Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1991, Blaðsíða 2
126
Nr.74 5 Juli
KUNNGERÐ
um
ólavsøkuting.
Løgmaður ger eftir § 7 í løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum kunnugt, at
ólavsøkutingið 1991 verður sett mánadagin 29. juli 1991 kl. 13.00 í tinghúsinum aftaná kirkjugangin í
Havnar kirkju kl. 11.00.
Tórshavn, 5. juli 1991
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
Nr.75 lO.juli
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðubann á Føroya Banka.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond og saman við
Løgtingsins Marknaðamevnd hevur landsstýrið fyrisett:
81.
I § 1 í kunngerð nr. 113 frá 28. august 1990 um tíðaravmarkað veiðubann á Føroya Banka verða gjørdar
hesar broytingar:
1) Tíðarskeiðið »1. september 1990 til 31. juli 1991« verður broytt til: »1. juli 1991 til 31. juli 1992«.
2) Tey »8 støðini« frá 1) til 8) verður broytt til »9 støðini«:
1. 60°57’20”N
2. 61°03’00”N
3. 61°15’30”N
4. 61°13’20”N
5. 61°00’00"N
6. 60°48’40”N
7. 60°25’50”N
8. 60°36’30”N
9. 60°45’40”N
07°57’00”V
07°57’00”V
08°16’00”V
08°42’12”V
09°11’00”V
09°25’00”V
09°09’00”V
08°45’00”V
08°37’00”V
3) Frá forboðnum em tó undantikin fiskifør í beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við kraftblokki og í
beinleiðis veiðu eftir hemara við línu, umframt tey fiskifør, ið hava serloyvi til royndir, sum fiskirann-
sóknarstovan skipar fyri.
§2.
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1991.
Føroya Landsstýri, lO.juli 1991
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Jørgen Hansen (sign.)