Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.12.1997, Síða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.12.1997, Síða 1
433 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 23 ISSN 0907-905X Nr. 155 12. desember Kunngerð um reglur fyri endurgjaldsgrunn til alivinnuna. Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 87 frá 28. mai 1996 um endurgjaldsgrunn til alivinnuna verður ásett: NEVND GRUNSINS § 1. Nevndin fyri endurgjaldsgrunn til alivinnuna kann veita endurgjald úr grunninum. Stk. 2. Nevndin hevur um hendi málsviðgerð við- víkjandi gjaldi í grunnin. Til hesa málsviðgerð letur nevndin gera serligt oyðiblað, sum vísur uppgerð og gjaldsupphædd, sum verður at senda til Føroya Gjaldstovu at nýta til útskriving av kravinum. Stk. 3. Nevndin hevur eisini um hendi málsviðgerð viðvíkjandi umsókn um endurgjald úr grunninum. Stk. 4. Nevndin ger starvsskipan, ið skal góðkennast av landsstýrismanninum í vinnumálum. GJALD í GRUNNIN § 2. Gjaldið í grunninum fellur til gjaldingar so- leiðis: 1) Gjald fyri 1996 fellur til gjaldingar 1. januar 1998. 2) Gjald fyri 1997 fellur til gjaldingar 1. juli 1998. 3) Gjald fyri 1998 fellur til gjaldingar 1. juli 1999. UPPGERÐ OG GJALDSHÁTTUR § 3. Gjaldið er grundað á uppgerð yvir sjósett smolt frá smoltstøð og alara. Stk. 2. Uppgerðin skal gerast á tað í § 2 nevnda oyðiblað. Stk. 3. Á oyðiblaðnum skal smoltstøð og alari vátta talið av sjósettum smolti. Sjósett smolt er at skilja sum tal av smolti, ið váttan liggur fyri at vera í ali- brúkinum 3 mðr. eftir útseting. Rættleikin av váttan- ini skal váttast av grannskoðara alarans. Stk. 4. Tá neyðugu upplýsingar, váttanir og gjalds- upphædd fyriliggja, verður oyðiblaðið sent Føroya Gjaldsstovu til útskrivingar av kravinum. ENDURGJALD § 4. Endurgjald úr grunninum verður latið fyri fisk, ið verður avlívaður eftir boðum landsdjóralæknans undir fylgjandi treytum: 1) at trygging ikki tekur við, og 2) at skaðin ikki er orsakaður av grovum ósketni. § 5. Endurgjald verður veitt eftir umsókn til nevnd grunsins. Stk. 2. Saman við umsóknini skal latast: 1) avrit av boðum landsdjóralæknans um avlív- ing, 2) góðkenning landstýrins av boðum um avlív- ing, 3) skjalprógv fyri nøgd av avlívaða fiskinum, og 4) frágreiðing um tryggingarviðurskiftini. Stk. 3. Nevnd grunsins hevur eftirlit við, at skjal- prógv er fyri umsóknini um endurgjald. § 6. Nevnd grunsins veitir endurgjald sambært hesi kunngerð og í samsvari við mettu fíggjarorku gruns- ins.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.