Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Síða 6

Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Síða 6
HÓSDAGUR, 3. MEI 1973 SÍÐA 6 Føroya Skúlabókagrunnur hevur nú um dagarnar ^ivið út eina heila røð av bokum og heftum , tey eru : Smáir Skúlaleikir, Piltarnir og 5 ævintýrheftir. "Smáir Skúlaleikir" eru umsettir av Elin Mortensen. Leikirnir eru: Snjóhvíta, Tornarósa, Kýsareyða, Øsku-Fia, Móses og Minsti- Engil. Hetta eru nøvn, sum vit øll kenna sera væl, so ikki er neyðugt at siga nak- að um innihaldið; uttan tað, at umsetingin er smidliga framd. Við hesum leikum ber til at taka nakað við f und- irvísingini, sum helst eigjur at vera við, nevniliga sjon- leikin, hetta at børnini læra at upptrakka fritt yvir fyri hvørjum øðrum. Eisini ber til at seta serligan dám á onkra løtuna, eitt nú til for- eldraveitslur, har foreldur so kunnu síggja børn sini leika. Bókin er 38 blaðsíður og kostar 11 krónur. "Piltarnir" er 35 blaðsíð- ur stór, skrivað hevur Jo- hannes Enni. ^Nógvar tekningar eru f bókini, tær hevur ^ Bárður Jacobsen teknað. Bókin snýr seg um vinmenninar Kara og Jógvan, sum snimma ein morgun^ fara niðan at leita eftir pápa Kára og Jógvan, eftir pápa Kára, sum er og sjýtur harur. Eftir ymsar trupuleikar koma teir aftur til hús. Bókin kostarókrón- ur. Jóhs. Enni hevur týttævin- týr'úr ymsum londum, o§ ;jrunnurin hevur givið tey ut i fimm heftum, sum hvørt kostar 3 krónur. Ævintýrini eru týdd eftir Lisbeth Al- green-Petersen, tekningar- nar eru eftir Erik Hjort Nielsen og Erik Holm. Hesi ævintýr^eru vasl hóskandi til framinjálestur 'í teim yngstu klassunum, og aftast íteim- um eru spurningar, har næmingarnir kunnu prógva, at teir hava fingið nakað við av søguni og skilt nakað av innihaldinum. HARRA ÁRNI S. F. JOENSEN f brævi tygara \ Fjarðbúgva- num nr. 8 skriva tygum um Fjarðavegin í samband við vegin inn f Fjørð. Tá talan er um Fjarðavegin, so er tað vegurin fmillum Funnings- fjørð og Skálafjørð, meint verður við, og eg haldi, vit skulu royna at halda okkum til^ tey nøvnini fedrarnir brúktu, og var tað Funnings- fjørður og ikki botnur. Síoani nevna tygum um, atFunnings- fjørðurin er besta havnin við Norðhavið; tað ^gevi eg tyg- um fullan rætt í, og harmar tað meg, at so illa er statt. men eg eri ikki samdur við «tygum. tá tygum kasta ting- monnunum fyri, at einki er gjørt. Initiativið til eina utbygg- ing má koma onkunstaðni frá, og f hesum føri frá teimum bygdum, sum liggja viðfjørð- in, nevniliga Elduvík, Funn- ingsfjørður, Funningur og Gjógv, og stóðu hesar bygdir saman, hevði tað ikkiveriðso lftil útbygging, tær høvdu kunnað fario undir, ogegivist ikki f, at allir tingmenn høv- du stuðlað tiltakið, ogtáhevði vegurin eftir Funningshjøllum eisini blivið veruleiki. Hin eina av spurningunum kann eg svara tygum uppá: viðvíkjandi havnalagnum f Funningsfirði. Elduvíkar kommuna hevur fingið eina játtan uppá eina slaka hálva millión, og eru uppmálingar gjørdar seinasta ar, og^ skulu botnkanningar gerast nú f summar, og er tað tá klárt at fara undir arbeiðið við fyrsta stigi av eini havnagerð. Elduvík 28/4-1973 Malevinus Reyná EDINBURGSFUNDURIN Aftaná samráðingar viðBret- land um fiskirættindini undir Føroyum f Edinburgh f døg- unum 25.-26. apríl f ár hava vit fingið soljóðandifrágreið- ing: ,1f døgunum 25.-26. aprfl f ár hava samráðingar verið f Edinburgh millum eina dansk/ føroyska sendinevnd og bret- skar embætismenn um ta ver- andi støðuna viðvíkjandifiski- skapinum á føroyska land- grunninum uttan fyri 12 fjórð inga markið og á Føroya Ban- ka; ein støða, sum báðir part- ar hava stóran áhuga f. Samráðingarnar endaðu við semju um, at tey vfsindaligu prógvini, sum eru fingin til vega frá báðum pørtum, vfsa, at tað er neyðugt alt fyri eitt at seta f verk varðveitingar- tiltøk; og báðir partar eru til reiðar til, uttan skyldur og aftaná samráðingar við fis- kafdnaðin, skjótast gjørligt at seta fram uppskot fyri hin- um størru fiskivinnutjóðunum á økinum um eina ætlan fyri avmarking í *eiðuniog mink- ing av trolfifctiskapinum hjá øllum tjóðunuHl\á ávfsum økj- um til avfsar árstfðir. Tá hes- ar størru fiskivinnutjóðirnar koma saman ti) fundar f NEAFC fyrst f rtoei, er ætl- anin at samráðstst um støð- una við tf fyri eyga at trygg- ja eina fyribilsloysn so skjott sum møguligt." Føroya Landsstýri, 26. aprfl 1973 K IT5Í KRAMBtJÐESr VIÐ Tí STORA tJRVALINUM Fuglafjarðar KeypssamtØka tlf. 95 Har peningurin røkkur longst. NEYÐUGTT VIÐ NÝGGJUM ÍTRÓTTI Tann ftróttargreinin, ið sýn- ist at hava sera góð gróðrar- líkindi her f Føroyum er vol- ley ball. Tað eru bert fá ár, síoan volleyball fyrstu ferð varð leiktur her, men longu nú kann sigast, at greinin rætti- liga hevur fest røtur og ger seg galdandi. Tað er sera á- hugavert. Tfverri má sigast, at vit føroyingar tykjast vera aft- urhaldandi ella konservativ- ir innan ftrótt. Tað finnast ftróttargreinar, sum verða nógv dyrkaðar her f oyggj- unum - serliga fótbóltur og hondbóltur. Um veturin eru eisini aðrar greinar nógv frammi, so sum badminton, borðtennis, volleyball o.a., og um summarið kappróður og svimjing. Tao hevur vfst seg, at ítróttarhallirnar her hava havt eina avgerandi rollu. Tær geva ftróttarfólkinum møgu- leika at venja og hava kapp- ingar alt árið runt. Hetta er gleðiligt. Nakað annað er so, at vit hava brúk fyri flei- ri slíkum hallum. Her áttu bæði privat og tað almenna at tikið seg saman. Tá vit í fjør lurtaðu eftir útvarpingunum frá olymp- isku stevnuni f Miinchen, løg- du vit^ merki til, ^at kappast varð f fleiri ftróttargrein- um, ið eru okkum meiri og minni okendar. Har var t.d. skjóting (bæði við boga og øðrum), renning, boksing, vektlyfting og róður av ym- iskum slag. Tvær av hesum nevndu f- tróttargreinum verða nú fðk- aðar f Havn - vektlyfting og boksing, Tað er felagið Bragdio, ið skipar fyri hes- um venjingum. Vit eiga at vera Bragdinum takksom fyri, at teir eru við til at le^gja lunnar undir nýggjan ftrott- aráhuga f Føroyum. Ein onn- ur grein, ið Bragdið eisini skipar fyri, er judo. Hendan grein hevur eisini vakt ávfs- an áhuga fmillum fólk, og kappingar eru farnar fram, har næmingarnir hava roynt sfni kynstur. So eru tað hinar greinar- nar, sum eg nevndi f áðni. Kappróður hevur verið tann ftróttargrein, sum f mong ár hevur vakt størsta áhugan í- millum føroyingar. Gamla orðatakið sigur jú, at føroy- ingurin er føddur við ár f hond. Aýt ^ gott at siga um hendan ítrótt, men vit eiga at gera okkum greitt, at kapp- roður við føroyska bátinum ikki gevur atgongd til altjóða kappingar. Vit eiga tf her at leggja á annan bogv og byrja at verja róður við teimum bátum, sum nýttir verða f al- tjóða kappingum, t. d. single- og double-scollarum. Hetta skal tó ikki uppfatast, sum at føroyski kappróðurin skal leggjast niður, als ikki. Viðvíkjandi renning er at siga, at her má rættiligt tak takast. Hendan grein verður, so vítt mær kunnugt, als ikki íðkað her á landi. Tað finn- ast kortini uttan iva mong, ið kunđu hugsað sær atvanthesa áhugaverdu ítróttargrein. 1Í Greinin tykist ikki rættiliga at liggja høgt her f Norður- londum, men við seinastu 01- ympiadu (1972) vóru finskir rennarar kortini stinnir f kappingunum. Onkur vil kanska siga, at føroyingar renna bara, tá teir eru á fjalli og reka seyð, men vit eiga at minnast, at fyrsti olympiski meistarin fMara- thon renningini var ein grikskur seyðamaður. Sohvør veit, um ikki onkur føroyskur seyðamaður hevði kunnað gjørt um seg? .' Tá torað varð um at gera núverandi minkagarðsøkið f Hoydølum til ítróttarvøll, varð nevnt, at rennibreytir áttu at verið gjørdar runt vøllin. Tað er at vóna, at Tórshavnar býráð gongur hesum ynski á møtiog harvið leggur støði undir nýggja ftrottargrein í Føroy- um. Um áhugi er tyri skjóting við boga og øðrum amboðum er verri at siga.^mentaðkann tó roknast vio áhuga. Hesar greinar munnu uttan iva vera ahugaverdar, og vónandi verða tær eisini tiknar upp. Endamál okkara við ftrotti m á vera at leggja venjing og greinar soleiðis til rættis, at vit kunnu vera við alla- staðni, har høvi býðst. Tað hevur longu vfst seg ferð eft- ir ferð, at smáar tjóðireisini kunnu vera við at gera um seg, og hvf skuldu vit ikki kunnað tað? Væl er land okkara ÍÍF- ið, og lftið er at taka av, men givið er^ at tað eru fólk við gavum og áhuga. Ein fyritrejytin fyri hes- um umtalaðu ítróttargreinum er, at vit fáa okkum kvalifi- seraðar venjarakreftir. Tað i eru tílikar, okkum restar, so her er aftur nakað at hug- sa um. Kundi ÍSF ikki sent fólk til t. d. Danmarkar at lært til venjarar? Tað ergiv- ið og skilligt, at hetta vildi givið úrslit. Her, sum so manga aðra- staðni, restar bert initiativ- tøkan. Árni

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.