Fjarðbúgvin - 22.03.1973, Blaðsíða 4
HÓSÐAGUR 22. MARS 1973
SfÐA 4
EIN UTTAN-
LANDAFERÐ
i
Frágreióing frá 3. real A í Klaksvík 1971-72
Longu beint aftaná summar-
frí'tioina, fóru vit at tosa um,
at gera eina ferð uttanlanda.
Tað vóru nógv uppskot um,
hvar vit skuldu fara, onkur
tosaði um Moskva, onkur ann-
ar um Sweitz, men tað vtsti
seg ikki, at hugurin var so
storur fyri hesum plássum,
so aftaná drúgt orðaskifti,
komu vit ásamt um at fara til
Spania.
Eitt er at gera sær tankar
um eina uttanlandaferð, nak-
að annað er at føra tað út í
lívið. Tann stóri spurningurin
var at fáa nóg nógvan pening
til vega. Vit høvdu avgjørt at
fara til Torremolinos í Span-
ia, ið ikki liggur so langt frá
Gibraltar, og høvdu roknaðút,
at hetta kom at kosta 3.000,00
kr. fyri hvønn uttan lumma-
peniiig.
Vit gjørdu av at royna at
skaffa so nógvan pening til
vega sjálvi sum gjørligt, so
vit byrjaðu beinan vegin uppá
hetta. Fyrst var skipað fyri
skemti ífimleikarhøllini, sið-
ani arbeiddu vit hjá kommun-
uni, skipaðu fyri hondbólts-
kapping í ftrottarhøllini Gf
- Stjørnan, genturnar sótu
barnagentur um^ kvøldarnar,
eydnuhjól á Sjómannsheim-
inum, og mangt annaði Vit
søktu eisini um hjálpfrákom-
mununi og var hetta okkum
játtað, Landsstýrið gav eisini
eitt sindur, Norðoya Spari-
kassi, Føroya Bjor og P/f
Stella lótu eisini.
So mikið kom inn, at vit
fingu næstan nokk til ferðir
og uppihald.
Provtøkan kom, ogvithøvdu
ikki stundir at arbeiða meira,
tí nú skuldi ein jú lesa eitt
sindur, so vit ikki øll skuldu
byrja 1 3. real aftur næsta
ár.
5. juli løgdu vit so frá lan-
di, við vóru: Sum leiðarar
Frá Novo (Insulinsymbolið)
Insulinhúsið N O V O í Keypmannahavn
Ólavur á Toftini og Oliver og
Elsa Joensen, næmingar, Poul
Sofus Borðoy, FisherHeine-
sen Johannesen, BjartiThom-
sen, Sjúrður Eliassen, Karl
Heri Joensen, Jóan Hendrik
Samuelsen, Finnur Sivertsen,
Anna Poulsen, Elisabeth Sa-
muelsen, Elisabeth Poulsen,
Hilda Andreassen,GudnyJac-
obsen, Steinvør Joensen og
Jacobina Joensen.
Vit reistu niður til Dan-
markar við "Kronprins^ Fre-
derik", og var hesin túrurin
ein av teimum bestu. Vit sótu
á dekkinum allan dagin og sun-
gu og hvødu ymist til undir-
halds, við á ferðini var eitt
norskt popp-orkestur, sum
kallaði seg Remember, og
teir áttu storan lut í, at ferð-
in var so væleydnað.
Komin til Esbjerg, fóruvit,
aftaná at hava bíðað í umleið
ein tíma við toki til Keyp-
mannahavnar. Veðrið varikki
av tí" besta fDanmarkum hesa
tíðina, vit steðgaðu har í eina
viku og sóu ongatíð sólina.
Aftaná at hava hvílt okkum
ein dag á Pensionat Gibralt-
ar, har vit búðu, fóru vit at
nyggja at fabrikkini Novo, har
ímillum annað insulin verður
gjørt, hetta var ógvuliga á-
hugavert, serliga bitu vit
merki í, hvussu nógv teir
høvdu gjørt fyri, at alt skuldi
verða so sterilt sum gjørliyt.
Á Zoologisk museum voru
vit eisini, har høvdu teirhesa
vikuna, ið vit vóru har, eina
serliga útstilling, sum teir
kallaou ^Havið. Denturin var
lagdur á at vísa fólki, hvus-
su nógv lfv var í havinum,
og hvussu vandamikil dálk-
ingin av havinum er.
(Um kvøldið henda daginvar
nógvur gangur av føroyskum
skulaungdómi í Tivoli.
Dagin eftir var farið inn á
Tuborg, har vit sóu, hvussu
malt og annað gjøgnumgekk
ymiskar processir og bleiv
til øl, og aðrenn vit foru, vó-
ru vit boðin inn í ein sal at
smakka uppá vørurnar og
sungu so "Tú alfagra land
rnítt", áðrenn vit fóru.
Hetta kvøldið var gangurin
á Bakkanum.
Fjórði dagurin var nýttur
til at vitja fólk, tey flestu
høvdu onkran at vitja, so vit
komu seint tilhúshettakvølđ-
ið, og var tf ikki skipað fyri
nøkrum serligum.
Fimta dagin var skipaðfyri
einari útferð til Norðursæ-
lands við bussi, fyrst var
Kronborg vitjað, vit vóru inni
á Sjófartsmuseum, kirkjuniog
kassemattunum, har Holger
Danski sat og svav, hann er
vorðin ógvuliga hvítur og
gamal í seinastuni, siðanihil-
du vit fram til Gilleleje og so
inn í landið og aftur ’til Klam-
penborg.
Sætti dagurin varð nýttur til
at fara í smáum flokkum at
hyggja at Keypmannahavn, og
var tað ymist, sum tey ymis-
ku fingu burturúr, summarav
gentunum høvdu fingið heldur
nógv burturúr, onkur av
dreingjunum hevði sitið og
hildið í hondini á einari om-
mu, men tey flestu hdvdu vist
verið og svomið.
Hugt verður at tarvafekting-
Sjeynda dagin gjørdu vit
okkum til at fara viðari, alt
viðførið, sum ikki skuldi við
til Spania, varð nú goymt
burtur, og vit finguordrar frá
leiðarunum at hava so lítið við
sum^gjørligt. ,
Nu svimjuhallarmalið er
so aktuelt, er kanska rætt at
skoyta uppi her, at tá vit fóru
úr Føroyum, vóru, taðberttrý
av okkum næmingum, sum
dugdu at svimja, men aftaná
hesa vikuna, var tað eingin,
sum ikki dugdi at halda sær
uppi, so skjott kann tað lær-
3St
Úm kvøldið 14. juli fóru vit
so í flogfarið og vendu nøsina
suðureftir, hetta var ^eia
spennandi ferð, ti bert fa av
okkum høvdu flogið fyrr, bert
spell, at hettá var um nattina,
men vit sóu ljósini fra teim-
um stóru býunum, og vit fin-
gu eitt kort frá flogskipara-
num, sum^segði okkum frá,
hvar vit vóru. Kl. 3 um nátt-
ina lendu vit á flogvøllinum
uttanfyri Malaga, tað var
myrkt, men' so heitt, at tað
var sum at renna seg ímóti at
koma út úr flogfarinum Her
lovaðu tey flestu olmussu, tt
um tað var heitari um dagin,
roknaðu vit ikki við at kom a at
liva leingi her. Aftaná atvera
komin^ ígjøgnum tollin í øll-
um góðum, vóru vit koyrd í
bussar, ið skuldu koyrá okk-
um til Torremolinos, har vit
høvdu ferðaseðlar til eitt ho-
tell sum æt Ap artementos
Playamar. Komin til Torre-
molinos, vóru vit vist inn á
kømrini, har vit skuldu búg-
va, og tað var frøi á okkum,
Hetta vísti seg^ ikki at vera
kømur, men stórar og góðar
flaúðir við køki, stovu og tvei-
mum kømrum, har tveykundu
sova í hvørjum, og uttanfyri
var stór altam har ein kundi
njóta sólina. I køkinum vóru
allir hentleikar, so har var
lagað manni at gera mat, og
gjørdu vit hetta ofta.
Uttanfyri hotellið var ein
stórur svimjilwlur, og einar
100 metrar niðanfyri lá Mið-
alhavið. Her høvdu vit so
mangar góðar og minniligar
løtur, vit svumu, leigaðu ross,
súklaðu á vatnsúklum, spældu
borðtennis og mangt annað.
Hotellið, ella rættari sagt
hotellini, tf Playamar vareitt
hotel samansett av 22 blokk-
um uppá 15 hæddir hvør, oglá
uttan fyri Torremolinos einar
3 kilometrar, og hvørt kvøld
kl. i 9 fóru vit við bussi inn í
býin at eta náttverða.
Umframt at sóla okkum
gjørdu vit eisini útferðir, men
av tfl at hitin var so ógvuliga
nógvur, bar tað ikki til^at
gera ov nógv av. Ein túr fóru
vit inn {landið og sóu, hvussu
fólk livdu har, vit koyrdu í-
gjøgnum ymiskar spnáarbygd-
ir, steðgaðu eina løtu, so vit
kundu ganga runt og hyggja,
ógvuliga fatæksligt^ vísti tað
seg at verða, menfólkini vóru
blio, og tað, sum vit 'løgdu
mest merki til, var, hvussu
reint og hvítt altvar. Á hesum
túrinum vóru vit inni á einum
bóndagarði, vit bitu merki í,
Framhalđ á bls. 7