Føroya kunngerðasavn A og B - 04.12.1964, Qupperneq 2
106
láni, sum lántakari rindar
(smbr. § 5, stk. 2 í lógini).
2. So stórur partur í grunsins
rakstraravlopi, sum lands-
stýrið heldur tørva eftir til-
ráðing frá stýrinum.
Tað er ikki stýrinum heim-
ilt at nýta tiltaksgrunnin til
útlán, men hann skal standa í
virðisskjølum eftir reglunum
um ognir hjá ómyndingi.
§ 11.
Roknskaparárið hjá grunn-
inum er figgjarárið frá 1. apríl
til 31. mars.
Umframt rakstrarroknskapin
og fíggjarstand ger stýrið árs-
frágreiðing um grunsins rakst-
ur, hvussu mikið er lænt út í
árinum og hvussu mong lán o.t.
Roknskapurin við ársfrá-
greiðingini skulu sendast
landsstýrinum og grannskoð-
aranum innan 4 mánaðir eftir
at fíggjarárið er úti.
Roknskapurin verður grann-
skoðaður og decideraður eftir
somu reglum sum landskassans
roknskapir.
§ 12.
Grunnurin byrjar starv sítt
á nýggjárinum 1965.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, 20. no-
vember 1964.
Erlendur Patursson,
landsstýrismaður.
J. Ellendersen.