Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Qupperneq 7
SfÐA 7
PENINGANEYÐ ORSÓKIN
Hans Hendrik varð myrdur fyri 10 krónur
Drápsmaðurin, ein 20 ára
gamal kokkalærlingur frá
Vanløse í Keypm annahavn,
hevur endiliga undir eini av-
hoyring í Aalborg greittpoli-
tinum frá, hvi hann myrdi
hin 10 ára gamla drongin
frá Klarup, fragreiðing
hansara varð seinri ført í
rættarbókina.
Hann hevði ikki pening fyri
bensin.tá hann tann 29. no-
vember í fjør burturflutti
Hans Hendrik Larsen og stutt
eftir kvaldi hann fyri at fáa
peningin, hann hevði uppi á
sær, greiddi hann politinum
frá.
NÚ er umleið ein mánaði
síðan kokkaterlingurin varð
tikin, men hóast hann varð
avhoyrdur dagliga, hevur
hann hildið fast við, at hann
bert tók dreingin upp í bil-
in, av ti at hann vildi hava
onkran at tosa við.
Men hesum trúði politiið
sjálvsagt ikki, og nú hevur
hann so endiliga avdúkað
bakgrundina fyri einum av
mest umtalaðu drápsmálum
hesi seinru árini.
Æ’tlaði sær á gentuvitjan
29. november í fjør høvdu
hann og ein vinmaður hans-
ara, sum eisini gekk á kokka-
skúla í Aalbort, avgjørt, at
teir skuldu koyra ein túr
til Rønde á Djurslandi at
vitja nakrar gentur.
M en hann hevði ikki pen-
ing fyri bensin, og tí skulk-
-aði hann teir seinastu tim-
arnar frá skúlanum. Hann
skuldi nýta hesa tiðina til
annaðhvørt at fáa pening til
vega ella til at stjala ben-
sin.
f fyrstuni hevði hannætlað
at tøm a tangan á onkrum par-
keraðum bili, men ikki bar
til at finna nakran bil á
hóskiligum stað. Undir leit-
ingini kom hann til Klarup,
har hann ikki hevði verið
fyrr.
Har fekk hann eygað á
Framhald á bls. 8
ZACHARIAS LEITISSTEIN
Runavik . Foroyar . Telefon 7239
COMNIANDER S cirkulatioms
CADETS elektrisk regulering
HEILSOtA
SMASOLA
iÝSING
um matrikulering
á Skála
Eftir grein 3 f løgtingslóg nr. 64 frá 11. des. 1962 um
matrikulering og sundurbýti v.m., verður boðaðtilmarkn-
agongu innangarðs á Skála mánadagin 14. rnei 1973.
Byrjað verður við fundi, har greitt verður frá manna-
gongdini f málinum, og verður síoani farið undir markna-
gonguna.
Seinri verður fundarstað og -tfð lýst f útvarpinum.
Tá eigindómsskráin er fullfiggjað fyri bygdina, verður
matrikulin sendur landsstýrinum, ið við almennari stevn-
ing leggur sak við Føroya rætt, mót øllum og einum, ið
hevur mótmælt móti tf gjørda matrikli, og at teir f honum
lýstu eigarar verða skrivaðir f tingbókina sum eigarar av
oheftum eigindómi,
Rættarmálið verður havt írætti allar vanligar tingdagar,
frá tfdegi stevninginfyrstuferðerlýst, og til stevnufreist-
in er farin,
Kommunustýrið er biðið um at velja tveir rsans at hjálpa
matrikulstovuni við at greiða eigindómsviðurskiftini.
MATRIKULSTOVAN, tann 27. apríl 1973
II. O. DANIELSF.N
FJARDBÚGVIN
JOBERT -
FRAKLANDS
KISSINGER
rað kom óivað óvart á mang-
arb, tá Georges Pompidou í
stjórn sfna voldi nærmasta
raðgevara sfn Michel Jobert
til nýggjan úttanríkisráðharra
Jobert tekur við starvinum
Maurice Schuman, ið
ikki var afturvaldur.
Jobert er tann fyrsti uttan-
r. .ísráðharrin f søgu franska
Uoðveldisins, ið hvørki er
Parlamentarikari ella diplo-
•^atur. Hann er betur kendur
uttanlendis enn f egna landi
sfnum, tá hann tíðum hevur
samráðst við útlendskar
stjórnarumboðsmenn. Ann-
ars var almenna metingin^ at
Pompidou fór at velja stjór-
an i tjóðbankanum Ohsiier
Wiorser til uttanríkisráð-
harra.
Eftirmaður Pompidous
ðt hann f staðin voldi sfn
Persónli^a ráðvegara til utt-
anrfkisraðharra verður av
Politiskum eygleiðarum f Pa-
ns mett sum ein roynd hjá
Pompidou at fáa meiraatsiga
1 uttanríkismálum. Nakrir
eygleiðarar halda,^ at valið
av Jobert bendir á, at hann
Verður eftirmaður Pompidou
°g vfsa annars á, at Pompi-
dou sjálvur eisini var ókend-
ur, ta de Gaulle í 1962 valdi
hann til forsætisráðharra^
Snúðin samráðingar-
maður
Pranska pressan hevur givið
Jobert eyknenvið: "Fraklands
Kissinger", tf hann eins og
hesin oftani hevur verið við
Hugsa tygum um køk, vitjað inn á gólvið ella ringið og fái nærri .
upplýsingar .
Skálafjarðar Málingahandil
3850 Saltangørá . Føroyar * Telefon (4) 7337
BASARUR
Basarurin til frama fyri Missións- og
Ungdómshús fyri Glyvrar, Saltangará og
Runavík verður í Glyvra Bio 4. og 5. mai.
Gávur verða móttiknar við tøkk.
BASARNEVNDIN
a loyndarfullum samráðing-
arferðum. Tað var Jobert, ið
stóð á odda fyri teim loyni-
ligu samráðingunum f Lon-
don f 1970-71, ið førdu við
sær, at Bretland - og harvið
eisini Danmark - gjørdust
limir í EF. Hann var eisini
ein av høvuðsmonnunum f dip-
lomatiska leikinum, hvørs
úrslit varð vápnahvád f Vi-
etnam.
Sambært franska blaðið Le
Monde er hann so varin, at
hann virkar duldarfullur og
álftandi: Júst av hesum er
tað kanska ikki løgið, at Pom-
pidou hevur kosið sær hann at
standa á oddafyrifranska dip-
lomatinum. Hann ber eisini
orð fyri at vera ein sera snúð-
in samráðinsarmaður
Eitt av áhugamálum Jo-
berts er vernd av natúruni, og
hevur hann virkað fyri verju
av franska skóglendinum.
Hann er giftur ja.mgrikansk-
ari konu, og tey eiga 14 ára
gamlan son.
Jobert - nýggi uttan-
ríkisráðharri Frak-
lands.
RÆTTING
f samband við umrøðu okk-
ara av 25 ára degnum hjá byg-
gifelagnum Lamhauge &
Waagstein í seinasta blaði
var tfverri tann m isskiljing
kom in f frá okkara sfðu, at
dagurin var sagdur at vera
komandi 12. mei. Minnisdag-
urin var tvørturfmóti 1. apru,
- og biðja vit orsaka mistak-
ið.
NORDIA KðKAR!