Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1991, Page 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1991, Page 1
Kunngerðablaðið A 1991 Hefti 14 Nr.73 4. juli KUNNGERÐ um stuðul til kunningarstovur. Við heimild í § 7,jbr. § 2 nr. 4 í løgtingslóg nr. 80 frá 12. juni 1990 um Ferðaráð Føroya við seinni broyting, hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Ferðaráð Føroya kann veita stuðul av játtanini á fíggjarlógini til stovnsetan av kunningarstovum, sum leiðbeina ferðafólki. § 2. í serligum førum kann stuðul verða veittur til rakstur í eitt avmarkað tíðarskeið, ið ikki kann verða meir enn 3 ár samanlagt. Stk. 2. Stuðulin til rakstur kann í mesta lagi verða 25% av mettu rakstrarútreiðslunum. § 3. Stuðul frá Ferðaráð Føroya er treytaður av, at Føroya Landsstýri hevur góðkent reglugerð og virksemi hjá avvarðandi kunningarstovu. Stk. 2. Um stuðulin fyri eitt rakstrarár fer upp um 150.000 kr., skal hesin góðkennast av landsstýrinum. § 4. Ferðaráð Føroya kann seta sum treyt fyri at játta stuðul, at upp til 50% av mettu rakstrar- ella stovnssetingarútreiðslunum verða latnar sum stuðul frá kommunum. § 5. Ferðaráð Føroya kann áseta eina tíðarfreist fyri, nær umsóknir um stuðul fýri ávís tíðarskeið skulu vera innkomnar og krevja neyðug skjalprógv so sum rakstrarætlan og grannskoðaðan roknskap. § 6. Flenda kunngerð kemur í gildi 1. august 1991. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 145 frá 20. desember 1990 um stuðul til kunningarstovur. Føroya Landsstýri, 4. juli 1991 Tummas Arabo (sign.) landsstýrismaður / Súsanna Danielsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.