Fjarðbúgvin - 09.05.1972, Síða 6

Fjarðbúgvin - 09.05.1972, Síða 6
FJARÐBÚGVIN SÚ5A 5 Havfróðingar hava f iskað bláan f isk" Ein amerikansk-ensk- fronsk havrannsóknarferð hevur fingið hendur á nøkrum undrunarverdum. Vestan fyri Madagascar í Indiska havi- num er tað eydnast at fiska ein coelacanth - sum manna millum vanliga verðurnevnd- ur "tann blái fiskurin". Síðani 1938 erubert 12 av hesum slagnum fiskaðir. f flestu fdrum er coelacanth deyður á veg upp frá botni, men í hesum førinurn eydn- aðist tað granskarunum at hava hann a lívi. Hann er ein metur langur og vigar 10 kg. "Tann blái fiskurin" - nú eru fingin 12 eintøk Samsv. Times nýttugransk ararnir ein nýggj_an hátt, so fiskurin kundi fáast í land uttan at hava fingið skaða. Kanningarferðin er undir leiðslu av professaranum Jean Antony frá National History Museum i París. Teir fiskaðu í januarmánað eisini ein annan coelacanth, men hesin doyði, áðrenn hann var fingin at borði. Tað mest frumkenda geisla- dýrið Loyndarmálið við ti bláa fiskinum letur seg næstanikki loysa. Menn vita, at fiskurin var til fyri o.u. 300 milli- ónum árum síðan. Seinni hvarv hann fyri aftur at vísa seg 70 mill. ár seinni. Hvar hann hevur verið hesa tíðina er eingátafyrivitskapsmenn- inar, stendur at lesa í bókini "Havið kring okkum" eftir Rachel Carstons. í desember í 1938 fekk eitt skip'i trolinum út fyri land- synningsendanum á Afrika. Menninir gjørdust bilsnir, tá teir sóu fiskin, ti teir hildu hann verða útdeyðan fyri 60- I 80 mill. árum síðani. Teir førdu hann til næsta museum, har hann varð kannaður av vitskapsmonnum og funnin at verða eitt eintak av ti "blaa fiskinum". Flejri steinrenningar av hesum sjáldsama fiski eru til sættis, og tí er tað gjørligt at siga, at hann hevur livað fyri 300 mill. árum síðani. Coelanthurin, ið er lægst standandi geisladýr, er eitt gott dømi um dýr, sum bert hava havt fáar broytingar í tey 60 mill. árini, ið liðin eru siðan drekarnir høvdu valdið á landjørðini. Vit- skapsmenninir siga, at tað er óhugsandi at hann skal hava livað. FISKISKAPUR VIÐ OG ELORKU LJÓÐI Tað munnu vera fleiriymisk evni, ið gera ein mann til eina fiskiklógv. Minnið, eyg- uni, bragdarhugurin ella sum tað ofta verður nevnt við einum felagsheiti: ánilsi. Tað, sum avger, hvussu stórur fongur, ið fæst, er, ^ hvussu væl ein dugir atroyna, ™ hvussu effektivur reiðskapur- in er, men sjálvandi er tað altavgerandi, hvussu^ nógvur fiskur, ið er undir. Jú tættari fiskurin stendur, tess betur eru møguleikarnir. Tað er^ti ikki løgið, atmenn í mong ár hava lagt høvur í blot fyri at finna fram^til, hvussu fiskur best kann fáast at trunka seg saman. Her verður ikki hugsað um at gjara út, sum jú er elli- gamalt, men nú helst best kent við aðrari merking^ Russiskt havrannsóknar- skip hevur roynt at ávirka sildatorvur við lióði. Ljóð- bylgjur vórðu sendar frá ein- um hátalara, ið varð søktur niður ímóti einari sildatorvu. Sildin ávirkaðist beinan vegin og rendi á botn, men hontókt- ist skjótt at venja seg við ljóðið, ti hon var skjót upp- aftur. Nú var eitt nýtt ljóð roynt. Hetta ljóðið var upp- tikið mitt í einum tunfiska- bólki, sum jagstraði sild. Sild- in íendi nú aftur á botn, men nú varð hon verandi har so leingi, ljóðið varð sent. Á henda hátt hevur verið roynt at hildið eini torvu á botni, til trolið er komiðfram yvir hana, og hevur hetta eydnast. Hetta eru bert roynd- ir, og ikki ber til at siga enn, hvat týdning hetta fær. Fleiri sløg av sildaættini ávirkast av .ljósi’ og søkja móti tí. Hetta hava menn í mong ár gjørt nýtslu av inn- an sardinfiskiskapin í Suður- europa. Nýttur verður ein stórur glúpur, og tættoman- fyri hongur eitt sterkt ljós. í Kaspiska havinum hava menn fingið sera nógva an- sjósu við at nýta ljós sum lokkudorg. Fleiri enn 500 før hava seinastu árini roynt og hava fingið um 100.000 tons árliga. Eini fimti av hesum førum nýta bæði ljós- og el- megi sum veiðiamboð. Ljósið verður fest á endan á einum longum røri, sum so verður sett niður í vatnið. Tá so ansjósurnar hava stúgvað seg saman um ljósið, verða tær verandi har, ti tær eru nú komnar inn í eitt elektriskt øki, hvørs positivi pólur er við endan á rørinum. Á henda hátt fæst ansjósan at standa sera tøtt við endan á rørinum, eftir er so bert at seta pumpurnar til og súgva upp i lastina. 1 vatni er tað ikki óvanligt at nýta ymisk sløg avelektro- reiðskapi, men á sjónum hevur hesin hættur ikki enn vunnið fram. Mangar royndir eru gjørdar, men uttan stórvegis urslit. Nú er tað so, at sjógv- ur er betri elleiðari enn fisk- urin sjálvur, meðan tað er beint øvugt við vatni. Fyrr at kunna ávirka fisk í sjónum við elmegi, mánýtast ógvuliga stór orka, og hon er enn ov dýr. Men kanska fer elektro- fiskiskapurin at vinna fram, tá atomorkan eina ferðverður . tikin í nýtslu umborð á fiski- førum. E LEKTROFISKISKAPUR LEDIGE STILLINGER VED FOLKESKOLEN PAA FÆRØERNE Rettelse til opslag af 24. april 1972 om ledige stillinger til besættelse pr. 1. august 1972 vedfolkeskolen paa Færøerne: Ved Vestmanna skole er følgende stillinger ledige: En stilling som lærer(inde), 1-2 stillinger som timelærer(inde). Til stillingerne vil blive fore- trukket ansøgere, der kan undervise i et eller flere af fagene: drengegymnastik, orinetering, formning eller biologi. FÆRØERNES SKOLEDIREKTION, den i. maj 1972 P. d. v. A. J. Arnskov * ÚTBJÓÐING Vegna Fuglafjarðar kommunu verða fylgjandi arbeiði í sambandi við víðkan av skúlanum í Fuglafirði umfatandi innilokan av.7xll m stór- um tilbyggningi í 4 hæddum, 5x12 m tilbyggn- ingi í einari hædd og liðuggerð av svimjihæll- ini við tveimum skiftingardeildum v.m. út- boðin í almennari licitation. Entreprisurnar eru hesar: 1. Betong- og jarnbetongarbeiði 2. Múraraarbeiði 3. Timburarbeiði 4. Blikksmíð 5. Snikkaraarbeiði 6. Málaraarbeiði 7. Hitaverk^ 8. Ventilatión 9. Sanitet 11. Filturanlegg til svimjihyl 12. El-arbeiði Útboðstilfar fæst á teknistovuni.Bøkjarabrekka 9, Tórshavn móti kr. 200,- í veðhald. Licitatión- in verður á lærarastovuni íFuglafirðifríggjadagin hin 9. juni 1972 kl. ló.OOpgkunnuteir bjoðandi tá Verða hjástaddir. . J. P. Gregoriussen arkitektur m.a.a. BATTARÍ ,SUM HELDUR r 10 AR Sovjetiskir vísindamenn hava uppfunnið eitt batari ,sum ikki vigar meir enn 50 gram, og sum kann lata 6 volt í lOár. Battaríið hevur sum grundarlag ta atomorku , sum fæst úr plutonium-elementi Uppfinnararnir arbeiða núuppá at seta vektina niður í 25 gram Battari av hesum slag ku-tnu- loysa nógvar spurningar í samband við hjartamaskinur o.t. (APN) MíNNAST STORAPÆTUR Petur tann Stóri var mað- urin, sum dró Russland inn á europeisku framburðs- leiðina. Nú hevur ST-stovn- urin UNESCO samtykt, at føðingardagur hansara í 1673 skal hátíðarhaldast. (APN)

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.