vrakieftir- litsmanni og váttað av hon- um og síðani sent fiski- vinnustovuni. Um fiskurin verður av- reiddur, sløgdur og avhøvd- aður, verður fiskivinnu- stovan at leggja 25% aftrat uppgivnu vektini, áðrenn studningurin verður út- roknaður og ávístur. Umsókn um studning fyri fíggjarárið 1957-58 má vera innkomin til fiskivinnu- stovuna í seinasta lagi 30. apríl 1958; seinni innkomn- ar umsóknir verða ikki av- greiddar. Studningurin verður ávístur av landsstýrinum. Føroya lanđsstýri, 11. apríl 1957. K. Djurhuus, løgmaðor. ------------------ J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.