Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 104
108
GUNNAR HAVREKI OG ÓLI DANSKI
5. 1 s. í A5-stødd. „Tu kemur ei her niður“,
1 ør.
A. Allur teksturin í hesum handriti er í ein-
um stílahefti, sum er 68 síður til longdar.
Skrivað er á 59 tær fremstu síðurnar í heft-
inum. Fremst stendur sama áskrift sum í
byrjan av handriti A, bert við tí muni at her
endar áskriftin: „Tá fann eg hesar partar av
handriti til „Hjá Dalabóndum“.“
Handritið fevnir um allan leikin, tá ið sæð
verður burtur l'rá 7 teimum fyrstu tilsvarun-
um. Tað byrjar við orðunum, sum huldan
sigur við nykin: „... treingja í tann unga
barmin og vekja trá og óvinnuliga ræðslu,
tað triðja dimmið skal títt verk fullføra.“
(Innihaldið í handritinum svarar til M. 114-
153).
Á s. 8 er ljósareyður pappírsskeyti klistr-
aður í breddan á síðuni. Á honum stendur
sangurin „Um dalur gerst mær ov trongur...“,
2 ør.
B. Hetta handritið er 54 s. til støddar (folio-
stødd) og fevnir um mest sum allan leikin
„Best man vera sum er“. Tað byrjar við byrj-
anini og endar við tilsvarinum, har Ólavur
Eiriksson sigur: „Nú tykist mær, at Páll fer
at ótolnast“ (M. 191-247). Tá eru 9 tilsvar
eftir av leikinum og so sangurin, sum øll
syngja til endans: „Hjá teimum stuttligt at
fylgjast er...“
II
Heimangerðin at kanna handritasavnið F
XIV var at finna handritið til sjónleikin
„Gunnar Havreki", ið var annar leikurin8, ið
varð framførdur í Tinghúsinum í Havn
sunnudagin 3. mars 1889. Hetta var fyrsta
ferðin, at føroyskt mál ljóðaði á palli.
Sum tað sæst av lýsingini av savninum,
var einki handrit til „Gunnar Havreka“ at
finna her.
Harafturímóti er „Gunnar Havreki" at
finna í heilum trimum fullfíggjaðum upp-
skriftum í einum handritasavni á Føroya
Landsbókasavni, ið ber heitið C I9. í hand-
ritaskránni stendur savnið at vera komið úr
búnum eftir Sigurd Niclasen, og í tí er ymiskt
skrivligt, ið lá eftir Sigrid Niclasen, f. Jacob-
sen, fødd í 1854,10 deyð í 1927.
Handritini nevna vit A, Á og B:
A: Stílahefti við bláari permu. Innan á
permuni framman stendur: „Tey leikandi“
og so ein listi, sum sýnir, hvørjir sjónleika-
persónarnir eru. Leikurin sjálvur er hand-
skrivaður á 7 síður. 8. síðan er blonk.
Á: Stílahefti við ongari permu. Leikurin er
handskrivaður á 7 síður og nakrar reglur
yvir á síðu 8.
B: Handritið er sett saman av tveimum ørk-
um av brævpappíri, annað er bukkað á miðj-
uni, og skrivað er við hond á allar 4 síðurnar,
hitt er einkult.'hevur somu stødd, og skrivað
er við hond á báðar síður.
Umframt hesi trý nevndu handrit er eisini
ein lítil lummabók, har leikluturin hjá Gun-
hild í „Gunnari Havreka“ er skrivaður sam-
an við einum leikluti úr hinum føroyska
leikinum, ið leiktur varð í 1889, „Veðurføst“.
Hetta kundi bent á, at Sigrid Niclasen hevur
havt leiklutin sum Gunhild í fyrstu fram-
førsluni av „Gunnari Havreka“ í 1889, og at
hon eisini hevur leikt við í hinum leikinum.
Hon hevur tá verið 34 ára gomul.
Vist er tað ikki, men mangt bendir á, at
A-handritið er skrivað við hond Rasmusar.
Rættskrivingin í tí minnir nógv um rætt-
skriving Rasmusar í hinum handritunum í F
XIV. Hon liggur tætt upp at rættskriving
Hammershaimbs.
Hini handritini til „Gunnar Havreka“ í C