Fríu Føroyar - 25.04.1942, Blaðsíða 1
■
NUMMAR 1 ínnivist her hava øll sum krevja, at føđilandiđ skal gerast frítt og Føroyingar sjálvráđandi. 25. APRlL 1942 Abyrgd hevur blađskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn.
1. ÁRG.
r
Føroya.
ídag er flaggdagur Føroya fólks.
1 in 25. aprll 1940 vrarð kunngjørt, at
tey føroysku skipini skulu hava Føroya
lagg á stong og málað á skipaslðuruar.
Soleiðis var tá fólkið í Føróyum komið
tað stig fram móti frælsi, sum stór fjøld
av Føroj’ingum ynskti at fáa.
Skip Føroya hava í tvey ár siglt
millum lond við Føroya merki, og har
tey koma veit fólk, at á skipinum eru
Føroju'ngar, ein Iítil tjóð sum livur á
einum lítlum oyggjalandi í Atlantshavi-
num.
Men á hesum lítla landi er tó ikki
enn frælsisstundin tilfullnar komin. Her
veitrar enn flagg annara landa tjóð, flagg
Danatjóðarinnar. Soleingi sum hetta
flagg kann veitra á stong í Føroyum er
Førova flagt Sara komið til Føroyalands
men er ikk. í odd og egg merki landsins.
Mangir góðir menn, føddir í Dan-
mark, eru so rættvísir, at teir glaóast
satnan við okkum Føroyingum yvír eitt-
hvørt framstig vit Føroyingar gera sum
tjóð, og teir unna okkum hjartaliga at
gerast sjálvráðandi fólk og hava okkara
tjóðskaparmerki, unna okkum Føroya
flagg. Slíkar menn eru vit Føroyingar
góðir við, og teir skulu altíð kenna seg
væl í landi okkara Føroyinga.
Eins og teir unna okkum alt gott,
gera vit somuleiðis yvir einhvønt) fram-
burð fyri Danatjóðina, og har teirra flagg
sæst, vilja vit minnast góðar datiskar
menn, gleðast við teim, tá tað gongst
teim væl, og s)rrgja við teim, tá Danne-
brog verður vundi í hálva stong, eins og
teir visa samhttga rnóti okkum og flaggi
Føroyinga, tá tað er á stong.
Alt hvat tú vil at menniskjan skal
gera móti tær, skal tú eisini vera og
gera móti menniskjuni. Tá verður semja
°g kærleiki ráðandi.
Ungfólkið í Føroyum hevur stóra
virðing fyri Føroya flaggi. Stórur er
hugurin at vísa, at tey virða og elska
flaggið. . Nógv eru tey sum bera Føroya
Aagg til sjóndar á klæðum teirra, á
bringu, og tað er hesin parturin av Før-
oya fólki sum kemur-at taka seinasta
takið til tess at seta Føroya lands flagg
á stong har, ið nú >.'Dannebrog« veitrar,
á Løgtingshúsið, allar embætismanna
flaggstengur og jbestillingsmantia* her á
landi. Tað verður tá bara Føroya flagg
sum veitrar í Føroyum, í einum fríum
Føroyalandi.
Vit ynskja og vóna, at tann stundin
er ikki langt burtur. Hesa gleðisstund
vóna vit at stggja. Tað verður tá minnsta
og yngsta tjóð Norðurlanda, sum hevjar
merki sítl saman við hinum tjóðunum.
Lat okkum øll taka lógvatak saman
hesum til frama.
FYLKING
FØROYA FÓLKS
Fremmandir siga um okkum Før-
oyingar: »SyndarIigt er at síggja hvussu
klandrit hetta fólkið í Føroyum er.
Høvdu Føroj-ingar samst sínámillum,
kundu teir gjørt land teirra so liviligt
hjá øllum íbúgvum, at neyvati nakað fólk
kundi. átt betri land.«
Yvaleyst siga gestir okkara satt, at
tað er hetta klandrið sum ætt eftir ætt
hevur hildið okkum undir fremmavaldi;
og gjørt at fremmandavaldshjálparar hava
funnið sær góðar sessir í Føroyum, teir
hava hjálpt til at hildið illsemju og
øvund fram og fremst í fólkasál Føro) -
inga, hildið fólkinum niðri í einum vón-
loysishvi, roynt at dripið trúnna á egnu
styrki og at kurtna liva sum frítt fólk
skal liva.
Tað verður tó allastaðni um heimin
prógvað, at størri og størri mentan gevitr
fólkinum størri og størri frælsi og sjálv-
bjargnistrá. Hetta førur aftur fram viljan
til at vera sjálvráðandi, og Føroyingar
eru alt fleiri og fleiri farnir at koma eftir,
hvussu Føroyar best kunnu stýrast sum
frítt land og Føroyingar gerast sjálvbjargi
og sjálvráðandi fólk.
Óivað eru fleiri Føroyingar sálar-
sterkir og tora at bera allar trupulleikar,
sum tað stríðið at vinna seg fram úr
trælalívi til at gerast frímenn leggur á
teir; eru nóg sterkir at tola allar tær
skarnsbyttur sum fremmandavaldshjálpar-
nir blaka á teir ( hesum stríónum.
Styrkin fremmandavaldsins hevur f)-rst
og fremst verið klandrið Føroyingá mill-
um, so peningavaldshjálpin. Hetta seinna
nevnda vápnið er tó ikki so hvast nú
sum fyrr, tí nú eru Føroyingar alt fleiri
og fleiri sterkari peningaliga, enn undan
og aftaná hin síðsta verðaldarbardagan.
Eisini eru nú fleiri Føroyingar gott
búgvnir til peningahandil, bankarbeið,
assuranca og fremmandasamhandil. Nógvir
Føroyingar eru eisini so málkønir menn,
at teir kunnu sjálvir gera sáttmálar úti
og heima. Tí skuldí nú ikki verið vandi
fyri, at her kann liva eitt sjálvráðandi
fólk, sum við líka góðum skili og dugtia-
skapi røkir Føroyaland eins og aðrir
kunnu røkja teirra land.
Føroyingar kunnu eins og aðrir fáa
allan tørvandi »special«-kunnleika, tá
goldið verður tað, ið kønir menn krevja
fyri at koma higar at læra okkum. Eisini
kunnu Føroyingar fara út at læra við
peningastuðli frá hinurn føroyska sam-
felagspeningi.
Føðilandið Føroyar líkist nú hini
móður, sum, tá hon lá til hitt ýtarsta,
kallaði saman sinar synir. Hon gav teim-
um eitt bunti av stavum og beyð teimum
øllum frá tí elsta til hin yngsta at bróta
hetta buntið, men eingin teirra var
menlur til at gera tað. Tá tók hon allar
stavirnar úr buntinum og rætti teimum
hvør sín stav og bað teir bróta teir, og
nú brotnaðu teir lættliga.
Móðurin sigur tá til synir sínar:
Hygg! Har síggja tit. Einsamallir eru tit
lættir at kúga, men halda tit saman er
eingin mentur at gera tykkum nakað.
Mínir synir, standi tí saman, verið sam-
eintir.
Roynt *má tí vera at fáa fólkið í
Føroyum burtur frá ovðandi klandri, fáa
Føroyingar at semjast, so at teir finna
seg aftur sum fólk, vilja liva sum frí-
menn í egnum landi eiga at liva, vera
sjálvráðandi.
Blaðið „Friu Føroyar" kemur út fyrst í
8 nr., og bjóđa vit Føroyingum at tekna seg
sum haldarar til hesi 8 nr., iđ tilsamans kostar
2 kr. Peningurin skal gjaldast til posthús ella
brævsamlara. Geriđ so væl tekniđ tygunr sum
haldara. Vit skulu siga frá t góđari tíđ viđvfkj-
andi víđari líkindum fyri framhaldi, tí útsent
verđur soleiđis sum pappirstilfar og ađrir rnøgu-
leikar gcrast góđir til tess.