Fríu Føroyar - 25.04.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 25.04.1942, Blaðsíða 1
NUMMAR 1 fnnivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 25. APRlL 1942 Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 3 3 7 Tórshavn. 1. ÁRG. Flaggdagur Føroya. Idag er flaggdagur Føroya íólks. iin 25. íipríl 1940 varð kunngjørt, at tey føroysku skipini skulu hava Føroya lagg á stong og máláð á skipasíðurnar. Soleiðis var tá fólkið í Føroyum komið tað stig fram móti frælsi, sum stór fjøld av Føroyingum ynskti at fáa. Skip Føroya hava í tvey fit siglt millum lond við Føroya merki, og har tey koma vcit fólk, at á skipinum eru Føroyingar, ein Ktil tjóð sum livur á einum lftlum oyggjalandi í Atlantshavi- num. Men á hesum lítla landi er tó ikki enn frælsisstundin tilfullnar komin. Her veitrar enn flagg annara landa tjóð, flagg D.inatjóðarinnar. Soleingi sum hetta flagg kann veitra á stong i Føroyum er Føroya flagt 'iara komið til Føroyalands men er ikk. í odd og egg merki landsins. Mangir góðir menn, føddir í Dan- mark, eru so rættvísir, at teir glaðast sarnan við okkum F'øroyingum yvir eitt- hvørt framstig vit Føroyingar gera sum tjóð, og teir unna okkum hjartaliga at gerast sjálvráðandi fólk-og hava okkara tjóðskaparmerki, unna okkum Føroya ¦^gg- Slíkar menn eru vit Føroyingar góðir við, og teir skulu altíð kenna seg væl í landi okkara Føroyinga. Eins og teir unna okkum alt gott, gera vit somuleiðis yvir einhvønn fram- burð fyri Danatjóðina, og har teirra flagg sæst, vilja vit minnast góðar danskar menn, gleðast við teim, tá tað gongst teim væl, og syrgja við teim, tá Danne- brog verðtir vundi í hálva stong, eins og teir vísa samhuga rnóti okkum og flaggi Føroyinga, tá tað er á stong. Alt hvat tú vil at menniskjan skal gera móti tær, skal tú eisini. vera og gera móti menniskjuni. Tá verður semja °g kærleiki ráðandi. Ungfólkið í Føroyum hevur stóra Vl'rðing fyri Føroya flaggi. Stórur er nugurin at vísa, at tey virða og elska flaggið. . Nógv eru tey sum bera Føroya uagg ti' sjóndar á klæðum teirra, á bringu, og tað er hesin parturin av Før- oya fólki sum kemur-at taka seinasta takið til tess at seta Føroya lands flagg á stong har, ið nú »Dannebrog« veitrar, á Løgtingshúsið, allar embætismanna flaggstengur og »bestillingsmanria« her á landi. Tað verður tá bara Føroya flagg sum veitrar í Føroyum, í einum frium Føroyalandi. Vit ynskja og vóna, at tann stundin er ikki langt burtur. Hesa gleðisstund vóna vit at síggja, Tað verður tá minnsta og yngsta tjóð Norðurlanda, sum hevjar merki sítt saman við hinum tjóðunum. Lat okkum øll taka lógvatak saman hesum til frama. FYLKING FØROYA FÓLKS Fremmandir siga um okkum Før- oyingar: »Syndarligt er at síggja hvussu klandrit hetta fólkið í Føroyum er. Høvdti Føroyingar satnst aínámillum, kutidu teir gjørt land teirra so liviligt hjá øllum Ibúgvum, at neyvan nakað fólk kundi. átt betri land.c Yvaleyst siga gestir okkara satt, at tað er hetta klandrið sum ætt eftir ætt hevur hildið okkum undir fremmavaldi; og gjørt at fremmandavaldshjálparar hava funnið sær góðar sessir í Føroyum, teir hava hjálpt til at hildið illsemju og øvund fram og fremst í fólkasál Føroy- inga, hildið fólkinum niðri í einum vón- loysisKvi, roynt at dripið trúnna á egnu styrki og at kunna liva sum frítt fólk skal liva. Tað verður tó allastaðni um heimin prógvað, at størri og størri mentan gevur fólkinum størri og størri frælsi og sjátv- bjargnistrá. Hetta førur aftur fram viljan til at vera sjálvráðandi, og Føroyingar eru alt fleiri og fleiri farnir at koma eftir, hvussu Føroyar b'est kunnu stýrast sum frítt land og Føroyingar gerast sjálvbjargi og sjálvráðandi fólk. Óivað eru fleiri Føroyingar sálar- sterkir og tora at beia allar trupulleikar, sum tað stríðið at vinna seg fram úr trælalívi til at gerast frímenn leggur á teir; eru nóg sterkir at tola allar tær skarnsbyttur sum fremmandavaldshjálpar- nir blaka á teir í hesum stríðnum. Styrkin fremmandavaldsins hevur fyrst og fremst verið klandrið Føroyingá rnill- um, so peningavaldshjálpin. Hetta seinna nevnda vápnið er tó ikki so hvast nú sum fyrr, tí nú eru Føroyingar alt fleiri og fleiri sterkari peningaliga, eim undan Og aftaná hin síðsta verðaldarbavdagan. Eisini eru nú fleiri Føroyingar gott búgvnir til peningahandil, bankarbeið, assurancaog fremmandasamhandil. Nógvir Føroyingar eru eisini so málkønir menn, at teir kunnu sjálvir gera sáttmálar úti og heima. Tí skuldí nú ikki verið vandi fyri, at her kann liva eitt sjálvráðandi fólk, sum við líka góðum skili og dugna- skapi røkir Føroyaland eins og aðrir kunnu røkja teirra land. Føroyingar kunnu eins og aðrir fáa allan tørvandi »special«-kunnleika, tá goldið verður tað, ið kønir menn krevja fyri at koma higar at læra okkum. Eisini kunnu Føroyingar fara út at læra við peniiif astuðli frá hinurn føroyska sam- felagspeningi. FøðiJandið Føroj'ar lfkist nú hini móður, sum, tá hon lá til hitt ýtarsta, kallaði saman sínar S)-nir. Hon gav teim- um eitt bunti av stavum og be)'ð teimum øllum frá tí elsta til hin yngsta at bróta hetta buntið, men eingin teirra vav mentur til at gera tað. Tá tók hon allar stavirnar úr buntinum og rætti teimum hvør sín stav og bað teir bróta teir, og nú brotnaðu teir lættliga. Móðurin sigur tá til synir sínar: Hygg! Har sfggja tit. Einsamallir eru tit lættir at kúga, inen halda tit saman er eingin mentur at gera t)'kkum nakað. Mínir synir, standi tí saman, verið sam- eintir. Roynt *má tí vera át fáa fólkið í Føroyum burtur frá oyðandi klandri, fáa Føroyingar ;:t semjast, so at teir finna seg aftur sum fólk, vilja liva sum frí- menn í egnum landi eiga at Hva, vera sjálvráðandi. Blaðið „Fríu Føroyar" kemur út fyrst í 8 nr., og bjóda vit Føroyingum at tekna seg sum haldarar til hesi 8 nr., \á tilsamans kostar 2 kr. Peningurin skal gjaldast til posthús ella brævsamlara. Gerid so væl teknid tygum sum haldara. Vit skulu siga frá í gódari tíd vidvfkj- andi vídari líkindum fyri framhaldi, tí útsent verdur soleidis sum pappirstilfar og adrir møgu- leikar gerast gódir til tess.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.