Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 36

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 36
42 Føroyanavnið eina ferð enn har (1951, bls. 15) stendur (í hvønnfalli): »Insulas Farenses (ab ovium multitudine Færeyar vulgó appellatas)«. Høv* undurin veit helst, at eina ferð æt seyður á norrønum máli »fær«, men hann tekur danska orðsniðið »fár« til hjálpar. Ella hvat rit hevur hann kent, sum hevur roynt at týða navnið av seyðamongd landsins? Eftir øllum líkindum hevur hann ikki hetta frá harra Absaloni — handrit Absalons varð ikki prentað fyrr enn í okkara tíð (1893). Um Peder Claussøn Friis (1545—1614) hevur kent rit Absalons, vita vit ikki. Men rit Arngríms, »Brevis Comm.«, hevði hann, og nýtti hann í summum, sum hann skrivaði. Nú vita vit ikki, um roynd harra Pæturs at týða lands* navnið er skrivað eftir tað, at hann fekk bók Arngríms í hond. Stykkið sjálvt um Føroyar, sum navntýðingin er endin á, hevur hann annars »antegnet efter en Studenters Beretning, som var fød paa Færøi, ved Naffn Jacob Ouden* søn« so tíðliga sum í 1592. Eftir útgávu G. Storms av verkum harra Pæturs (1881, bls. 433; sbr. útgávu Worms av Norrigis Beskriffuelse, 1632, bls. 153) ljóðar hetta um navnið soleiðis: »En Part mene at disse Øer hafue deris Nafn aff Faar, huilcket icke er troligt, efterdi at Faar er et Dansk Ord, oc icke et Norske, men burde at kaldis Saudøi (ella: Søudøj), thi en Saud (ella: Søud) er et Faar paa gammelt Norsk Maal. Saa mene oc somme at de kaldis saa aff Fiere eller Fiedre, for de mange Fugle»fiedre, der falder, eller Fierøer, fordi de ligger fier, det er langt bort fra Norrig, men det er alt uvist.« — Aftur at hesum kunnu vit leggja, at Jens Lauritssøn Wolf í »Norrigia Illustrata« (1651, bls. 201) tekur uppaftur greiningar harra Pæturs, men nevnir ikki triðju royndina at týða navnið. Thomas Tarnovius tekur spurningin um navnið upp» aftur í »Ferøers Beskrifvelser« (1669). Hann hevur lisið Peder Claussøn, og kanska eisini Wolf. Hansara hugsan (í útgávuni hjá Hákon Hamre, Færoensia II, Khn. 1950,

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.