Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 68

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 68
74 Strandarrætturin í Føroyum at fara enn longur út. I Noregi hevur marbakkin verið nýttur sum mark,1) har ein tílíkur er; annars hevur markið verið sett á 2 metra dýpi á háfjøru.2) Av Norðanlondunum er ísland tað land, ið gevur jarðaeigarunum mest víðgongdu rættindi yvir sjónum, hóast svenskur rættur í einstøkum før* um (hinum sonevnda »strandáganderátt«, sbr. s. 73 viðmk. 3) er víðgongdari. í íslandi hava jarðaeigararnir frá gamlari tíð fingið víðgongd rættindi innan fyri hitt sonevnda »reka< markið«, ið gekk so langt út, sum flaktur torskur sást frá landi.3) í øðrum førum gekk rættur jarðaeigaranna til »ytstu garnsetumál«, sum upprunaliga var har, eitt 20 meska høgt kópagarn røkkur á botn, men er seinri sett at vera 60 favnar úr landi, á hægstu fjøru í mysing.4) Felags fyri allan norrønan rætt á hesum øki, er tó, at fram við strondini er ein ál, har galdandi eru reglur, sum víkja frá teimum, ið annars galda fyri sjóøkið. Soleiðis er eisini í Danmørk, har hetta økið verður nevnt »forstranden«. Tá hetta heitið eisini kemur fyri í serstøkum føroyskum lógum5) og er vorðið nýtt í rættaravgerðum viðvíkjandi >) 1 norskum og íslendskum orðabókum verður marbakki aloftast sagdur at vera brekka ella bratti, ið er beint uttan fyri fjørumálan, og á sama hátt verður greitt frá hetlendska orðinum »marbank«. Føroyskí donsk orðabók hevur hesa frágreiðing: »et sted, hvor Havbunden hæver sig stejlt og pludseligt inde ved Land.« Fyrra lið í orðinum merkir hav (fornnorr. marr). Hin upprunaligi týdningurin av orðinum bakki er helst ein (reystur) skrái. Eitt eldri orðasnið er »marreins bakki«, har »rein« helst merkir trom, t. v. s. »hav« tramarbakkin«. 2) Sí Rynning s. 283—84 við ávísingum. í vissum førum (t. d. við« víkjandi einkarrætti til ostru og tara) kann markið verða sett longur frá strondini, sbr. Rynning s. 286—87 og Klæstad s. 57—59. 3) Sbr. Grágás 11—442; Rynning s. 153 og s. 67 viðmk. 2 frammanfyri. 4) Sbr. Grágás 1—212, Jónsbók 11 b 61, Rynning s. 153 um hitt eldra málið. Viðvíkjandi tí nýggjara málinum kann verða víst til fyriskipan um veiði í íslandi frá 20. juni 1849 § 3 og § 16 (um veiðirætt og kópa« veiði) og lóg nr. 80 frá 10. november 1905 § 2 um skeljadýr til agns. 5) Fiskilóg nr. 95 frá 14. apríl 1893 § 2, stk. 1 og § 3 i. f. og strand* ingarlóg nr. 49 frá 24. mars 1899 § 14.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.