Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 26

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 26
32 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Hesir nevndu 21 tilburðir við vatni á lungunum, sum allir høvdu havt smittuhita, eru minni enn so allir sjúkh ingarnir við lungahinnabruna, ið vit vita um í Eiðis lækna* dømi hesi 32 árini frá 2% 1920 til 26A 1952. Alt talið er, so sum 3. talva sigur, 3'/2 ferðir so stórt: 73. Her má verða lagt afturat: Tilburðirnir við lungnahinnu= bruna eru taldir saman í øllum 32 ára tíðarskeiðinum, men smittuhitin kom ikki uppí fyrr enn hin '/i 1928, so hetta seinna tíðarskeiðið er 7l/2 ár styttri enn hitt fyrra. Tá ið ritgerðir Heimbecks og Scheels komu fram, kom mikil røringur í spurningin um tuberklasmittu, smittuhita, vatn á lunganum og aðrar sjúkur við tuberklauppruna. Hetta er atvoldin til, at smittuhitin kemur ikki uppí fyrr enn hin >/i 1928. Vit vita í árunum undan 1928 um 15 sjúklingar við vatni á lungunum. Tey koma, sum skilst av tí, ið nevnt er oman* fyri, upp í talið 73, og verða tí at draga frá, tá ið vit vilja vita, hvussu mong fólk í Eiðis læknadømi fingu vatn á lunguni samstundis sum tey 106, ið sjúk vórðu við smittu* hita. Hetta talið verður 58. Av teimum høvdu bert 21 havt smittuhita, hini — 37 — ikki; men smittukeldurnar kenna vit tó hjá teimum flestu. Av hesum 73 sjúklingum við vatni á lungunum vóru 20 undir 15 ár, 53 yvir. Skipa vit tey eftir kyni, eru tølini: c? 41 og ? 32. í 43 førum var vatnið høgrumegin, í 30 førum vinstrumegin. Tríggir sjúklingar høvdu vatn báðu* megin, og ein hevði tvær ferðir vatn somumegin (sí 1.—4. sjúkusøgu niðanfyri). Bert fyrsta ferðin við vatni á lung* unum hjá hvørjum einstøkum er roknað uppí her. So veru* liga vóru 73 sjúklingar við vatni á lungunum — og vit hava vatn á lungunum í 4 fleiri førum, enn talið á sjúklingum. Teir flestu, ið skrivað hava um vatn á lungunum, finna tað oftari høgrus enn vinstrumegin. Poulsen5 hevur ávika* vist 53 og 41 °/0, og harumframt 6 °/o við vatni báðumegin. Her er talið viðvíkjandi vatni høgrumegin 59 %, og vinstru* megin 41 %.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.