Fríu Føroyar - 28.02.1945, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 28.02.1945, Blaðsíða 2
Nr. 4 FRÍU FØROYAR 4. á»*. sagt, at tá talan er um at byggja før, i3 k u n n u verð bygd herheima, hugsar tann, ið fer uttanlanda at bygg'a, iítið um land sítt. Vít gjalda stóran iøgtingsskatt og hava ti loyvi at krevja, at skatturin verður javnaður út gjøgnum arbeiði. 011 lond, t. d. í Danmark, sum vit £ina mest vita um, krevja, at tá lán og studningar verða givnir til skip, skulu tey byggjast i-nanfyri landsins mark. 1 að hoyrist nú mann og mann ímillum, um skipini, sum Z. Niclasen hevur i varðveitslu fyri fremmat land, og sum hava lán frá løgtingsins vin- m.lánsgrunni, at tað eru boð komin frá donskum umsjónarmanni, sum er staddur i Svøriki, at skipini ikki eru bygd so,- at hann heldur tey vera álítandi. 1 i vilja vit seta henda spurning alment frapi, spyrja um tað er so? Og vit vóna, at vinnulánsnevnd løg- tingsins vi! svara, so at Føroya fólk kann fáa greiða støðu um spurningin. Somuleiois mugu vit fáa at vita, um umboðspeningurin verður goldin av tí parti av peningi, sum læntur verður frá løgtinginum. Vit, ið gjalda løgtingsskat, krevja, at peningurin fyrst og fremst kemur tí føroyska fólkinum til góðar, so at øll tey skip, ið kunnu byggjast i Før- oyum, verða bygd her á landi. Tórahavn, tann 17. februar 1945. Kjartan Mohr.. Vit handverkarar, ið arbeiða á P-f. Tórshavnar Skipasmiðju, krcvja likaleiðjs, at alt skipaarbeiði, sum lánt verður til av ti almenn, verður gjørt í Føroyum. Tórshavn, tann 17. februar 1945. Fyri handverkarar og arbeiðarar á P-f. Tórshav.'.ar Skipasmiðju Johannes Johannessen, Mattalág. Skal mattrot og skógva- loysi verða aoálkrúnan? stýrisvaid Føroya! Tey kjøt- og skó-Ieysu ilskastog krevja rættvísi. Nú er illa vorið í Føroyum hjá al- múgini, hóast London radio, Christ- mas Møller og Stsermose siga frá „veldækkede Borde“ og øllum góð- um teir hava sæð og notið her i Føroyum. Hetta góðgæti hava teir óivað sæð hjá vertum teirra, hjá ,.importørum“ og vinum teirra. Demokrata-stýrið í Føroj'um er lí- verri enn so margháttligt, at teir ið stýra og teir ið nógvan pening hava vita, hvar leir skulu fáa fætur á mati og klæðum. Hjá fjøldini er alt øðrvisi. Hon fær ikki meira enn hendinga kjøtbita, og vaksnafólka-skógvar finnast ikki, teir hava í Iongri tíð ikki kunna fingist i handlunum her i Havn. Um okkurt kemur, so hvørvur tað livaðna skjótari; ti teir stýrandi vilja ikki hava eitt demokiata-stýri, sum skal tryggja øllum- sama rætt á hes- um landi. Keypi-kort á kjøt og klæðír hevur íólk leingi vilja havt, men um so var gjørt vildu tey peninga-sterku ikki kunna fingið fratnum fjøldina, og tao kann ikki ganga, munnu teir halda, sum Føroyaland stýra. Tey faðirleysu føroysku bør nini. Samfelag okkara er tíverri enn ikki k.omið i bestu demokrati-støðuna. Munurin millum ognarle}'s og ogn- armúgvandi er blivin stórur i Pøroy- um nú. Hetta sæst eina mest, tá ið vanlukka rámar lieim, har slÓFur barnaflokkur er, har pápin, inniløgu- álitið, knappliga bv'ørvur, ikki 1 ongur er bjargarin, tí fvann doyði, riktist burt frá konu og børnum. Eina góða demokrati-stýrisskipan, soleiðis sum t. d. í Ruslandi, har tey íaðirleysu børnini tilfullnar íáa hjálp, fáa mat, klæðir og lærdóm á besta hátt fyri at tey kunna á vaksnum aldri gera fulltfíggja arbeiði og við tí bjarga sær. tað, ið tørvar, eiga vit ikki enn her í Føroyum. Hjá okkum er hin privata, frívilliga hjálpin trygd teirra faðirleysu, sum hesi ófriðaaT er blivin ein stórur flokkur. At veita hjálp til faðirleys børn í Føroyum er fyrst og frem9t umráð- andi, áðrenn innsavning til útheimin eigur at fremjast, siga teir, ið sjógin røkja og har hava mist arbeiðskam- 1 meratar hesi seinastu árini. Barnahjálpargrunnurin, ið var stovn- aður fyri árum síðani, hevur verið væl styðjaður og hevur tí kunnað hjálpt børnunum; men teirra trongd er framvegis stór, størri enn fólk flest hugsar sær. Tað vóru tó eini „sól- strálu“-tiðindi, maður segði okkum i dag um hesa hjálpveiting. Maskinistfelagið hevur, gjøgnum formannin, fingið til limirnar pening, teir áttu fyri lýsipartar; mcn tá hann kom við pengunum, søgdu fleiri, at teir vildu geva part teirra til barna- hjálpargrunnin. Har vóru partar um 200 kr. og líknandi. Tað er gleðiligt at fáa slik tiðindi. Frroyingar hava mangan veitt hjálp, og vit vóna, hesin hjálparhugur má vera livandí í barmi Føroyinganna, allar dagar, meðan Føroyar standa. Minnist til børnini og barnabjálpar- grunn Førova faðirleysu børn. o - o — c3~~~ o o Á 81-ára degnum. 1*' Vælsignaða móður, min kæra, ið situr so blið og so glað bjá børnum og vinfólka-skara - og heldur tín føðingardag; tín kærleiloi, vermandi stórur - - og tungan, troystandi góð vóru hjá mær, um árini fóru og um eg so stúrandi stóð. Av innasta bjarta eg beri tær tøkk, kæra móður, í dag. Fyri strev títt vælsignað tú veri c g tað tú hjá vøgguni kvað.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.