Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1996, Blaðsíða 14

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1996, Blaðsíða 14
434 Nr. 142 20. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 ffá 4. juni 1996 verður í § 7 sett sum nýtt stk.: “Stk. 3. Rúsdrekkasøla Landsins og føroysku bryggj- aríini kunnu selja føroyskum provianteringsfyritøk- um rúsdrekka til víðari sølu til proviantering av skip- um og flogførum til nýtslu ella sølu umborð. Toll- og Skattstova Føroya hevur eftirlit við proviantering- ini.” §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 20. desember 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður /Ivan Johannesen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.