Fjarðbúgvin - 22.03.1973, Síða 4

Fjarðbúgvin - 22.03.1973, Síða 4
HÓSÐAGUR 22. MARS 1973 SfÐA 4 EIN UTTAN- LANDAFERÐ i Frágreióing frá 3. real A í Klaksvík 1971-72 Longu beint aftaná summar- frí'tioina, fóru vit at tosa um, at gera eina ferð uttanlanda. Tað vóru nógv uppskot um, hvar vit skuldu fara, onkur tosaði um Moskva, onkur ann- ar um Sweitz, men tað vtsti seg ikki, at hugurin var so storur fyri hesum plássum, so aftaná drúgt orðaskifti, komu vit ásamt um at fara til Spania. Eitt er at gera sær tankar um eina uttanlandaferð, nak- að annað er at føra tað út í lívið. Tann stóri spurningurin var at fáa nóg nógvan pening til vega. Vit høvdu avgjørt at fara til Torremolinos í Span- ia, ið ikki liggur so langt frá Gibraltar, og høvdu roknaðút, at hetta kom at kosta 3.000,00 kr. fyri hvønn uttan lumma- peniiig. Vit gjørdu av at royna at skaffa so nógvan pening til vega sjálvi sum gjørligt, so vit byrjaðu beinan vegin uppá hetta. Fyrst var skipað fyri skemti ífimleikarhøllini, sið- ani arbeiddu vit hjá kommun- uni, skipaðu fyri hondbólts- kapping í ftrottarhøllini Gf - Stjørnan, genturnar sótu barnagentur um^ kvøldarnar, eydnuhjól á Sjómannsheim- inum, og mangt annaði Vit søktu eisini um hjálpfrákom- mununi og var hetta okkum játtað, Landsstýrið gav eisini eitt sindur, Norðoya Spari- kassi, Føroya Bjor og P/f Stella lótu eisini. So mikið kom inn, at vit fingu næstan nokk til ferðir og uppihald. Provtøkan kom, ogvithøvdu ikki stundir at arbeiða meira, tí nú skuldi ein jú lesa eitt sindur, so vit ikki øll skuldu byrja 1 3. real aftur næsta ár. 5. juli løgdu vit so frá lan- di, við vóru: Sum leiðarar Frá Novo (Insulinsymbolið) Insulinhúsið N O V O í Keypmannahavn Ólavur á Toftini og Oliver og Elsa Joensen, næmingar, Poul Sofus Borðoy, FisherHeine- sen Johannesen, BjartiThom- sen, Sjúrður Eliassen, Karl Heri Joensen, Jóan Hendrik Samuelsen, Finnur Sivertsen, Anna Poulsen, Elisabeth Sa- muelsen, Elisabeth Poulsen, Hilda Andreassen,GudnyJac- obsen, Steinvør Joensen og Jacobina Joensen. Vit reistu niður til Dan- markar við "Kronprins^ Fre- derik", og var hesin túrurin ein av teimum bestu. Vit sótu á dekkinum allan dagin og sun- gu og hvødu ymist til undir- halds, við á ferðini var eitt norskt popp-orkestur, sum kallaði seg Remember, og teir áttu storan lut í, at ferð- in var so væleydnað. Komin til Esbjerg, fóruvit, aftaná at hava bíðað í umleið ein tíma við toki til Keyp- mannahavnar. Veðrið varikki av tí" besta fDanmarkum hesa tíðina, vit steðgaðu har í eina viku og sóu ongatíð sólina. Aftaná at hava hvílt okkum ein dag á Pensionat Gibralt- ar, har vit búðu, fóru vit at nyggja at fabrikkini Novo, har ímillum annað insulin verður gjørt, hetta var ógvuliga á- hugavert, serliga bitu vit merki í, hvussu nógv teir høvdu gjørt fyri, at alt skuldi verða so sterilt sum gjørliyt. Á Zoologisk museum voru vit eisini, har høvdu teirhesa vikuna, ið vit vóru har, eina serliga útstilling, sum teir kallaou ^Havið. Denturin var lagdur á at vísa fólki, hvus- su nógv lfv var í havinum, og hvussu vandamikil dálk- ingin av havinum er. (Um kvøldið henda daginvar nógvur gangur av føroyskum skulaungdómi í Tivoli. Dagin eftir var farið inn á Tuborg, har vit sóu, hvussu malt og annað gjøgnumgekk ymiskar processir og bleiv til øl, og aðrenn vit foru, vó- ru vit boðin inn í ein sal at smakka uppá vørurnar og sungu so "Tú alfagra land rnítt", áðrenn vit fóru. Hetta kvøldið var gangurin á Bakkanum. Fjórði dagurin var nýttur til at vitja fólk, tey flestu høvdu onkran at vitja, so vit komu seint tilhúshettakvølđ- ið, og var tf ikki skipað fyri nøkrum serligum. Fimta dagin var skipaðfyri einari útferð til Norðursæ- lands við bussi, fyrst var Kronborg vitjað, vit vóru inni á Sjófartsmuseum, kirkjuniog kassemattunum, har Holger Danski sat og svav, hann er vorðin ógvuliga hvítur og gamal í seinastuni, siðanihil- du vit fram til Gilleleje og so inn í landið og aftur ’til Klam- penborg. Sætti dagurin varð nýttur til at fara í smáum flokkum at hyggja at Keypmannahavn, og var tað ymist, sum tey ymis- ku fingu burturúr, summarav gentunum høvdu fingið heldur nógv burturúr, onkur av dreingjunum hevði sitið og hildið í hondini á einari om- mu, men tey flestu hdvdu vist verið og svomið. Hugt verður at tarvafekting- Sjeynda dagin gjørdu vit okkum til at fara viðari, alt viðførið, sum ikki skuldi við til Spania, varð nú goymt burtur, og vit finguordrar frá leiðarunum at hava so lítið við sum^gjørligt. , Nu svimjuhallarmalið er so aktuelt, er kanska rætt at skoyta uppi her, at tá vit fóru úr Føroyum, vóru, taðberttrý av okkum næmingum, sum dugdu at svimja, men aftaná hesa vikuna, var tað eingin, sum ikki dugdi at halda sær uppi, so skjott kann tað lær- 3St Úm kvøldið 14. juli fóru vit so í flogfarið og vendu nøsina suðureftir, hetta var ^eia spennandi ferð, ti bert fa av okkum høvdu flogið fyrr, bert spell, at hettá var um nattina, men vit sóu ljósini fra teim- um stóru býunum, og vit fin- gu eitt kort frá flogskipara- num, sum^segði okkum frá, hvar vit vóru. Kl. 3 um nátt- ina lendu vit á flogvøllinum uttanfyri Malaga, tað var myrkt, men' so heitt, at tað var sum at renna seg ímóti at koma út úr flogfarinum Her lovaðu tey flestu olmussu, tt um tað var heitari um dagin, roknaðu vit ikki við at kom a at liva leingi her. Aftaná atvera komin^ ígjøgnum tollin í øll- um góðum, vóru vit koyrd í bussar, ið skuldu koyrá okk- um til Torremolinos, har vit høvdu ferðaseðlar til eitt ho- tell sum æt Ap artementos Playamar. Komin til Torre- molinos, vóru vit vist inn á kømrini, har vit skuldu búg- va, og tað var frøi á okkum, Hetta vísti seg^ ikki at vera kømur, men stórar og góðar flaúðir við køki, stovu og tvei- mum kømrum, har tveykundu sova í hvørjum, og uttanfyri var stór altam har ein kundi njóta sólina. I køkinum vóru allir hentleikar, so har var lagað manni at gera mat, og gjørdu vit hetta ofta. Uttanfyri hotellið var ein stórur svimjilwlur, og einar 100 metrar niðanfyri lá Mið- alhavið. Her høvdu vit so mangar góðar og minniligar løtur, vit svumu, leigaðu ross, súklaðu á vatnsúklum, spældu borðtennis og mangt annað. Hotellið, ella rættari sagt hotellini, tf Playamar vareitt hotel samansett av 22 blokk- um uppá 15 hæddir hvør, oglá uttan fyri Torremolinos einar 3 kilometrar, og hvørt kvøld kl. i 9 fóru vit við bussi inn í býin at eta náttverða. Umframt at sóla okkum gjørdu vit eisini útferðir, men av tfl at hitin var so ógvuliga nógvur, bar tað ikki til^at gera ov nógv av. Ein túr fóru vit inn {landið og sóu, hvussu fólk livdu har, vit koyrdu í- gjøgnum ymiskar spnáarbygd- ir, steðgaðu eina løtu, so vit kundu ganga runt og hyggja, ógvuliga fatæksligt^ vísti tað seg at verða, menfólkini vóru blio, og tað, sum vit 'løgdu mest merki til, var, hvussu reint og hvítt altvar. Á hesum túrinum vóru vit inni á einum bóndagarði, vit bitu merki í, Framhalđ á bls. 7

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.