Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1996, Blaðsíða 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1996, Blaðsíða 7
419 Nr. 134 4. desember KUNNGERÐ um eldrasambýli. Við heimild í § 32, stk. 4 í »Lov for Færøeme om offentlig forsorg« smbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við lóg nr. 393 frá 22. juni 1993 verður fyrisett: § 1. Eldrasambýli eru í hesum føri sambýli, skipað og rikin undir Heimarøktini, ið hýsa fólkapensión- istum við ellisbrekum, ið hava tørv á starvsfólki at hjálpa teimum í dagligu tilveruni. Stk. 2. f serligum fømm kann undantak gerast frá stk. 1, ið loyvir avlamispensiónisti upptøku. § 2. Búfólkið rindar fyri húsaleigu, olju, el, mat og til felags útreiðslur. Stk. 2. Gjaldið hjá einum búfólki kann tó ikki fara upp um ta upphædd, sum svarar til vemligu útreiðsl- una fyri hvørt plássið í viðkomandi sambýli, roknað eftir seinasta góðkenda roknskapinum fyri sambýlið. Tað einstaka húsfólkið skal altíð hava so mikið eftir til persónligan tørv, sum ásett er í § 28, stk. 1 í fólkapensiónslógini. Stk. 3. Føst upphædd fyri gjald smbr. stk. 1 verður ásett av Almannastovuni. § 3. Felagslutir, ið eru játtaðir sambýlunum sum heild em ogn hjá Heimarøktini, og ikki ogn hjá tí einstaka búfólkinum. Heldur sambýlið uppat at virka, verða felagslutimir latnir til líknandi sosial endamál, fyriskipað av Almannastovuni. § 4. Almannastovan hevur eftirlit við sambýlunum. Stk. 2. Almannastovan ger nærri reglur fyri umsit- ing, herundir gjald fyri innivist av øllum sambýlum. § 5. Kæra um gjaldviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni hjá sambýlinum, ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur kærast til Kæmnevndina í Almannamálum, smbr. § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um Kæmnevnd í Almanna- málum. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1996. Almanna- og heilsudeildin, 4. desember 1996. Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Johnny Winther Holbech (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.