Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.12.1997, Page 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.12.1997, Page 3
431 Nr. 153 4. desember Løgtingslóg um broyting í »lov om den offentlige sygeforsikring«. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § L í ríkislóg nr. 573 frá 1969 fyri Føroyar »om den offentlige sygeforsikring«, smb. lógarkunngerð nr. 514 frá 21. juli 1989 »om den offentlige sygefor- sikring«, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 6. juni 1997, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis: »Einhvør, ið er búsettur í Føroyum ella mynstr- aður við føroyskum skipi, skal, tá ið hann er fyltur 18 ár, ella tá ið hann verður skrásettur í øki sjúkrakassans, vera limur í sjúkrakassanum. Áðrenn ein er fyltur 18 ár, kann ein søkja um upptøku sum limur í sjúkrakassanum.« 2) Aftaná stk. 1 í § 5 verður sett sum nýtt stk. 2: »Stk. 2. Sjúkrakassin setur tey í stk. 1 nevndu í limaskap. Nærri reglur hesum viðvíkjandi verða ásettar í høvuðssamtykt sjúkrakassans.« Stk. 2 verður hereftir stk. 3. 3) Sum nýtt § 5, stk. 4 verður sett: »Stk. 4. Frá tí degi ein persónur er vorðin limur í sjúkrakassanum, hevur hann rætt til veitingar sambært hesi lóg.« §2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 4. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 154 11. desember Eykajáttanarlóg fyri november 1997 Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Játtanaryvirlit i 8 Heilsumál og Almannamál o.a. A. Yvirlit Túsund kr. Nettotal Útreiðslur Inntøkur Útreiðsluætlan 318 535 217 Inntøkuætlan - - Løguætlan - - Felagsútreiðslur -500 8.11.1. Fyrisiting -500 Heilsumál 300 8.20.3 Sjúkrahús v.m. 300

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.