Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Síða 10
HÓSDAGUR, 3. MAI 1973
SÍÐA 1Q
STØKK................
Frá bls. 1
enn fariðverðurtilBornholm,
har ið vit støðga eina viku,
og koma at hava framsýning-
ar ymsar staðni. M.a. eru
vit boðin til eina summar-
stevnu har.
^Vit: Hvussu koma tit at
búgva?
Teir: í høvuðsstaðnum ko-
ma tey flestu at búgva hiá
kenningum, men íNeksø verða
vit at búgva hjá fimleikarum
har. Hertil liggur ferðintolu-
liga føst nú, men hvat viðari
skal henđa, er ikki fastlagt
enn.
Vit: Ein slík ferð er dýr.
Hvussu fínansiera tit hana?
Teir: Vit hava søkt um
studning ymsa staðni frá, m.
a. frá landsstýri og býráð.
Eisini hava vit søkt Neskom-
munu um studning, av tí at
fleiri av fimleikarunum eru
haðani. Geva Býráð og kom-
muna ongan studning, fáa vit
helst ongan frá landinum
heldur, so vítt vit vita.
Ferðin kemur at kosta o.u.
35.000 kr. og hava vit fráfút-
anum fingið loyvi athavabas-
ar 2. juni. Møguliga fáa vit
10.000 kr. inn ta. Restina
kemur felagið at gjalda.
Vit ynskja tykkum alt tað
besta og vóna, at tað fer at
gangast tykkum væl við hes-
um arbeiðinum.
BLIND
BRÚÐARKEYP EFTIR
AVGJALDING *
Gjøgnum øldir hava teir inn-
føddu í eystara partinum aJ
New Guinea livað eitt frum-
kent og ósamansett lív, men
tá ið siðmenningin fann teir,
fingu teir m.a. trupulleikar
við konum sínum. Tá ið ein
innføddur fyrr fór at fáa sær
konu, fór hann bert og keypti
eina; prísurin var vanliga um
2400 kr., men varð goldin i
vørum. Tann giftingarhugaði
fekk tó ikki konuna, fyrr enn
hann hevði goldið tað, hann
skuldi.
Nú eruumstøðurnar broytt-
ar. Tá iðfyrstipartur ergold-
in, fær maðurin sína kvinnu,
meðan restin av prísinum
verður býttur í avgjøld. Het-
ta er grundin til nogv stríð,
ti tá ið maðurin hevur fingið
konuna, heldur hann tað
verða best at gloyma at^jal-
da restina, og eingin erogvu-
liga fegin um at taka aftur
eina "brúkta" konu. Ofta
enda brúðarkeypini við, attær
ungu brúðrarnar gerast ung-
ar einkjur. Arbeiðið við at
forða fyri, at blóðflýtur, lig§-
ur í hondunum á nøkrum fa-
um australskum løgreglu-
monnum, sum eru í tænastu
á oynni, og greiða teir frá,
at sakirnar kunnu verða so
fløktar, at tað ganga vikur at
greiða tær, og so er tó eingin
trygd fyri, at tann snýtti ver-
faðirin tekur lógina f egnar
hendur.
Leo Stove
FÓLK HAVA
HJÁLP FYRI
NEYÐINI *
Tað finnastumleiðl5miliónir
blind fólk um allan heim í
dag, og mett verður, at talið
feÝ. at verða trífaldað áðr-
enri ár 2000.
Fýra fimtingar av teim-
um blindu búgva í tilafturs-
komnum londum. Tey eru.í
svárastu neyð fyri at fáa ein
kaírs at læra blindskrift, so
at. tey av nýggjum kunnu ger-
a£t før at røkja eitt starv.
Men tey eru ikki ment at út-
búgva sær neyðugu hiáloina.
og eygnastar og skeivir mat-
vanar forkoma á hvørjum ári
sjónina hjá túsundum av
kvinnum, monnum ogbørnum,
hóast at hesar sjúkur kunnu
verða fyribyrgdar ella lekj-
ast.
Heimsráðið fyri heilsu
teirra blindu, ið nýliga kom
saman í høvuðssæti ILOs í
x Geneve, mælir tí til nýggja
stremban og størri alhemns
hjálp fyri blind menniskju í
Afrika, AsiaogLatíriamerika.
Heimsráðið skilar til, at tann
Ihjálp, sum veitt verður teim-
um blindu, má verða tvífald-
að komandi trý árini, um bøtt
skal verða um hina álvars-
somu støðuna hjá teimum
blindu í tilafturskomnum lon-
dum.
ILO stovnurin hevur higar-
til veitt beinleiðis hjálp til
meiri enn 60 tilafturskomin
lorid til upplæran av sjúk-
lingum, teirra millum blind
fólk. Hjálparætlanirnar hava
verið ymiskar í teimum ymsu
londum, men allastaðni hevur
FLOGTERNUR SLEPPA AT
GIFTAST
Eitt amerikanskt flogfelag
setti sum treyt fyri at bjóða
ungum kvinnum starv sum
flogternur - stewardesses -
at tær vóru ógiftar. Men tá ið
tílík treyt ikki varð sett m ann-
fólki, ið ynskti starv innan
loftferðslu, hevur nú ameri-
kanskur dómstólur gjørt av,
at henda mannagongd er í
stríð við borgararættar-lóg-
gávuná frá 1964, ti at talan
er um at gera mismun mill-
um kynini.
Dómstólurin helt harum-
framt, at kravið um at tær
skuldu vera ógiftar, vildi ge-
ra tað, at stort tal av kvinn-
um ikki kundi taka við starvi'
sum flogternur, uttan mun til
um tær í allar aðrar vegir
væl kundu røkja tílíkt starv.
Tað at ein flogterna giftist
kann ikki merkja, at evni
hennara at virka sum flog-
terna samvitskufult og við
ILO roynt eftir førimuni at
hjalpa sum best.
*■ * *■«•* ****" **
skynsemi eru vánaligari enn
hja giftu meðsystrum henn-
ara. Heldur ikki ynski hjá
ferðafólkinum , at hava ógift-
a-***********
ar flogternur at hugna urn
seg kann verða hildin fullgóð
prsøk til at haldafastum hesa
ásetan, sigur amerikanski
dómstólurin.
KUNNGERÐ
Við hesum verður gjørt kunnugt, at listin yv-
ir álíkningina. til komunuskatt í Runavíkar kom-
munu liggur frammi til eftirlit á kommunu-
skrivstovuni í Saltangará í døgunum frá 4. maj
til 14. maj 1973.
Møguligar klagur um álíkningina mega verða
sendar líkningarnevndini (adr. Kommunuskriv-
stovan) skrivliga í seinasta lagi 17. maj 1973.
álíkningina
Saltangará tann 3. maj 1973
Runavíkar líkningarnevnd
KLOAKKRØR og alt FITTINGS
Føroyingar nýtið tykkara egnu framleiðslu.'
Keypið plastic kloakkrør tygara, bend greinar o.a. fittings frá okkum.
Allir ordrar verða avgreiddir beinanvegin.
Vinarlíg heilsan Pf. NORTH ATLANTIC
v Telf. 12151
PLAST
oe 11725 Tórshavn