Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Page 1
r|ARÐBUGUin
Nr. 9 Hósdagur, 3.mei 1973_3. árg.
FJALLASMOGAN
f dag er krossmessa - tann
tíðin á árinum "tá ið fold-
in hon vaknar, hin ungmoy so
frið," soleiðis sum Tróndurá
Malarenda so vakurt tekur
til orðanna í sínum yndisliga
náttúrulýsingarsongi.
Hóast onkur sprænur ella
snertur í veðurlagnum kann
fáa fjøllini athvítna um kross-
messuleitið og út eftir, so er
henda tíðin tó byrjanin til tann
árspartin - summarið- har
mest kann fáast á skaftið á
arbeiðsøkjunum bæði innan
og uttan eingjargarðarnar.
Eina ferð { vetur ljóðaði,
at projekteringsarbeiðið av
Eysturoyartunlinum skuldi
umsíðir avgreiðast við ti í
hyggju, at tað ^skuldi ^verða
tilboosklárt og útboðið áðrenn
1. apríl.
At henda ætlan og avgerð
heldur ikki helt - nú apríl-
mánaður er farin aftur um
bak - stendur sjálvandihvørj-
um manni greitt.
Tað er ti ikki so løgið, at
eystringar, hvørs lyndiseyð-
kenni altíð hava boriðorðfyri
at verið sáttlig í skapi, nú
meira enn nakrantíðeru við at
missa bæði^ tol og vanliga
samfelagstrúgv, tá tað snyr
seg um bergholsmálið her í
oynni. '
Fyri góðum 2 1/2 árum síð-
an - stuttfyri veturnætur 1970
- varð, sum flestum kunnugt,
farið undir vegagerð niðan
til ætlaða bergholsmunnan
Millum Fjarða.
Fólk frøddust og^ trúðu, at\
ramasti álvari búði undir,
og at ikki varð helmað í, fyrr
enn samanbundið var við
vegastrekkið fyri vestan og
norðan.
Enn meira sannførd gjørd-
ust fólk um, at dreymurin fór
at gerast veruleiki, tá iðFør-
oya løgmaður á tingsins røð-
arapalli á ólavsøku árið eftir
segði, at bergholsgerðin í
Eysturoynni væntandi bleiv
liðug 1 fíggjarárinum 74/75.
Sjálvandi er tað algreitt, at
tað eru ikki allar metingarog
ætlanir landsstýrisins og løg-
mans, ið kunnu halda út í odd
og egg, tf eisini tær eru - sum
alt annað - undirgivnar so
mangar viðbreknar fortreyt-
ir.
Tá hetta er sagt - sam-
stundis sum hetta løgtings-og
landsstýrisskeiðið er langt
runnið, og likviditeturin hevur
verið sera góður, hevureintó
loyvi, við øllum kortunum á
hondini at siga, at tað erbæði
ófatuligt og út um alt mark
atfinningarvert, at einki - al-
deilis einki - munagott hevur
verið gjørt í hesum góðu tið-
um til tess at ávirka vegin og
bróta slóð gjøgnum fjallið fy-
ri hesi meginferðsluæðr.
Hví er onki vorðið gjørt?
Eitt svarið sigst vera hetta,
át brúgvagerðin um Streym
in, ið er kanska meira enn
trfegjar ferðir so dýr, sum
vio arbeiðsbyrjan var mett,
hevur sogið allar fjalla-
smoguarbeiðspengarnar f
seg. x
Tað finnasthelsteisinionn-
ur svør, men bert hetta er tó
soleiðis háttað, at tað krevur
eina almenna lýsta frágreið-
ing.
LÆKNAVAKTIR
Leygardagin 5. mei
Sunnudagin 6. mei
Leygardagin 12. mei-
Sunnudagin 13. mei-'
Eingin viðtala leygardag!
Emma Winther
Tlf. 38, Fuglafjørður
Poul Olsen
Tlf. 7010, Saltangará
Tað ljóðar annars, at ætlan
iandsstyrisins er, at farast
skal undir bergholsgerðina
fjúrtan dagar undan vetur-
nætrum - dygst upp undir
ein nýggjan vetur!
Ynski, rættvisis- og sømd-
aráheitan eystringa nú um
krossmessuleitið er henda, at
farið eigur at verða undir he-
sa gerð straks nú á várdeg-
num, meðan summarið reiv-
ast.
STOKK UTTANLENDIS
Vit hava frætt, at fimleika-
felagið "Støkk" skal uttan-
lendis x summar, og fara vit
at spyrja teir, um nakað er
{hesum.
Vit: Tit fara uttanlands f
summar?
Teir: Tað er ætlanin. Vit
eru bodnir til Bornholm Sv
Neksøs gymnastikforening
við einum kvinnuliði og ein-
um mansliði.
Vit. Hvussu stór verða lið-
ini?
Teir: Liðini verða 8-9 fta-
li + leiðarar, so tað verða 20
í alt, sum fara av landinum;
men enn er ferðin ikki enda-
liga løgd. Vit fara helst úr
Føroyum 15. juli við flog-
fari, og vera so einar tveir
dagar í Keypmannahavn, áðr-
Yvir til baksíðina—
Skálafjarðar Málingahandil
3850 Saltangará . . Telefon (4) 7337
VATNLEIÐINGAR TRYKKRØR og alt FITTINGS
Føroyingar nýtið tykkara egnu framleiðslu!
Keypið plastic trykkrør yatnleiðingar, bend greinar o.a., fittings frá okkum.
Allir ordrar verða avgreiddir skjótast.
Vinarlið heilsan Pf. NORTH ATLANTIC PLAST
Telf. 12151 og 11725 Tórshavtí.