Føroya kunngerðasavn A og B - 27.03.1991, Síða 1
Kunngerðablaðið A
1991 Hefti 4
Nr. 11 20. mars
KUNNGERÐ
um
útvarpsgjald
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp við seinni broytingum hevur landsstýrið
fyrisett:
§ 1. Fyri nýtslu av útvarpsmóttakara skal gjaldast fyri 1991 kr. 800,-.
§ 2. Tað í § 1 nevnda gjald er galdandi fyri útvarpsmóttakarar, ið verða nýttir av gjaldarum ella húsfólki
hansara, sum hann er uppihaldari hjá.
Stk. 2. Tann, ið selur ella umvælir útvarpstól og nýtir útvarpsmóttakara í virki sínum, rindar gjald av einum
móttakara har.
Stk. 3. Sjálvstøðugt gjald verður goldið fyri útvarpsmóttakarar, sum ikki koma undir reglurnar í stk. 1 og 2,
á henda hátt:
1) Móttakarar, ið eru uppsettir í húsunum hjá tí, ið rindar gjald eftir stk. 1, og sum verða nýttir av
arbeiðsfólki, lærlingum, gistandi og øðrum, heruppií av børnum, ið hava fylt 18 ár, og sum sjálvi eiga
ella nýta útvarpsmóttakara,
2) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
3) móttakarar uppsettir í skúlum, á sjúkrahúsum, røktar- og ellisheimum o.t.,
4) móttakarar uppsettir í krambúðum, á skrivstovum, hotellum, verkstøðum o.t.
§ 3. Fyri útvarpsmóttakarar, uppsettir áðrenn 1. januar eigur gjaldið at verða goldið útvarpinum í seinasta
lagi l.juni 1991.
Stk. 2. Fyri útvarpsmóttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. januar til 30.juni, eigur gjaldið at verða goldið
í seinasta lagi 15. juli sama ár. Fyri útvarpsmóttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember,
verður at gjalda hálvt gjald í seinasta lagi 15. januar árið eftir.
Stk. 3. Um goldið verður aftaná teir í stk. 1 og 2 nevndu gjalddagar, eigur at verða goldið eykagjald kr. 50,-.
Utvarpsgjaldið og eykagjaldið kunnu innheintast við panting.
§ 4. Verður útvarpsmóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum, skal fyrri eigarin boða útvarpinum frá
hesum skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi innan 10 dagar, fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta
gjaldingarskeið. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað gjaldingarskeið, har hann letur útvarps-
móttakaran frá sær.
Stk. 2. Um útvarpsmóttakari gerst ónýtiligur, skai eigarin boða útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í
seinasta lagi innan 10 dagar fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta gjaldingarskeið.
§ 5. Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvarandi lógini um útvarp undir sekt.
§6. Henda kunngerð hevur gildi frá l.januar 1991,og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 16frá25.januar
1990 um útvarpsgjald.
Føroya Landsstýri, 20. mars 1991
Marita Petersen (sign.)
landsstýriskona
/ Jákup Thorsteinsson (sign.)