Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 14

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 14
18 TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI XI Tað er neyvan heldur neyðugt at taka ríkis- rættarligar ella fólkarættarligar frágreiðing- ar fram sum grundgevingar. Ið hvussu er seinast í 12. øld vóru Føroyar norskt skatt- land. Umleið 1270 tykjast Føroyar - eins og Island og Grønland - at hava fingið eina formliga støðu undir Noregs krúnu. Oyggj- arnar vóru tó ongantíð roknaðar sum ein norskur landspartur, men - eins og Island - eitt land, umboðað úteftir av Føroya løg- tingi við løgmanni sum formanni. Hann var næstan uttan undantak altíð føroyingur; tað sama er at siga um løgrættumenninar og sýslumenninar, fleiri av sorinskrivarunum og altíð nakrar av prestunum; við handilin vóru altíð nakrir føroyingar, við hvørt í teimum hægstu embætunum, og á skansanum í Havn vóru eini tvey tíðarskeið føroyskir komm- andantar. Ovasti umboðsmaður hjá krúnuni var fút- in; hann var at siga altíð dani, burtursæð frá einum tíðarskeiði í seinnu helvt av 1700- árunum og í byrjanini av 1800-árunum. Eins og í Islandi var soleiðis ein føroysk embæt- ismannastætt „millum kong og almúgu“. í veruleikanum vóru tað ikki danir í Keyp- mannahavn, sum lítið og einki vistu um hetta landið, sum stýrdu Føroyum - men nevnda bónda/embætismannastætt. Viðvíkjandi fatan føroyinga av sær sjálv- um er vert at leggja til merkis, at teir aldri søgdu seg vera annað enn føroyingar - t.d. aldri norðmenn ella danir. Sjálvt í teimum allarundirbrotligastu skrivum úteftir í eina- veldistíðini eru teir „folk udi Færø“, meðan teir í skrivum uttaneftir, frá kongi; eru „Vore“ ella „kongens undersátter", búsit- andi í „Norges krones land“ ella „Vort land Færø“. Hvørki hjá føroyingum sjálvum ella hjá útlendskum myndugleikum tykist nakar ivi at hava verið um, at føroyingar vóru eitt egið fólk. I 1669 skrivaði hin føroyski presturin í Danmark, Thomas Tarnovius, um „mit fæ- derne land ferrøer". I 1663 gav løgmaðurin Hans Jacobsen Debes av Oyri - sum hevði lisið løgfrøði á universitetinum og var fysio- kratur og upplýsingarmaður - út eitt lítið rit um føroysk búnaðarviðurskifti undir dul- nevninum „En Patriot“. Hóast hetta í báðum førum eru tíðarskeið fyri tjóðskaparrørslutíðina, kom kortini til sjóndar hjá hesum føroyingum ein týðilig tilvitan um føroyskan uppruna eisini á kensluligum grundarlagi. Eisini uttan fyri Norðurlond var frá tíðini báðumegin 1600 vitan um landið Føroyar. Høvuðsverkið til henda kunnleika var bókin hjá Lucas Debes, sum kom út (á donskum) í 1673, í 1676 á enskum og í týskari umseting í 1757. í 15. øld fóru Føroyar - í ymsum líki og sniði - at síggjast á kortum yvir norð- havsleiðirnar - so hvørt sum siglingin her vaks. XII Av eyðkennum, sum fingu føroyingar at fata seg sum eitt fólk fyri seg, var málið tað mest avgerandi. Ut frá keldum er eingin ivi um tað. Føroyskt skilti seg frá sum eitt av teim- um norrønu málunum. Henda gongd var týðulig í 13. og 14. øld. Føroyskt var eisini skriftmál fram ímóti 1500. Men longu fyri siðaskiftið tykist tað vera horvið úr hesum sessi. Uttan at kunna prógva tað hugsi eg mær, at tað neyvan er rætt at geva siðaskifti- num skyldina fyri, at føroyskt doyði burtur sum skriftmál. Tað ber væl til at hugsa, at orsøkin til, at danskt so lætt gjørdist kirkju- mál, var, at føroyskt var ikki til sum skriftmál um siðaskiftistíðina. Nakað soleiðis var eis-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.