Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 30.04.1991, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.04.1991, Blaðsíða 3
35 Nr. 17 23. apríl KUNNGERÐ um studning til mjólkar-, kjøt- og eggjaframleiðslu. Viðheimildí§ 17 17901/343054 og 17901/343133 í fíggjarløgtingslógini 1991 um studning til mjóikar-, kjøt- og eggjaframleiðslu verður studningur latin, sum her tilskilað í fíggjarárinum 1991 undir fylgjandi treytum. 1) Søla um mjólkarvirkir. Neytaeigari, ið selur nýmjólk til mjólkarvirkir, fær studning eftir, hvussu góðskan er á mjólkini: Fyri 1. floks mjólk er studningurin 1,41 kr. fyri liturin. í mánaðunum januar, februar, november og desember verða veitt 30 oyru í eykastudningi fyri liturin av 1. floks mjólk. Studningurin kemur aftrat tí prísi, ið ein av landsstýrinum góðkend prísnevnd ásetir. Prísnevndin ásetir eisini søluprísin frá mjólkarvirki. 2) Privat mjólkarsøla. Neytaeigarar, ið selja mjólk beinleiðis til brúkara, fáa 45 oyru í studningi fyri liturin, tó bert um prísurin, brúkarin rindar, ikki er hægri enn søluprísurin til mjólkarvirkið. 3) Kjøtstudningur. Fyri neytakjøt verður latin studningur 12 kr. pr. kg til neytaeigara. Studningurin verður latin fyri kjøt av neytum ikki yngri enn 15 mánaðir, sum selt verður um sølubúð ella annan keypara. í bygdum, sum av flutningstrupulleikum illa fáa selt mjólk við vinningi (Mykines, Gásadalur, Koltur, Skúvoy, Dímun, Fugloy), verður studningurin 22 kr. og einki aldursmark. Fyri svínakjøt er studningurin 7 kr. pr. kg., avmarkað til eina hámarksframleiðslu uppá 100 tons. 1 sambandi við serskipanir kann landsstýrið áseta aðrar studningsupphæddir. 4) Flutningsstudningur. Flutningsstudningur verður latin við upp til 55 oyru fyri liturin fyri flutning av mjólk úr aðrari bygd til mjólkarvirki. 5) Eggjastudningur. Eggjaframleiðarar fáa í studningi 20 oyru fyri eggið, ið selt verður til heilsølu. Góðkend váttan um eggjatal við prísi skal fylgja við umsóknini. Studningstreytirnar eru hesar: Ad 1) Søla til mjólkarvirki. a) 011 mjólk, sum verður latin til mjólkarvirki, skal kannast við bakteriualing fyri at finna samlaða talið av bakterium í mjólkini. Eftir úrslitinum av hesum kanningum skal skipast í góðskuflokkar soleiðis: 1. flokkur: færri enn 100.000 bakteriur pr. ml. av mjólk. 2. flokkur: 100.000-500.000 bakteriur pr. ml. av mjólk. b) Góðskukanningamar skulu gerast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Mjólkarvirkini skulu taka royndir av mjólk frá hvørjum neytahaldi 2 ferðir um mánaðin. Ein roynd skal takast fyrra og ein í seinna helmingi av hvøijum mánaði. Fyri hvørt einstakt neytahald skal roynd verða tikin til kanningar beint eftir vikuskifti við triðja hvørt kanningarumfar, tilvildarliga valt. c) Tøka, goyming og sending eins og kanning av royndum av mjólk skal verða framd eftir boðum, leiðbeining og forskriftum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. d) Eftir hvørt kanningarumfar skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan geva mjólkarvirkinum úrslitini av kann- ingunum. Mjólkarvirkini skulu geva neytahaldunum skrivlig boð um úrslitini av kanningunum og skulu eftir hvørt mánaðarlok gjalda neytahaldunum studning eftir úrslitinum av kanningunum. Fellur mjólkin frá einum neytahaldi við eini kanning í 2. flokk, eftir at mjólkin við tær 3 seinastu undanfamu kanning- amar hevur verið í 1. flokki, skal studningurin veitast hesum neytahaldi, sum um mjólkin hevði verið í 1. flokki. Hetta verður tó treytað av, at tær 3 seinastu undanfamu kanningamar ikki eru gjørdar fyri meira enn 6 mánaðum síðani. Fellur mjólkin við tey bæði kanningarumførini í einum mánaði í ymiskar góðskuflokkar, skal studningurin veitast eftir helvtarbýti millum teir flokkar, sum mjólkin fellur í.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.