Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 10

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 10
16 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Henda sjúkusøga minnir í mongum lutum um ritgerð Tschernings frá 18847. Her var tað 24 ára gl. genta, ið fekk tuberklarnar potaðar inn í 1. lið á longutong við glasbroti av spýtiglasi. Nú er bert eftir at spyrja: Hvussu eru tubbusteyrarnir komnir inn í sárið, sum ungi maðurin fekk á útróðri? Tað má vera hent aftan á, at hann er komin aftur til lands, men hvussu verður altíð ein gáta. Tey 6 nýsmittaðu verða niðanfyri roknað at hava kenda smittukeldu, og 54 ára gl. konufólkið kemur í seinni ritgerð upp í bólkin: Lungnatuberklar við tb. í spýttinum. 4. Q S. D., b í h. 6/ll 1936. Móðurfaðirin, ið hevði tilhald í einum kamari í húsinum, er uttan iva smittukeldan, so sum eyðsæð er av tí, ið niðanfyri stendur. Hann varð seinast kannaður 22/3 1943. Tá var einki, ið bendi á lungnatuberklar. Doyði stívliga 1 ár seinni, hin 18/s 1944, 79 ára gl. Vit vita einki vist um deyðaatvoldina. Hann hevði gulusótt, og eftir øllum líkindum eisini lungnatuberklar, og hann má hava smittað, tí hann hevði eina tíð hostað, og nógv kom upp, og tveir dagar, áðrenn hann doyði, fekk hann tvær ferðir upp í fullan munnin av fagurtreyðum blóði. Har aftrat kemur, at vit, sum niðanfyri er nevnt, í tíðini beint undan og eftir deyðadagin kenna fleiri tilburðir við smittuhita hjá børnum í húsinum, og alt bendir á, at hann er smittukeldan. Abbabørnini í húsinum vóru 7. Hin 25/5 og 7/6 1944 gjørdust 2 teirra, bæði dreingir, ávikavist 14 og 2 ára gamlir, sjúk, og mangt bendi á, at sjúkan var smittuhiti. Stívliga 1 ár frammanundan, hin 6/2 1943, var allur ungdómurin í bygdini seinastu ferð pirkaður. Børnini í húsinum, har gl. maðurin búði, høvdu tá øll -h. Yngsta barnið, sum í mai 1944 var bert 7 mán= aðir gamalt, var tá ikki borið í heim. Hin M/6 1944, slakan mánað eftir andlát abbans, vórðu hesi 7 børnini og øll børnini hjá næstingum og tí fólki, sum tey eru komin saman við, og sum í 1943 høvdu -f-, uppaftur pirkað. Dreingirnir báðir, sum frammanundan høvdu havt -í-, høvdu nú stórt T, og sama var við 4 ára gl. bróðirinum. Hann hevði í febr. --marts 1944 ikki verið heilt frískur, men hevði tó ikki ligið. Hitin var ikki mátaður. Óvist um hetta hevði nakað við smittuhita at gera. Nýggj pirking av teim ikki smittaðu 14 dagar seinni, t. e. 28/6 og xi6 1944. Nú vórðu funnin 3 nýsmittað: í húsinum ein 6 ára gomul og ein 8 ára gomul genta, og har afturat 12 ára gl. drongur í granna* húsi; gamli maðurin var abbi eisini at hesum dreinginum. Fyrsta av

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.