Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1991, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1991, Blaðsíða 1
Umprent Kunngerðablaðið A 1991 Hefti 21 Nr. 112 20. desember KUNNGERÐ um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn. Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgev- arar, sum gjalda út A-inntøku. § 2. Arbeiðsgevarin rindar 'h% av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni. Árliga gjaldið verður kravt inn við rokning árið eftir, fyrstu ferð í 1992, og skal vera goldið í seinasta lagi 1. apríl. § 3. Persónligir skattgjaldarar rinda 'h.% av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn fyrstu ferð í 1992 saman við fýribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini. Stk. 2. Persónligir skattgjaldarar, sum eru 67 ár ella eldri, skulu ikki rinda inn í grunnin, og heldur ikki skulu teir rinda inn í tí árinum, sum teir fylla 6 / ár. § 4. Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd. § 5. Verður útrokningargrundarlagið sambært § 2 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 50 kr. Stk. 2. Verður inntøkugrundarlagið sambært § 3 broytt aftaná at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur/útgoldin, um hann er størri enn 200 kr. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992. Føroya Landsstýri, 20. desember 1991 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Johnny Winther Holbech (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.