Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 106

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 106
110 GUNNAR HAVREKI OG ÓLI DANSKI av fløskuni. Bartal fer á føtur, sløðrar út á stokkin, og báturin hvølvist. I seinna helm- ingi eru tríggir av teimum fýra monnunum komnir á kjøl. Gunnar lovar at svimja til lands og fáa bát eftir hinum. I 3. parti eru vit stødd á bátastøð í heim- bygd Gunnars. Ein annar bátsformaður, Gudmundur, fær vissu fyri illgruna sínum, tá ið hann sær, at neystið hjá Gunnari er tómt, og hann hevur at bátsfelaga sínum, Jógvani, tí hann hevur ripað kleppin á eina hond, ið kom upp á stokkin. Hetta heldur Gudmund- ur hava verið hond Gunnars, tí hann trýr hvørki upp á sjódregil ella marmennil. Tá ið Inga kemur omanat og spyr tíðindi, sigur Gudmundur, at hann ikki vil dylja, at hann heldur tað vera lítil líkindi til, at hon fær Gunnar aftur at síggja. V Tað kundi verið áhugavert at spurt, hvaðan Rasmus Effersøe hevur fingið tilfar til henda leik. Sjálvt heitið bendir huganum móti einum kendum persóni í Føroya søgu, Heina Hav- reka,15 og tað, ið Inga í einarøðu síni í 1. parti sigur um, hvussu Gunnar kemur til Føroya, og hvussu tey finnast, er ikki ólíkt frásøgnini um Heina og Herborg. Og bæði í sjónleikinum og søgnini verður rættiliga fitt gjørt burtur úr einum dreymi - men teir eru ikki líkir í øðrum enn tí, at í báðum førum er tað gentan, ið fær drong, ið droymir, og í báðum førum verða dreymarnir útlagdir at merkja okkurt. Rasmus kann væl hava hoyrt søgnina um Heina Havreka á manna munni. Somuleiðis aðrar søgur henni líkar um skipbrotnar ung- lingar. Hann kann eisini hava lisið søgnina, sum hon stendur prentað í Antiquarisk Tidsskrift 1849-51 s. 160-165 í tí hami, J.H. Schrøter16hevur givið henni. Dramatisku frásøgnina um bátsvanlukk- una, og um at maður slær við onkrum áhaldsi niður á hond, ið kemur upp á stokkin, kann Rasmus væl hava úr heimbygd síni, av Tvør- oyri, haðan eg havi fingið hesa frásøgn17: „Langabbi mín, Ole Petersen, var nevndur Oli Danski av teirri einføldu orsøk, at hann var føddur í Selsø nær- hendis Roskilde 9/7-1838. Hann var sjómaður av yrki og kom til Tvøroyrar við skipi. Har giftist hann við Katrinu Malenu, dóttur Jaspur á Stóra Tippi - hann var tá einasti ognarmaður á Tvøroyri, átti víðagitnu Tippismørk- ina, ið røkk frá grótbrotinum undir Akurgerði og inn til smiðjuna hjá Jør- gen innan fyri kaiina. Óli Danski v?~ tiltikin fyri at duga væl at svimja, t.d. sigst, at hann skuldi svimja um fjørðin yvir á Gálgan at skera torv við grevinum millum herð- arnar. Tá ið tað frættist 25. nov. 1871, at báturin hjá Mortensen, sum Óli var útrógvin við, var funnin holvdur úti fyri Froðba, og eingin maður var bjargaður, høvdu fólk ilt við at trúgva hesum av grundum, ið eru nevndar omanfyri. Tá ið so samstundis tey tíðindi fóru at ganga millum fólk, at Ranamenn, sum somu nátt eisini vóru útrónir og høvdu havt brennivínskagga við sær, skuldu hava sagt frá, at sjódregil var komin eftir teimum og hevði tikið um stokkin á bátinum, men at teir høvdu sligið hann á fingrarnar við ár, til hann
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.