Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 14.10.1991, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 14.10.1991, Blaðsíða 1
Kunngerð abl aðið A 1991 Hefti 17 Nr. 85 17. september KUNNGERÐ um gjald til trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir v.m. Við heimild í § 7, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um Trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Skyldu til at rinda í grunnin hava allir arbeiðsgevarar í Føroyum, sum gjalda út A-inntøku. § 2. Gjaldið fyri 1991 er 2/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri 1990. Frá 1. januar 1992 verður gjaldið 1,5/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri hvørt ár. Tað árliga gjaldið verður kravt inn við rokning árið eftir, og skal vera goldið í seinasta lagi 1. apríl. § 3. Gjøld, sum eru minni enn 20 kr. um árið, verða ikki kravd. Verður útrokningargrundarlagið broytt, aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann tilsamans er størri enn 50 kr. § 4. Henda kunngerð fær gildi frá og við fíggjarárinum 1991. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 42 frá 11. mai 1989 og kunngerðnr. 65 frá 12.juni 1991 um gjald til trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir v.m. Føroya Landsstýri, 17. september 1991 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / J. Winther Hoibech (sign.) Nr. 86 18. september KUNNGERÐ um at ávísar kunngerðir og reglugerðir um eftirlit við físki og fiskavirkjum v.m. fara úr gildi. Við heimild í § 56, stk. 1 í iøgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Hesar kunngerðir og reglugerðir fara úr gildi: 1. Reglugerð nr. 47 frá 21. september 1973 um innrætting av og eftirlit við fiskavirkjum og fiskiførum v.m. sum broytt við kunngerð nr. 73 frá 20. oktober 1977, kunngerð nr. 79 frá 11. oktober 1979, kunngerð nr. 116 frá 6. oktober 1988 og kunngerð nr. 122 frá 27. september 1990. 2. Reglugerð nr. 13 frá 4. mars 1974 um viðgerð av feskum fiski. 3. Kunngerð nr. 22 frá 27. mars 1974 um meting av feskum fiski sum broytt við kunngerð nr. 122 ffá 4. oktober 1988. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Føroya Landsstýri, 18. september 1991 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður / J. Hansen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.