Fjarðbúgvin - 09.05.1972, Síða 6
FJARÐBÚGVIN
SÚ5A 5
Havfróðingar
hava f iskað
bláan f isk"
Ein amerikansk-ensk-
fronsk havrannsóknarferð
hevur fingið hendur á nøkrum
undrunarverdum. Vestan fyri
Madagascar í Indiska havi-
num er tað eydnast at fiska
ein coelacanth - sum manna
millum vanliga verðurnevnd-
ur "tann blái fiskurin".
Síðani 1938 erubert 12 av
hesum slagnum fiskaðir. f
flestu fdrum er coelacanth
deyður á veg upp frá botni,
men í hesum førinurn eydn-
aðist tað granskarunum at
hava hann a lívi. Hann er ein
metur langur og vigar 10 kg.
"Tann blái fiskurin" - nú eru fingin 12 eintøk
Samsv. Times nýttugransk
ararnir ein nýggj_an hátt, so
fiskurin kundi fáast í land
uttan at hava fingið skaða.
Kanningarferðin er undir
leiðslu av professaranum
Jean Antony frá National
History Museum i París.
Teir fiskaðu í januarmánað
eisini ein annan coelacanth,
men hesin doyði, áðrenn hann
var fingin at borði.
Tað mest frumkenda geisla-
dýrið
Loyndarmálið við ti bláa
fiskinum letur seg næstanikki
loysa. Menn vita, at fiskurin
var til fyri o.u. 300 milli-
ónum árum síðan. Seinni
hvarv hann fyri aftur at vísa
seg 70 mill. ár seinni. Hvar
hann hevur verið hesa tíðina
er eingátafyrivitskapsmenn-
inar, stendur at lesa í bókini
"Havið kring okkum" eftir
Rachel Carstons.
í desember í 1938 fekk eitt
skip'i trolinum út fyri land-
synningsendanum á Afrika.
Menninir gjørdust bilsnir, tá
teir sóu fiskin, ti teir hildu
hann verða útdeyðan fyri 60-
I
80 mill. árum síðani. Teir
førdu hann til næsta museum,
har hann varð kannaður av
vitskapsmonnum og funnin at
verða eitt eintak av ti "blaa
fiskinum".
Flejri steinrenningar av
hesum sjáldsama fiski eru til
sættis, og tí er tað gjørligt
at siga, at hann hevur livað
fyri 300 mill. árum síðani.
Coelanthurin, ið er lægst
standandi geisladýr, er eitt
gott dømi um dýr, sum bert
hava havt fáar broytingar í
tey 60 mill. árini, ið liðin
eru siðan drekarnir høvdu
valdið á landjørðini. Vit-
skapsmenninir siga, at tað er
óhugsandi at hann skal hava
livað.
FISKISKAPUR VIÐ
OG ELORKU
LJÓÐI
Tað munnu vera fleiriymisk
evni, ið gera ein mann til
eina fiskiklógv. Minnið, eyg-
uni, bragdarhugurin ella sum
tað ofta verður nevnt við einum
felagsheiti: ánilsi.
Tað, sum avger, hvussu
stórur fongur, ið fæst, er,
^ hvussu væl ein dugir atroyna,
™ hvussu effektivur reiðskapur-
in er, men sjálvandi er tað
altavgerandi, hvussu^ nógvur
fiskur, ið er undir. Jú tættari
fiskurin stendur, tess betur
eru møguleikarnir.
Tað er^ti ikki løgið, atmenn
í mong ár hava lagt høvur í
blot fyri at finna fram^til,
hvussu fiskur best kann fáast
at trunka seg saman.
Her verður ikki hugsað um
at gjara út, sum jú er elli-
gamalt, men nú helst best
kent við aðrari merking^
Russiskt havrannsóknar-
skip hevur roynt at ávirka
sildatorvur við lióði. Ljóð-
bylgjur vórðu sendar frá ein-
um hátalara, ið varð søktur
niður ímóti einari sildatorvu.
Sildin ávirkaðist beinan vegin
og rendi á botn, men hontókt-
ist skjótt at venja seg við
ljóðið, ti hon var skjót upp-
aftur. Nú var eitt nýtt ljóð
roynt. Hetta ljóðið var upp-
tikið mitt í einum tunfiska-
bólki, sum jagstraði sild. Sild-
in íendi nú aftur á botn, men
nú varð hon verandi har so
leingi, ljóðið varð sent.
Á henda hátt hevur verið
roynt at hildið eini torvu á
botni, til trolið er komiðfram
yvir hana, og hevur hetta
eydnast. Hetta eru bert roynd-
ir, og ikki ber til at siga
enn, hvat týdning hetta fær.
Fleiri sløg av sildaættini
ávirkast av .ljósi’ og søkja
móti tí. Hetta hava menn í
mong ár gjørt nýtslu av inn-
an sardinfiskiskapin í Suður-
europa. Nýttur verður ein
stórur glúpur, og tættoman-
fyri hongur eitt sterkt ljós.
í Kaspiska havinum hava
menn fingið sera nógva an-
sjósu við at nýta ljós sum
lokkudorg. Fleiri enn 500 før
hava seinastu árini roynt og
hava fingið um 100.000 tons
árliga. Eini fimti av hesum
førum nýta bæði ljós- og el-
megi sum veiðiamboð.
Ljósið verður fest á endan
á einum longum røri, sum
so verður sett niður í vatnið.
Tá so ansjósurnar hava
stúgvað seg saman um ljósið,
verða tær verandi har, ti tær
eru nú komnar inn í eitt
elektriskt øki, hvørs positivi
pólur er við endan á rørinum.
Á henda hátt fæst ansjósan at
standa sera tøtt við endan
á rørinum, eftir er so bert at
seta pumpurnar til og súgva
upp i lastina.
1 vatni er tað ikki óvanligt
at nýta ymisk sløg avelektro-
reiðskapi, men á sjónum hevur
hesin hættur ikki enn vunnið
fram. Mangar royndir eru
gjørdar, men uttan stórvegis
urslit. Nú er tað so, at sjógv-
ur er betri elleiðari enn fisk-
urin sjálvur, meðan tað er
beint øvugt við vatni. Fyrr at
kunna ávirka fisk í sjónum
við elmegi, mánýtast ógvuliga
stór orka, og hon er enn ov
dýr. Men kanska fer elektro-
fiskiskapurin at vinna fram,
tá atomorkan eina ferðverður
. tikin í nýtslu umborð á fiski-
førum.
E LEKTROFISKISKAPUR
LEDIGE STILLINGER VED FOLKESKOLEN
PAA FÆRØERNE
Rettelse
til opslag af 24. april 1972 om ledige stillinger
til besættelse pr. 1. august 1972 vedfolkeskolen
paa Færøerne:
Ved Vestmanna skole er følgende stillinger
ledige:
En stilling som lærer(inde), 1-2 stillinger som
timelærer(inde). Til stillingerne vil blive fore-
trukket ansøgere, der kan undervise i et eller
flere af fagene: drengegymnastik, orinetering,
formning eller biologi.
FÆRØERNES SKOLEDIREKTION, den i. maj 1972
P. d. v.
A. J. Arnskov
*
ÚTBJÓÐING
Vegna Fuglafjarðar kommunu verða fylgjandi
arbeiði í sambandi við víðkan av skúlanum í
Fuglafirði umfatandi innilokan av.7xll m stór-
um tilbyggningi í 4 hæddum, 5x12 m tilbyggn-
ingi í einari hædd og liðuggerð av svimjihæll-
ini við tveimum skiftingardeildum v.m. út-
boðin í almennari licitation.
Entreprisurnar eru hesar:
1. Betong- og jarnbetongarbeiði
2. Múraraarbeiði
3. Timburarbeiði
4. Blikksmíð
5. Snikkaraarbeiði
6. Málaraarbeiði
7. Hitaverk^
8. Ventilatión
9. Sanitet
11. Filturanlegg til svimjihyl
12. El-arbeiði
Útboðstilfar fæst á teknistovuni.Bøkjarabrekka
9, Tórshavn móti kr. 200,- í veðhald. Licitatión-
in verður á lærarastovuni íFuglafirðifríggjadagin
hin 9. juni 1972 kl. ló.OOpgkunnuteir bjoðandi tá
Verða hjástaddir.
. J. P. Gregoriussen arkitektur m.a.a.
BATTARÍ ,SUM HELDUR
r 10 AR
Sovjetiskir vísindamenn hava
uppfunnið eitt batari ,sum
ikki vigar meir enn 50 gram,
og sum kann lata 6 volt í
lOár. Battaríið hevur sum
grundarlag ta atomorku , sum
fæst úr plutonium-elementi
Uppfinnararnir arbeiða núuppá
at seta vektina niður í 25 gram
Battari av hesum slag ku-tnu-
loysa nógvar spurningar í
samband við hjartamaskinur
o.t. (APN)
MíNNAST STORAPÆTUR
Petur tann Stóri var mað-
urin, sum dró Russland inn
á europeisku framburðs-
leiðina. Nú hevur ST-stovn-
urin UNESCO samtykt, at
føðingardagur hansara í
1673 skal hátíðarhaldast.
(APN)