Fjarðbúgvin - 09.05.1972, Side 3

Fjarðbúgvin - 09.05.1972, Side 3
FJARÐBÚGVIN SIÍJA 3 »MEÐAN ORRUSTAN DUNDI« Klætt sum friðarligt hanđilsskip gjørdi tað týska sjórænaraskipið nógv um seg í Suður- atlantshavinum og Indiska havinum. Tað bretska ferðamanna- skipið "City of Exeter" var statt mitt 1 Suðuratlantshavi- num, ta útkiksmaðurin boð- aði frá: "ókent skip nærk- ast". Tað var f mei mánað 1940, og eingin kendi seg tryggan fyri týskum álopi. ^ Men ein hálvan tíína seinni kendi skiparin seg fullvisan i, at tað var tað japanska skipið Kashii Maru - tá var Japan ikki komið upp f krígg- ið. í kikaranum sá hann eina kvinnu, sum koyrdiein barna- vogn aftur ogfram eftir dekki- num. Nakrir menn stóðu og tosaðu saman - smáir dimmir menn við skjúrtuvelunum flagsandi uttan á buksunum - sermerkt fyri japanesar. Skipini heilsaðust ikki. _ Barnavognurin varveruliga tómur, og kvinnan var ikki nøkur kvinna. Sjómenninir á dekkinum høvdu nøvn sum Fritz, Klaus og Karl, og manningin, sum taldi 350 mans, var serútbúgvin: maskinfólk, teknikarar og hermenn. Henda^ hyljingin fjaldi yvir tað týska krígs- skipið "Atlantis", og á brunni stóð ein av teimum mest ræðuligu skiparunum, sum nakrantfð hava herjað áteim- um sjey høvunum. Týskarar høvdu 9 tílík skip undir seinna heimsbardaga. Tilsamans søktu tey 136skip. Men einki av teimum gjørdi m so nógv um seg sum "At- ^ lantis". Frásagnirnarumtann týska sjórænaran fara at liva. so leingi sjófólk eru til. Veruliga hevði "Atlantis" hoyrt til tað týska reiðaríið Hansa. Tá æt tað "Golden- fels" og var eitt skjótt sigl- andi farmaskijD, ið tók 7800 tons. Tá ið kríggið brast á, varð tað útgjørt við seks væl goymdum 15 cm kanónum, fleiri minni kanónum, tor- pedorørum, kanningarflog- fari o.ø. Við Berhard Rogge - einum stórum, vælvaksnum manni á 40 ára aldri - sum skip- ara legði ^"Atlantis" í havið í mars mánað 1940 og snikti seg upp við tí norsku strond- ini - utgjørt sum ein russ- iskur dampari og breyt seg gjøgnum allar verjugarðar út í Atlantshavið. Rogge hevði fingið boð um, at Hann skuldi leypa á øll skip, sum^rund-^ aou Vónar Høvdan Góða á % veg suður um Afrika. Tá ið Rogge 25. apríl fór um linjuna, strikaði hann tað russiska flaggið og "broytti" Atlantis til eitt japanskt skip, sum stutt eftir møtti "City of Exeter" - eitt skip, sum fekk loyvi at sigla víðari, ti tað hevði so nógv ferða- fólk umborð. Fyrsta álopið var gjørt á tað eingilska skipið "Scient- ist". Boðini um at steðga og ikki brúka radio komu púra óvart á tann eingilska skip- aran, men ein fjarritari fekk júst tið at morsaneyðsígnalið "QQQ", sum merkti: "Vápnað handilsskip hevur givið mær boð um at steðga". So skjeyt "Atlantis", rakti "Scientist" miðsskips og oyðilegði radio. 011 manningin, 77 í tali, fór í bátarnar, tveir álvarsliga særdir. Allir vórðu tiknir umborð í "Atlantis", og "Scientist" fekk banasáriðvið einari torpedo. Stutt eftir rundaði "Atlant- is" Vónar Høvdan Góða, og eina tvær vikur seinni hoyrdi Rogge eingilskan sendara á- vara øll skip ímóti einum týskum kríggsskipi, sum varð hildið at halda til í Indiska Havinum, útgjørt sum eitt japanskt skip. Beinan vegin útgjørdi Rogge skip sítt sum tað hollendska skipið "Abbe- kerk". Næsta álopið varð gjørt á taðnorska skipið”Tiranna", sum varfermt við vápnum til tær australsku herdeildirnar f Palæstina. Rogge sendi eina prisum anning umborð, førdi allar fangarnar umborðitað tikna skipið og læt tað f nakrar vikur fylgja í kjalar- vørrinum á Atlantis sum eitt flótandi fongsul. Fyrstíaug- ust mánað fekk tað boð um at koma tiltannhersettapart- in av Fraklandi við o.u. 300 fangum umborð, men tætt við strondina varð tað torped- erað,^ óivað av einum týskum kavbáti. 011 prismumanningin varð bjargað, men 60 fangar sjólótust, harímillum fleiri kvinnur og børn. Ein mánað eftir at Tiranna varð tikið leyp Atlantis á trý skip, og ítær næstuvikur- nar á fimm aftrat. f einum av teimum funnu týskararnir eina pappírskurv við saman- rullaðum uppskriftum, sum góvu lykilin tiltelegrafkoduna hjá tí eingilska handils- flotanum. Eitt annað av skipunum var franska ferðamannaskipið upp á 10.000 tons, "Commissaire Ramel", sum Rogge royndi at fáa tikið óskatt. Men bret- ar høvdu lagt hald á skipið, og tá ið tann australski skip- arin sendi neyðsignal, gav Rogge boð um at skjóta. __ f skymingini fór hetta stóra skipið til botns sum eitt eld- hav, meðan tann kolsvarta royksúlan stóðuppmótihimli. Tann bretska herflota- stjórnin helt nú støðuna vera so álvarsama, at hon gav boð um, at øll skip beinan vegin skuldu geva ljóð frá sær, um tey bóru eyga við "løgin" skip, Mótvegis fekk "Atlantis" boð um at ákjóta uttan ávaring. O. u. helvtin av øllum á- lopnum skipum fekk kortini tið at geva^tey síðstu boðini fra sær, aðrenn tey vórðu oyðiløgd. Tey flestu av teim- um vorðu ^skotin, og mong mannalív týnd. Men Rogge royndi kortini at bjarga so mongum, suin gjørligt. Hann hevði gott pláss til fangar sínar og tok allar umborð, sum hann kundi bjarga^f teir fyrstu tjúgu manaðar, ferðin vardi, hýsti hann sam- anlagt yvir 1000 fangum, monnum og kvinnum f øllum aldri og úr 20 ymiskum lond- um. Teir fingu sama mat sum manningin, fria atgongd til at nýta svimjihylin og at vera á dekkinum um dagin, uttan tá ið klárt skuldi ger- ast til álop. Sanniliga er tað ikki átøkt einum sjórænaraskipi. Teir tiknu skipararnir fingu hvør sfna kahútt. Teir norsku og erisku yvirmenninir stovn- aðu eitt felag, hagar týskarar ofta komu sum gestir. Ein av teimum greiðir frá, at sam- røðan næstan altíð snúði seg um "heimið, havíð og konu- fólk. Politkkur var bann- lýstur. Heystið 1940 var ikkihend- ingaríkt fyri menninar á "Atlantis": bert eitt skip f 40 dagar. Menum miðjannov- ember kom knappliga vend f - trý skip f 48 tfmar. Eitt av teimum var tað enska "Automedon". Tað noktaði fyrst at lýða boðini, men gav seg yvir tá eitt skot drap allar yvirmenninar á brúnni. Millum tey pappír, sum týsk- arar fingu hendur á, var eitt loyniskriv frá ti bretsku stjórnini og ein postsekkur_ til ta bretsku herleiðsluna í Fjareystri. Framhald f næstu viku. Vána f íggjarviður- skifti Indiu Hict velduga trýstið av flótta- fólkastreyminum til India í samband við krfggiðf Bangla- desh hevur komið landinum f figgjarliga kreppustøðu, sum er hin mest álvarsliga, menn vita um f nøkrum landi. Á fundi í Paris hava lond, sum knýtt eru at heim sbankanum, viogjørt hesa kreppustøðu og kannað, hvørji stig kunnu verða tikin at koma India til hjálpar. Umboð fyri 14 lond, ST-stovnar og hjálpistovnar annars mettu, at samlaðu út- reiðslurnar til hjálpiarbeiðið fyri flóttafólk í India vildu røkka uppf 700 m iljónir doll- ars f figgjarárinum, iðjúster er endað (mars 1972). India sjálvt hevur longunýtt 350 mill. dollars til neyð- hjálpararbeiðið, og teir hava onga vón um at fáa henda pening _aftur, hóast fátækra- dømio f India er av tf mesta. Haraftrat hevur heimurin annars fram til árslok seinast nýtt 209 mill. dollarstilsama hjálpararbeiði. Nú eru mo.ng av flóttafólk- unum farin heim aftur til Bangladesh, men neyðin er harfyri eins stór bæðimillum tey, ið heimkomin eru og tey, ið enn ikki eru sloppin heim orsakað av flutningstrupul- leikum. Taðertilættatskilja, at framvegis f langa tiðverð- ur tørvur á hjálp, bæði f peningi, mati og medisini. Indiski búnaðarráðharrin A. P. Shinde, ið hevur stílað fyri indisku hjálpartiltøkunum, sigur, at ongantío áður f søg- uni hevur ein so vónleys upp- gáva verið hjámonnum attaka sær av, og um ikki alheims- samfelagið^ dugur at vfsa á, hvussu hjálp kann verða veitt framvegis, er India ikki ført fyri at halda fram fyri sfn part. Skrivstoviinæmingur Á fútaskrivstovuni er lærupláss leyst atTsøkja. Tey, ið søkja, mugu vera 16 ár, men ikki 18 ár, mugu hava staðið ella vænta at standa realskúla- roynd ella hava við hana javnsetta útbúgving. Løn verður veitt eftir sáttmála millum fíggjar- málaráðið og HK-felagið. Byrjunarlønin er í løtuni 1075,— kr. um mánaðin. Keypið f lærutíðini fær næmingurin handilsskúlaundir- vísing og sjúkrakassalimaskap, ið goldin verður Lesið hiðani. Hondskrivað umsókn, prógv og møgulig viðmæli Haldið verða at senda inn higar áðrenn 15. juni 1972. Tey, ið fáa prógv í summar, senda tað aftaná. FØROYA LANDFÚTI, 27. april 1972. M. NEPPER-CHRISTENSEN fg- Fjarðbúgvan

x

Fjarðbúgvin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.