Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 25

Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 25
Sámal Davidsen: Úlar siikan Ólavur kongur var av góðum bergið brotin. Hann var vandur víkingur, hevdi ferðast eyst- an og vestanhavs, og tók vid kristnitrú eftir enskari kirkjuskipan, hann vardi henda trúnar- hátt til sín deyðadag. Hann settu sær tey hövuðsmál, at sameinað og kristnað Noreg. ■—- Líkindi fyri hesum vóru alt annað enn góð, tí Noregi var sundurmoða í smáum ríkum og Dana kongur sýndist at hava nóg so stóran ávirkan á skili; hartil kom at landið var heidið, og myrkur tess fjaldi lív og veru, vón og hugsan, heim og stað. Tað heppnaðist Ólav- ur at fremja í stórt mát sínar hugsjónir, tó ikki kom hann á mál; stödan ímóti honum gjördist hörd og hann noyddist at flýggja heimanífrá. Ikki gloymdi hann land sítt og ei heldur mál og míð, kom tí vegna aftir til Noregs og stóð í strídi móti uppreistarmonnunum, ið feldu hann í blóðigum bardaga á Stiklastöðum hin 29 júlí 1030. Sama tjóð, ið feldi hann, kong sín, tá hann bardist fyri frælsi landsins, bar angur í brjósti fyri gerdir sínar og tað varð skjótt at Ólavur kongur gjörðist hin heilagi. — Stríð og deyði Ólavur kongs er eitt dömi, ið oftani kemur fyri í veraldarsöguni, at odda- maður letur lív sitt fyri hugsjónir sínar. Upp úr blódinum grör sigursins blóma. Loysingar- ordini hansara vóru, „Fram kristmenn, kross- menn, kongsmenn“, og undir tí fall hann. „Merkið stendur enn maðurin fellur“ og tí sett- ist í Noregs sögu minnisdagur hansara, hin 29. júlí, sum halgunardagur. Við hátíð og kirkji- ligu framförslu royndu tátíðin at gera bót fyri gerðir sínar. Til Niðarósa komu tey mongu og heiðradi minni kongsins. Hin kirkjuliga hátíð- in í Niðarósa er nú bert eitt söguligt minni og hevur tó haft sín ávirkan, íð kemur til skjals í lív og veru. Ólavsökan fekk uppruna sín í Noreg vegna deyða og halgunarvigslu Ólavur kongs, og har var hon stöðuföst um eitt tíðar- skeið, tó sum stundir gingu og löðir skifti, kom hon fyri tí lagna, at eiga styrki sítt bert sum grein í Noregssögu. Tað er tó eitt gleðiligt undantak, hitt lítla oyggjalandið í Atlandshavið stóra — Föroyar — hevur gjögnum tídarhavsins skiftandi leikir, verði fört fyri at vardveita henna minnidag, við teimum eyðikennum, sum vóru grundvellir hansara. Hin 29. juli kom til Föroyar á sinni og hevur ongantið fánað burtur, tvörturímóti hevur hesum dagur meira enn nakað annað sameint Föroya fólk. — Ólavsödudagur hevur manað fólkið í Færoyum saman, tað fólk, ið býr so spjatt í oyggjum og avbygdum, at sund- urlyndið er sterkt og merkir fólkið. Ólavsökan í Havn er ein tjóðskapar- og kirkjulig hátíð undir eitt, hon er ein samkomidagur fyri För- oyingar á einum stað — Tórshavn — og um ein vil hava rætta mynd av hesum degi, tá gerst tað best við at vera tilstaðar og vera við í anda og veru. Vegna tess at „Föroyingafelagið“ í Reykja- vík skipar til Ólavsvökustevnu á hesum stað og hövi er til at myndirfesta fyri íslendingum nakað av tí, sum fyriferst, tá Föroyatjóðin sameinist í álvarsemi og gleði, skulu royndir gerast fyri at flytja lesarnar yvir um hav og taka teir við í Ólavsökugleimin, sum bert finst í sínum röttum búnað í Föroyum. Sum ein hvör hátíð hevur Ólavsökan sín inn- gang og hann fellur rímiligvís dagarnir og dagin fyri. Tá leitar fólkið í Föroyum, tey koma frá teimum ytstu oyggjum, frá minstu bygd- inum, allastaðni frá til Havnarbý. Tórshavn er dagliga nevndir „í Havn“ og eigur frá farn- ari tíð navnið hövuðstaður, at hann er tað um Ólavsökuna, tað gongur sjón fyr sögn. Bý- urin liggur kring um tvær vágir, millum teirra skilur hitt söguliga Tinganesið, gamli ting- staður frá hövdingatíðini. Vágirnar og hvör bryggja er dýrandi full av skipum og bátum, tey eita ymisk növn og ymsastaðni koma tey ÓLAVS0KAN 25-

x

Ólavsökan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.