Føroya kunngerðasavn A og B - 18.11.1997, Blaðsíða 1
417
Kunngerðablaðið A
1997 Hefti 20
ISSN 0907-905X
Nr. 147 12. november
Kunngerð
um
broyting í kunngerð um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttaniands
I kunngerð nr. 123 frá 20. juni 1997 um flutnings- og
ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands verður gjørd
hendan broyting:
§1.
1) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Um ein yvirlækni metir, at sjúklingurin av
sjúkuávum tørvar fylgjara við á ferðini, er sjúkra-
húsverkið heimilað at bera ferðaútreiðslumar fyri
eitt heilsustarvsfólk og/ella ein avvarðandi.
Heilsustarvsfólkið tekur sær av sjúklinginum á
ferðini, fylgir sjúklinginum á pláss á viðgerar-
staðnum og vísir honum til rættis.”
2) § 3, stk. 2 verður strikað. § 3, stk. 3 verður her-
eftir § 3, stk.2.
§2.
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd.
Almanna- og heilsumálastýrið, 12. november 1997
Kristian Magnussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)