Fríu Føroyar - 25.04.1942, Side 1

Fríu Føroyar - 25.04.1942, Side 1
■ NUMMAR 1 ínnivist her hava øll sum krevja, at føđilandiđ skal gerast frítt og Føroyingar sjálvráđandi. 25. APRlL 1942 Abyrgd hevur blađskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. r Føroya. ídag er flaggdagur Føroya fólks. 1 in 25. aprll 1940 vrarð kunngjørt, at tey føroysku skipini skulu hava Føroya lagg á stong og málað á skipaslðuruar. Soleiðis var tá fólkið í Føróyum komið tað stig fram móti frælsi, sum stór fjøld av Føroj’ingum ynskti at fáa. Skip Føroya hava í tvey ár siglt millum lond við Føroya merki, og har tey koma veit fólk, at á skipinum eru Føroju'ngar, ein Iítil tjóð sum livur á einum lítlum oyggjalandi í Atlantshavi- num. Men á hesum lítla landi er tó ikki enn frælsisstundin tilfullnar komin. Her veitrar enn flagg annara landa tjóð, flagg Danatjóðarinnar. Soleingi sum hetta flagg kann veitra á stong í Føroyum er Førova flagt Sara komið til Føroyalands men er ikk. í odd og egg merki landsins. Mangir góðir menn, føddir í Dan- mark, eru so rættvísir, at teir glaóast satnan við okkum Føroyingum yvír eitt- hvørt framstig vit Føroyingar gera sum tjóð, og teir unna okkum hjartaliga at gerast sjálvráðandi fólk og hava okkara tjóðskaparmerki, unna okkum Føroya flagg. Slíkar menn eru vit Føroyingar góðir við, og teir skulu altíð kenna seg væl í landi okkara Føroyinga. Eins og teir unna okkum alt gott, gera vit somuleiðis yvir einhvønt) fram- burð fyri Danatjóðina, og har teirra flagg sæst, vilja vit minnast góðar datiskar menn, gleðast við teim, tá tað gongst teim væl, og s)rrgja við teim, tá Danne- brog verður vundi í hálva stong, eins og teir visa samhttga rnóti okkum og flaggi Føroyinga, tá tað er á stong. Alt hvat tú vil at menniskjan skal gera móti tær, skal tú eisini vera og gera móti menniskjuni. Tá verður semja °g kærleiki ráðandi. Ungfólkið í Føroyum hevur stóra virðing fyri Føroya flaggi. Stórur er hugurin at vísa, at tey virða og elska flaggið. . Nógv eru tey sum bera Føroya Aagg til sjóndar á klæðum teirra, á bringu, og tað er hesin parturin av Før- oya fólki sum kemur-at taka seinasta takið til tess at seta Føroya lands flagg á stong har, ið nú >.'Dannebrog« veitrar, á Løgtingshúsið, allar embætismanna flaggstengur og jbestillingsmantia* her á landi. Tað verður tá bara Føroya flagg sum veitrar í Føroyum, í einum fríum Føroyalandi. Vit ynskja og vóna, at tann stundin er ikki langt burtur. Hesa gleðisstund vóna vit at stggja. Tað verður tá minnsta og yngsta tjóð Norðurlanda, sum hevjar merki sítl saman við hinum tjóðunum. Lat okkum øll taka lógvatak saman hesum til frama. FYLKING FØROYA FÓLKS Fremmandir siga um okkum Før- oyingar: »SyndarIigt er at síggja hvussu klandrit hetta fólkið í Føroyum er. Høvdu Føroj-ingar samst sínámillum, kundu teir gjørt land teirra so liviligt hjá øllum íbúgvum, at neyvati nakað fólk kundi. átt betri land.« Yvaleyst siga gestir okkara satt, at tað er hetta klandrið sum ætt eftir ætt hevur hildið okkum undir fremmavaldi; og gjørt at fremmandavaldshjálparar hava funnið sær góðar sessir í Føroyum, teir hava hjálpt til at hildið illsemju og øvund fram og fremst í fólkasál Føro) - inga, hildið fólkinum niðri í einum vón- loysishvi, roynt at dripið trúnna á egnu styrki og at kurtna liva sum frítt fólk skal liva. Tað verður tó allastaðni um heimin prógvað, at størri og størri mentan gevitr fólkinum størri og størri frælsi og sjálv- bjargnistrá. Hetta førur aftur fram viljan til at vera sjálvráðandi, og Føroyingar eru alt fleiri og fleiri farnir at koma eftir, hvussu Føroyar best kunnu stýrast sum frítt land og Føroyingar gerast sjálvbjargi og sjálvráðandi fólk. Óivað eru fleiri Føroyingar sálar- sterkir og tora at bera allar trupulleikar, sum tað stríðið at vinna seg fram úr trælalívi til at gerast frímenn leggur á teir; eru nóg sterkir at tola allar tær skarnsbyttur sum fremmandavaldshjálpar- nir blaka á teir ( hesum stríónum. Styrkin fremmandavaldsins hevur f)-rst og fremst verið klandrið Føroyingá mill- um, so peningavaldshjálpin. Hetta seinna nevnda vápnið er tó ikki so hvast nú sum fyrr, tí nú eru Føroyingar alt fleiri og fleiri sterkari peningaliga, enn undan og aftaná hin síðsta verðaldarbardagan. Eisini eru nú fleiri Føroyingar gott búgvnir til peningahandil, bankarbeið, assuranca og fremmandasamhandil. Nógvir Føroyingar eru eisini so málkønir menn, at teir kunnu sjálvir gera sáttmálar úti og heima. Tí skuldí nú ikki verið vandi fyri, at her kann liva eitt sjálvráðandi fólk, sum við líka góðum skili og dugtia- skapi røkir Føroyaland eins og aðrir kunnu røkja teirra land. Føroyingar kunnu eins og aðrir fáa allan tørvandi »special«-kunnleika, tá goldið verður tað, ið kønir menn krevja fyri at koma higar at læra okkum. Eisini kunnu Føroyingar fara út at læra við peningastuðli frá hinurn føroyska sam- felagspeningi. Føðilandið Føroyar líkist nú hini móður, sum, tá hon lá til hitt ýtarsta, kallaði saman sinar synir. Hon gav teim- um eitt bunti av stavum og beyð teimum øllum frá tí elsta til hin yngsta at bróta hetta buntið, men eingin teirra var menlur til at gera tað. Tá tók hon allar stavirnar úr buntinum og rætti teimum hvør sín stav og bað teir bróta teir, og nú brotnaðu teir lættliga. Móðurin sigur tá til synir sínar: Hygg! Har síggja tit. Einsamallir eru tit lættir at kúga, men halda tit saman er eingin mentur at gera tykkum nakað. Mínir synir, standi tí saman, verið sam- eintir. Roynt *má tí vera at fáa fólkið í Føroyum burtur frá ovðandi klandri, fáa Føroyingar at semjast, so at teir finna seg aftur sum fólk, vilja liva sum frí- menn í egnum landi eiga at liva, vera sjálvráðandi. Blaðið „Friu Føroyar" kemur út fyrst í 8 nr., og bjóđa vit Føroyingum at tekna seg sum haldarar til hesi 8 nr., iđ tilsamans kostar 2 kr. Peningurin skal gjaldast til posthús ella brævsamlara. Geriđ so væl tekniđ tygunr sum haldara. Vit skulu siga frá t góđari tíđ viđvfkj- andi víđari líkindum fyri framhaldi, tí útsent verđur soleiđis sum pappirstilfar og ađrir rnøgu- leikar gcrast góđir til tess.

x

Fríu Føroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.