Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 21.08.1996, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.08.1996, Blaðsíða 2
Nr. 113 382 12. august 1996 KUNNGERÐ um stuðul til menning av fiskivinnu á landi. Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 84 frá 28. mai 1996 um stuðul til menning av fiskivinnu á landi hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Umsóknir um stuðul sambært hesi kunngerð skulu sendast Føroya landsstýri. Kapittul 1 Virking av vørum úr innfluttum fiski § 2. Stuðul kann eftir umsókn verða latin fiskavirkj- um til innflutning av fiski, krabbadýrum og skelja- dýrum til virkingar í Føroyum. Stk. 2. Fiskasløgini, ið koma undir stk. 1, eru toskur, hýsa og upsi, og fiskurin skal vera óvirkaður og í mesta lagi blóðgaður, kruvdur og avhøvdaður. § 3. f umsóknini skulu leggjast fram allar týðandi upplýsingar um rávøru-, framleiðslu-, marknaðar- og søluviðurskifti, útgreind rakstrarætlan og tíðarætlan. Stk. 2. í umsóknini skal upplýsast, hvar fiskurin verð- ur keyptur, hvør upprunin er, ftskaslag, nøgd, hvussu hann er hagreiddur, hvat verður framleitt og til hvønn marknað. § 4. í mesta lagi kann verða játtað 1,25 kr. fyri hvørt kg av frystum fiski, krabbadýrum og skeljadýrum, ið innflutt verður. Fyri feskan fisk kann stuðulin í mesta lagi vera 1,00 kr/kg. Stk. 2. Stuðul verður játtaður við tí treyt, at innflutti fiskurin verður virkaður sambært teimum upplýsing- um, sum lógu til grund fyri játtanini. Stk 3. Stuðul verður játtaður við tí treyt, at virkini gera serskiltan grannskoðaðan roknskap fyri innflutta fiskin, og verður hesin latin landsstýrinum einaferð um árið. § 5. Stuðulin kann útgjaldast, tá Føroya landsstýri hevur fingið uppgerð yvir innflutning og útflutning við váttan ffá skrásettum ella løggildum grannskoð- ara. Kapittul 2 Stuðul til vørumenning o.a. § 6. Stuðul kann eftir umsókn latast til verkætlanir, hvørs endamál er at virka fyri øktari framleiðslu og umlegging til framleiðslu av hávirðisvørum á kapp- ingarførum grundarlagi, herundir stuðul til marknað- arkanningar, marknaðarføring, vørumenning og fløg- ur í amboð. Stk. 2. Stuðul kann eisini játtast til heildarverkætlan- ir, ið fevna um fleiri lið í fiskavirkingini frá rávøruút- vegan til marknaðarføring og sølu av lidnari vøru. Stk. 3. Umframt tann stuðul, sum er ásettur í § 4, stk. 1 kann latast eykastuðul til virki, sum av nýggjum fara undir framleiðslu av innfluttum 3. lands fiski á plássum, har slík framleiðsla ikki er frammanundan. Hesin stuðul kann vera upp til 50 oyru/kg. og kann í mesta lagi veitast í eitt ár frá tí framleiðslan byrjar. § 7. Stuðul kann latast einstøkum fiskavirki ella sam- tøku av fiskavirki/fiskavirkjum og fiskasølu. Stk. 2. Stuðul verður einans latin til virkir, sum hava verið í rakstri í minsta lagi eitt ár. Henda áseting fevn- ir tó ikki um stuðul, sum er nevndur í § 6, stk. 3. § 8. Stuðul kann eftir umsókn latast til verkætlanir, sum geva munabetri íkast til samfelagið. Verkætlanin skal bera í sær økt útflutningsvirði sammett við ver- andi framleiðslu, økt yvirskotsstig hjá virkinum, og at endurgjaldstíðin fyri fløgur og byrjunarkostnað ann- ars í mesta lagi er 4 ár. § 9. Umsøkjarin skal leggja fram allar týðandi upp- lýsingar um rávøru-, framleiðslu-, marknaðar- og søluviðurskifti o.s.fr.. Umsøkjarin skal eisini lata tíð- arætlan og útgreinda kostnaðar- og rakstrarætlan, sum skulu vera áteknaðar av skrásettum ella løggild- um grannskoðara. Stk. 2. Umsøkjarin skal lata neyvar upplýsingar um fíggjarstøðu sína, sum skal vera áteknað av skrásett- um ella løggildum grannskoðara. § 10. Umsøkjarin skal leggja fram vørulýsingar fyri ætlaðu framleiðslumar og skal eisini greiða frá, hvussu marknaðarføringin verður skipað. § 11. í mesta lagi kann játtast 1/3 av skjalprógvaðum útreiðslum til fløgur í amboð, og í mesta lagi 50% av skjalprógvaðum útreiðslum til aðrar partar av verk- ætlanum, við eini ásettari størstu upphædd. Stk. 2. Umsøkjarin skal upplýsa um annar almennur stuðul er søktur ella er veittur til verkætlanina. Er annar stuðul fingin til vega, verður stuðulin í stk. 1 lækkaður samsvarandi hesum. § 12. Stuðul kann bert verðajáttaðurtil tværella fleiri verkætlanir av sama slagi, um tað greitt kann ávísast, at tørvur og grundarlag eru fyri hesum, bæði tá tað ræður um rávøm, marknað o.a. Tað sama er galdandi fyri verkætlanir, sum longu em royndar á øðmm virkjum. § 13. Stuðul verður ikki játtaður til verkætlanir, sum em settar í verk, áðrenn søkt verður um stuðul. Frávik kunnu gerast viðvíkjandi umsóknum, sum em sendar inn, áðrenn henda kunngerð kom í gildi.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.