Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1991, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1991, Blaðsíða 1
Kunngerðablaðið A 1991 Hefti 15 Nr. 78 20. august KUNNGERÐ um stuðul til vørumenning á føroyskum fiskavirkjum. Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 35 frá 7. mai 1991 um stuðul til vørumenning á føroyskum fiskavirkjum hevur landsstýrið fyrisett: A. Stuðul til vørumenning v.m. § 1. Stuðul kann eftir umsókn latast til verkætlanir, hvørs endamál er at menna nýggjar vørur úr fiski og skeljadýrum, herundir stuðul til marknaðarkanningar, marknaðarføring, vørumenning og fløgur í amboð. Stk. 2. Nýggjar vørur í hesum sambandi eru vørur, sum ikki vanliga verða framleiddar í Føroyum. Stk. 3. Serligur dentur verður lagdur á at stuðla verkætlanum, sum miða ímóti at menna serkunnleika í framleiðsluni, arbeiðsbýti millum virkir og betri nýtslu av verandi framleiðslutólum. § 2. Stuðul kann latast einstøkum fiskavirki ella samtøku av fiskavirki/fiskavirkjum og fiskasølu. Stk. 2. Stuðul verður ikki latin til stovnan av nýggjum virkjum. Tó kunnu nýggj virki søkja um kg-studning. § 3. Stuðul kann eftir umsókn latast til verkætlanir, sum geva munabetri íkast til samfelagið. Stk. 2. Verkætlanin skal bera í sær: 1) økt útflutningsvirði sammett við vanliga/núverandi framleiðslu. 2) økt yvirskotsstig hjá virkinum (roknaður kapitalkostnaður av stuðuli frá Føroya Landsstýri skal írokn- ast). 3) at endurgjaldstíðin fyri fløgur og byijunarkostnað annars í mesta lagi er 4 ár. § 4. Umsøkjarin skal leggja fram allar týðandi upplýsingar um rávøru-, framleiðslu-, marknaðar- og søluviðurskifti o.s.fr., útgreindað kostnaðar- og tíðarætlan og rakstrarætlan fyri minst 4 ár. Stk. 2. Umsøkjarin skal, um hetta verður kravt, eisini leggja fram roknskapir og rakstrarætlan, sum vísir, at virkið sum heild kann svara hvørjum sítt. § 5. Umsøkjarin skal leggja fram vørulýsingar fyri ætlaðu framleiðslumar, og skal eisini greiða frá hvussu marknaðarføringin verður skipað. § 6. í mesta lagi kann játtast 16 av skjalprógvaðum útreiðslum sum studningur í sambandi við verkætlanina, við eini ásettari størstu upphædd. § 7. Stuðul kann bert verða játtaðar til tvær ella fleiri verkætlanir av sama slagi, um tað greitt kann ávísast, at tørvur og grundarlag eru fyri hesum, bæði tá tað ræður um rávøru, marknað o.a. Tað sama er galdandi fyri verkastlanir, sum longu eru royndar á øðrum virkjum. § 8. Stuðul verður ikki játtaður til verkætlanir, sum eru settar í verk áðrenn søkt verður um stuðul. Frávik kunnu gerast viðvíkjandi verkætlanum, sum eru settar í verk áðrenn henda reglugerð kom í gildi. § 9. Áðrenn studningur verður játtaður, skal ummæli fáast frá søluserkønum viðv. vørulýsing, marknaðar- føringsætlan, sølumálum og -prísum o.ø.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.