Føroya kunngerðasavn A og B - 27.03.1991, Síða 3
Nr. 13
27. mars
KUNNGERÐ
um
forboð móti sølu av ávísum fiskasløgum á uppboðssølu uttanfyri Føroyar.
Viðheimildí § 2 íløgtingslóg nr. 15 frá 15. september 1948 um inn- og útflutning, viðgerð og virkan avfiski
og fiskaúrdrátti o.ø. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ikki er loyvt at selja síl ella laks, sum er aldur í Føroyum á uppboðssølu uttanfyri Føroyar.
§ 2. Um útflytari ikki heldur § 1, kann landssstýrið nokta hesum at útflyta tey í § 1 nevndu fiskasløg.
§ 3. Brot móti hesi kunngerð verða sektað eftir § 4 í løgtingslógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr aftur gildi 1. oktober 1991.
Føroya Landsstýri, 27. mars 1991
John Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jørgen Hansen (sign.)