Føroya kunngerðasavn A og B

Ataaseq assigiiaat ilaat

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.2002, Qupperneq 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.2002, Qupperneq 4
68 3) § 5 verður orðað soleiðis: ”§ 5. Javnaðu árligu veitingarupphæddimar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, tó ikki samdøgursupphæddir og eingangs- upphæddir. Frádráttampphæddimar verða avmndað- ar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100.” §2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjald- ingini av veitingunum fyri januar mánað 2002. Tórshavn, 21. mars 2002 Anfinn Kallsberg, (sign.) løgmaður Lm. 54/2001 Nr. 27 21. mars 2002 Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya iøgting Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya løgting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 6. mars 1998, verða gjørdar hesar broyt- ingar: 1) § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn. Løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett.” 2) § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2 Atkvøðugreiðsla fer fram í einum ella fleiri hølum, sum bygda(r)ráðið/býráðið ávísir, har atkvøðurúm í neyðugum tali em sett upp. Atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin hevur møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu avvarðandi hevur atkvøtt. Atkvøðurúm- ini skulu vera útgjørd við tí, sum er neyðugt fyri at atkvøða.” 3) § 22 verður orðað soleiðis: “§22 Atkvøðugreiðslan bytjar kl. 10.00 fyrra- part og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.” 4) f § 26 verður í litra a sett sum pkt. 2: “Blindur ella sjónveikur persónur kann tó krevja hjálp frá persóni, ið veljarin sjálvur vísir á.” 5) í § 27 verður sett sum stk. 3: “Stk. 3 Valstýrið skal síggja til, at veljaramir ikki verða órógvaðir ella ávirkaðir av valagita- tión ella øðmm í valhølinum, ella beint við val- hølið. 011, sum em í valhølinum, skulu annars gera eftir boðum frá valstýrinum.” 6) § 39, stk 2, nr. 2 verður orðað soleiðis: “Eina váttan frá tí ella teimum, ið hjástødd hava verið, tá ið fylgibrævið er undirskrivað, um, at undirskriftin er sonn, og at staðar- og dagfest- ingin er bein, og at atkvøðugreiðslan er farin fram, uttan at onnur hava verið hjá. Váttanin skal vera undirskrivað við egnari hond og við tilskilan av fullum navni, starvi og bústaði.” 7) Allastaðni har orðið “stk.” hevur tilvísing til eitt tal, skal talið standa aftan fyri orðið. §2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. lm. 63/2001 Tórshavn, 21. mars 2002 Anfinn Kallsberg, (sign.) løgmaður Prent: Dimmalætting 341200 Hefti 9 * Nr. 24-27 * Útgivið tann 22. mars. 2002

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.