Fjarðbúgvin - 22.03.1973, Síða 6

Fjarðbúgvin - 22.03.1973, Síða 6
HÓSDAGUR, 22. MARS 1973 SI*DA 6 Liðkappingin millum Havnar Fimleikafelag og Støkk á Glyvrum verður sunnudagin 25. mars f ítróttahøllini f Klaksvík. Liðkappingar mill- um hesi bæði feløg havaverið seks tey seinastu árini, og hevur HF vunnið hvørja ferð uttan seinasta ár, tá ið bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá Støkk vunnu. Taðergivið, at fólk eru spent eftir at frætta, hvussu f árfer atgangastokk- ara bestu fimleikarum. Kappast verður um ferðar- steyp, sum bæði feløgini hava givið. Um hetta stevp varð fyrstu ferð kappast í fjør, og vann sum sagt Støkk. Regl- urnar eru, at tað skal vínnast 3 ár á rað ella fyrst 5 ferð- ir. Áskoðararnir koma at sigg- ja so frægar fimleikarar sum Elnu Johansen, Katrin Chris- tiansen, og Erlu Højgaard - Johann Kjeld, Bynna Lam- hauge og Kristian Edvard Knudsen. Vit ynskja øllum góða eyd- Nakrir av Støkk-fimleikarunum, ið luttaka í nu‘ liókappingini. LIÐ- KAPP- INGIN HF- STOKK Opið: Mánadag - fríggjadag kl. 8 - 17.30 Leygardag - stongt. RADIOBOÐlNi Tlí. Runavik 7008 Saltangará Keypið Lesið Haldió 'V V. Øj % FJAHÐBtJGVAN M»M Hesin Scania lastbilurin hjá Óla Chr. Danielsen f Salt— angará sigst vera størstur ay sinum slag í landinum. Hann lastar ikki færri enn 10,3 tons. Tess vegna kundi bilurin uttan nakao himpr flutt t. d. allar rytuvíkingar heim 1 senn, um vit styðja okkum við siðsta manntal og seta með- alvektina pr, fólk til 100 pund. Við manntalið 16. nov. -70 vóru 207 fólk í Rytuvík. Tað er^eyðvitað greitt, at so mong fólk hevði lastin ikki tik- ið, men vektina av teim hevði hon tó borið. Framhald frá bls. 5 Fiskimarks... tøkur av hesum trolbátum, og er slíkt keðiligt. Spurningurin er so bert, skal troling loyv- ast ella ikki? Trolloyvi? Undirritaði hevur fleiri ferðir fyrr gjørt greitt, at hafiP er íímóti at geva trol- loyvi á landleiðini innan fyri nuverandi fiskimarkið. Eitt annað vildi verið, um vit við- kaðu fiskimarkið. Taðergivið og logiskt at viðka vit fiski- markið, so verður økiðinnan- fyri størri og harvið veiði- møguleikarnir tilsvarandi størri. Lat okkum t.d. siga, at vit fluttu fiskimarkið frá 12 át á kanska 50 fjórðdngar. Hetta vildi givið okkum eitt fleiri ferðir størri egið øki enn tað, vit nú hava. Sum^eg segði herfyri, so fara útróð- rarbátarnir ikki við linu ella snellu út á 40 ella 50 fjórð- ungar at royna. Hetta økið kundu trolbátarnir so fingið. Vit 'kunnu t.d. skjóta upp, at trolloyvið verður givið frá 30 fjórðingum og úteftir, meðan utróðrarbátarnir so havaøkið innanfyri. Hvat vísa annars kanningar rannsóknarstovu- nar ímillum 30 og 50 fjórð- ungar? Tað kann ikki tosast uttan- um , at trol er eitt oyðandi veiðiamboð fyri fiskastovnin. Vit hava verið vitni til^hetta fleiri staðir runt klótuna: Trolarar hava grópað har í áravís, soleiðis atnúfæstikki sterturin á hesum leiðum. Vit eiga at lata hetta vera okkum eina ávaring. Meneg dugieis- ini at skilja, at trolbataeig- arar vilja hava umstøður og møguleikar at nýta bátar og amboð sfni. Hettaer sjálvsagt. Avgerðin Vit mugu vera samđir um, at her krevur skilábesta av- gerð at verða tikin. Hermega menn ikki leypa framav. Undirritaði hevur ta hugs- an, at flyta vit fiskimarkið út, so fáa vit væl størri møgu- leikar at nýta lfnu, snellu og trol oggørnálandleiðiniin'nan, fyri eitt t. d. 50 fjórðunga fis-* kimark. Trolbáta- og útróð- rabátaeigararí Fylkist saman f semju um at fáa fiskimark- ið flutt út á t.d. 50 ella 70 fjórðungar. Hetta vildi givið báðum pørtum betri royndar- umstøður, og hvat er betrienn slóc loysn? Tað ræður um atfinnafram til bestu loysnina. Vit kunnu uttan iva semjast uin, atvíðk- an av fiskimarkinum er ein- asta rætta loysnin, sum gagn- ar øllum pørtum best. Tað^ ræður tf um at streingja a tingið at fáa tað at gera nak- að veruligt. Hvat verður gjørt? Sum áður sagt, so fall upp- skot tjóðveldisfloksins á tin- gi um viðkan^ av fiskimark- inum. Tað vóru samgongu- flokkar landsstýrisins, iðfel- du hetta uppskot, iðvildigagn- að øllum pørtum innan fiski- vinnuna og landinum sum heild. Tað kann ti sigast, at samgongan her var við til at taka ein framtfðarmøguleika undan tjóðokkaraoglívihenn- ara. Tað verður tosað um, atvit eiga at bíða^ eftir altjóða ráð- stevnuni hjáSameindum Tjoð- um, sum verður komandi ár um fiskimark og avmarking- ar innan veiðu. Hendan ste- na er longu vorðin útsett, og tað er eins væl møguligt enn, at hon verður útsett einaferð so og so mong ár enn? Nei. vit eiga at handla : ^ skjotast gjørligt f hesum máli. Løgtingið hevur longusam- tykt, at "landgrunnurin er føroysk ogn." Hetta sigur við øðrum orðum, atviteigahavið^ uttan um land okkara út á kantin. Eiga vit ikki at nýta hesi rættindi okkara? Við at loyva bretum, tvskarum, russum o.ø. at veioa á hes- um øki, ásanna og viðganga vit alment, at vit frásigaokk- um rættin til landgrunn okk- ara. Tað kann við øðrum orð- um sigast^ at vit ikki full- føra eina lógliga gjørda løg- tingssamtykt. (Men hetta er jú ikki eindømi.') Lanđsstýrið ? Og hvat ger so. landsstýrið? Fyri stuttum fóru teir niður til Keypmannahavnar at samraðast um viðurskifti okkara við bretar uttan fyri fiskimarkið. Hesar samrað- ingar vóru harðliga mót- mæltar av tingmonnum, men hildu kortini otarnaðar fram. Hevur landsstýrið heimild til slíkar samráðingar uttan løgtingið?!" Vit eiga at krevja avlands- stýrinum, at taðger nakaðpo- sitivt innan fiskimarksmálið. Tað er sannføring flesto før- oyinga, at neyðugter viðvíðk- an av fiskimarki okkara út á t.d. 50ella70fjórðungar. Hvat hendan vfðkan vildi ført við, kunnu vit savna saman f ein setning, nevniliga: gang fyri allar partar. Er tað ikki skylda lands- stýrisins at fremja tiltøk og arbeiði, ið eru gagn fyritjóð- ina. Hvat eru teir komnir f landsstýrið til? Hvørji eru fyrstu lyfti føroysku politilf- ara? Nevniliga hetta og hatta fyri veljararnar, og ta er alt gagn. Men hvussu nú f hálv- runnum valskeiði? Árni S. F. Joensen

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.