Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Side 2
HðSDAGUR, 13. SEPTEMBRR 1973
SIÍ)A 2
Runavíkar havn
Seinastu tíðina hava hesi
skip verið við vøru ella last-
að vøru her:
31/8 Falkur
3/9 Rúnatindur við góðsi úr
Danmark.
4/9 Helle Vonsild við olju
4/9 Lómur við vøru úr Dan-
mark.
5/9 Hólmur við stykkjagóðsi
7/9 Lómur lastaði frystivdr-
ur og saltfiskapakkar.
Trolbáturin Ørnin liggur
her og fær nýggjankrumtaps-
aksil fsettan. Taðer Mekanik,
ið hevur arbeiðið um hendur.
Magnus Heinason, ið hevur
verið á saltfiskaveiðu undir
fslandi, er á heimveg. Teir
verða væntuliga heridag. Tað
eru góðir tveir mánaðir sið-
ani teir fóru, og metateir seg
at hava umleio 240 tons. Enn
er tað ikki avgjørt, hvarfisk-
urin skal landast.
Av Glyvrum:
Bátarnir, ið hava roynt eftir
fjarðarsild^ hava einki fingið
enn, so frá teimum er einki
væntandi í ár.
Á Bakkafrost eru maskin-
urnar uppsettar, ið nýtast
skulu til flakaskering av sild;
men transportbondini eru
ikki uppsett enn. Tey koma
ikki fyrr enn í næstu viku.
Annars eru teir klárir attaka
ímóti sild nú frá skipunum.
Av Toftum:
Fjarðarsild er ongin at fáa
enn, so hon kemur helst ikki
í ár.
Teir opnu bátarnir hava
fingið eitt sindur av Jiýsu á
línu eystanfyri: men enn er
ikki heystútróourin byrjaður
av kraft.
P/F Nykur boðar frá hes-
um landinum:
4/9 4 opnir bátar 2800 pund,
5/9 1 deksbátur 2000 punđ,
5/9 4 opnir bátar 1600 pund,
6/9 1 deksbátur 1800 pund,
7/9 1 opin bátur 800 pund,
8/9 3 deksbátar 5400 pund,
8/9 7 opnir bátar 2600 pund,
10/9 2 deksbátar 4000 pund,
10/9 1 opin bátur (500 pund,
10/9 Mary Ann (trolbátur)
14000 pund.
11/9 2 deksbátar 4200 pund,
11/9 4 opnir bátar 1400 pund.
Úr Fuglafirði:
Bvgdaráðið liggurikki á tf'lætu
siðuni. Tað eru stórmál teir
hava areitt úr hondum sein-
astu tfðina og fleiri onnurera
fyri framman, sum verða
loyst úr lagdi í komandi døg-
um.
Svimjihøllin^ við tveimum
umklæðingarrúmum verður
liðug í hesum mánaðinum at
taka í nýtslu. Samstundis
verður gjørt stórt parker-
ingspláss við skúlan.
Toftabøurin er stykkjaður
út til grundstykkir, og verða
40 grundstykkir liðug í hes-
um mánaðinum. Helvtin av
teimum eru longu umbiðin.
Havnarlagið sk.al útbygjn-
as og verður hettar arbeiði
væntuliga^ útboðið seinast f
hesum mánaðinum. Lands-
byggifelagið hevur detailpro-
jekteringina í hondum, og skal
hettar arbeiði verða liðugt
fyrsta dagin.
Vatnveitingin til bygdina
verður útbygd um dagarnar.
Vatnleiðingin er løgd frá
Breiðá, og eru teir nú komn-
ir inn í bygdina við henni.
Útbyggingin kemur at kosta
umleio eina millión, tá ið hon
er liðug.
Sløkkibilur er keyptur og
er hann klárur nú at taka 1
brúk. Tað eru tær tríggiar
kommunurnar Fuglafjørður,
Leirvík og Gøta, ioerugingn-
ar saman um at seta sløkki-
lið á stovn og keypa bilin,
Ein maður úr sløkkiliðnum
1 Havn hevur verið her norð-
uri og lagt teimum lag á.
Fuglafjarðar bygdaráðhev-
ur keypt verkstaosbygningin
hjá Jákup Oluf Jacobsen, sum
ætlanin er at nýta til ráð-
hús. Húsið er í trimum hædđ-
um, og longu í heyst flytur
bygdaráðið inn í miðhædd-
ina, Har teir skulu hava skriv-
stovur, nevndarhølir og fund-
arrúm. f ovastu hæddini eru
tríggjar í'óúðir. f niðastu
hæddini er ætlanin at gera
fundarhøli til almennar bygd-
aráðsfundir. Eftir nýggju
bygdaráðslógini skulu al-
mennir fundir haldast aftaná
1. januar 1975 í kommunum
við meir enn 1000 íbúgvum.
Eitt annað mál, ið hevur
serligan áhuga, er asfalter-
ingin av øllum vegastrekkj-
unum í bygdini. Her er ætl-
anin at ganga nýggjar leiðir.
Bygdaráoið hevur sett seg
f samband við felag í Noregi
hesum viðvíkjandi.
Av Skála:
Tað er nógv hoyggj komið inn
seinastu terridagarnar, og
man tað nú vera yvir høvur
liðujjt at hoyggja her.
Nyggi presturin á Gjarða-
nesi, N. P. Danielsen, skal
innsetast í embæti 7. okto-
ber.
Rúnatindur var herum dag-
arnar við einum trolspæli og
Krosstindur við eini stórari
gravkúgv 11-12 tons.
Tað er trongligt viðbryggj-
urnar her (sum myndirnar
visa) og tí sera óarbeiðsligt.
f ajár lógu 13 skip við kaL
Tað er avgjørt neyðugt at fáa
meira bryggjupláss.
Her er nogv arbeiði, ogeru
eini 150 fólk^ í arbeiði á ski-
pasmiðjuni nú sonógvskiperu
her til umvælingar.
Enn er eihkifrættum nýggj-
ar byggisáttmálar kortini.
MYNDIR A BAKSfÐUNI)
Or Noregi kemur við skipi
liðugt blandað asfalt, klárt at
leggja á vegin. Asfaltiðer kalt
(sokallað oljugrús) ogblandað
við skervi og verður lagt bein-
leiðis á vegin aftaná athanner
hølvaður. Bæði í Noregi og f
íslandi gera teir nógv av at
asfaltera bæði gamlar pg
nýggjar vegir á hendan hátt.
Her er ætlanin at gera eina
roynd nú í hesum mánaðinum
á vegnum frá Gjogvará og nið-
an a Trøð umleið 700-800
metrar tillongdar. Veguriner
Framhald á bls. 12
RUNAVÍKAR-SJÚKAN
Harra blaðstjóri
Ger so væi og setmær hetta
f blaðið.
Hvat f allari verð er mein-
ingin við, at bløð og útvarpnú
eru hildin^uppat við at kalla
Glyvra skúla fyri Glyvra skú-
ia, og í staðin hava skift yvir
til at siga Runavikar skúli.
Eitt er, at ókunnufólk kunnu
taka feiL men at "Fjarðóúgv-
in", sum fyrst og fremst skal
eitast at vera eitt lokalblað
hør á Skálafjørðinum,‘:nú av
allari megi tekur undir við
hesi feilskriving', tað haldi eg
vera ovboðið. SkúlitLstendur.
sum blaðstjórnin á "Fjarð-
búgvanum" atti atvita-, áGlyv-
rum, og eg og onnur, glyvra-
folk duga ikki á nakran háttat
skilja, at hann nú skal-kallast
nakap annað.
T°, vit, og við okkum flest
allir íbugvarar her á fjørði-
num, eru greiðir yvir, at úti \
Heiðunum hevur ein Runavfk-
ar-bacilla seinastu árini
breitt seg alt meir og meir,
og nú hevur ein stórur partur
av fólkinum úti íHeiðum fing-
ið Runavíkar-sjúkuna. Hend-
an sjúkan visir seg lutvís at
virka á tann hátt, at sjúkling-
arnir verða tað, einviðeinum
fremmandaorði kallar fyri
aggressivir, vit kunnu siga á-
lopssinnaðir, og lutvís vilja
sjúklingarnir skava og klora
til sin tað, sum ikkierteirra.
Flest øll her á Glyvrum, ja,
á øllum Skálafjørðinum, hava
kent sviðan av hesum álopum.
Sum dømi fyri allan fjørðin
kunnu vit nevna telefonina,
sum dømi fyri kommununa
navnið Runavíkar kommuna,
og á Glyvrum kunnu vit taka
skúlan til dømi. Alt hetta ha-
va vit nú í langa tíð borið
yyir við, og hava kanska flest
øll roknað við, at sjúkan fór
at javna seg. Tiverri, tað kan
nú við vissu sigast, atstøðan
er vorðin enn m eiri hættislig,
og vit fara nú fyriokkara part
at fyribyrgja, at gomul bygd-
arnøvn skulu lata lív, fyri at
Runavík, sum als ikki er, og
ongantið hevur verið nakað
bygdarnavn, skal fáa rúmari
ræsur. Vitfara atheita á tykk-
um á "Fjarðbúgvanum", at tit
nú prógva fyri okkum.^at tit
ikki hava Runavíkar-sjúkuna,
og hereftir kalla Glyvrar fyri
Glyvrar. Vit fara_ eisini at
heita á hinar íbúgvarnar í
kom mununi um ^at royna atfáa
Runavíkar-navnið burtur úr
kommununi, tf tað eigur ikki
heimstað her, og við tf óte_s-
piligu atferð, tað hevur sýnt
okkum, vilja vit hvørki sfggja
ella hoyra tað her. Eisini
ein áheitan til fbúgvarnar á
øllum fjørðinum, bæði uttar-
laga og innarlaga, latið okk-
um standa samanum atbroyta
navnið f telefonbókini frá Ru-
navík til Skálafjørður. Tað er
eitt gamalt, og mangar ferðir
vakrari navn enn Runavík, og
Skálafjørðurin er jú felags
hjá okkum øllum.
Tað er enn nógv annað at
trfva f viðvfkjandi Runavfkar-
navninum, men lat meg bert
nevna, at hetta navn við vissu
ikki hevur nøkur rættindi á
okkara leiðum. Tað er fTofta
haga, hetta navn hevur stungið
høvdið uppundan, og tá nú
Toftir ikki er í kommunu fel-
agsskapi við okkum longur
hvf skal so Runavíkar-navnið
halda áfram at vera f komm-
ununi. Um so er, at heiða-
menn ikki kunnu vera fyriutt-
an hetta^ fremmanda navnið,
so lat tó okkum fáa frið fyri
tf. Tað er høpisleyst at kalla
kommununa soleiðis, tf vit
hava jú gomul nøvn her inni
Glyvrar, Lamba, Søldafjørð-
ur og Skipanes, sum hava nógv
betri rætt at verða navngev-
arar til kommununa.
Latið okkum nú twggja at,
hvussu vorðið er faðrarmát-
ar f hesari góðu kommunu. Vit
kunnu allir :vera» samdir f,
at Heiðarnar eru væl egnaðar
til at hýsa haVnarlagnum f
kommununi, men tað er ikki
einstýðandi við, at alt annað
eisini skal verða í Heiðunum._
Hyggiðat vegnum, sum liggur
og breiðir seg har úti, við
gongubreyturo báðumegin'við,
oghyggiðso frá gjónni áGlyv-
rum og inneftir.Munnu húsini
har inni hava ov lítlan skatt,
ella er tað bert tf, attey stan-
da ov langt burtur fra Hpið-
unum? Eftt annað dømi er
telefonin. Hon varð løgd f øll
hús^ sum vilđu hava telefon
úti f Heiðum, og so kann hon
koma plenkandi nakað væl
seinni f hinum bygdunum. Man
telefongjaldið vera- størri
har uti? Taðkommunala vatn-
ið, spm skal hava verið lagt
til hvørt hús, sum ynskti tað
sfðani 1968, nvar er tað? Ein
leiðningur er lagdur fgjøgnum
Glyvrar og út f Heiðar, uttah
ar' nakað hús har inni hevur
fingið fast. Um vit ikki átalí
FJARÐBÚGVIN
box 49
3850 Saltangará
Blaðstjóri:
Hans J. Sigvardsen
tlf. 7292
Avgreiðsla:
Monrad Holm, tlf.
7398
Prent:
Blaðstarv
harðliga sum skjótast,
iverða tað helst fleiri ár enn,
áðrenn nakað vatn kemur
gjøgnum nakran kornmunalan
leiðning til húsini á Glyvr-
um, og helst uppaftur fleiri,
áðrenn tað. kemur til Søldar-
fjørð og Skipanes. Hvussu er
vorðið við atløgubryggjuni^a
Skipanesi? Tað eru nogv ar
sfðan ein stubbi brotnaði a
bryggjuni har inni, so hon
hongur eftirøðrum kjafti, sum
tað skeiva tornið í Pisa, og
tað sær ikki út til at skipa-
nesfólk kunnu vænta nakrar á-
bøtur f næstu framtfð, fyri
ikki at tala um at bátahylur
kann gerast har inni. Nu er
bátahylur komin íSøldarfirði,
og eitt hým av einum hyli a
Glyvrum, har ein og hvør,
sum hevur fðkað ftrótt f flei-
ri ár, óttaleysur kann fara
við eini góðari línu á sær, við
tí fyrireyt, at hann dugir væl
at svimja, Hvussu langt er
ikki síðan at bátahylur kom uti
f Heiðum? Ein fótbóltsvøllur
er nú eisini í kommununi, og
sum verða mundi endaðieisi-
ni hann úti fHeiðum, sum alt
annað. Gjaldstova, kommunu-
skrivstova, bankar av ym-
iskum sløgum, sjómanns-
heim, posthús og nogv, nógv
annað. Nú er eitt annað mal,
sum eg fegin vil hava fram
her eisini, Vit minnast flest
øll f gomlu Nes sókn enn, at
fyri nøkrum árum sfðani for
fram ein innsavning til frama
fyri eina svimjihøll f sókn-
ini. Teir eiga rós uppiborið
sum fíngu hesa innsavning í
lag, og ikki minni rós eiga
tey, sum lótu pening tll hesa
innsavning. Men hvar er pen-
ingurin, og hvar er høllin?
Tað er ongin f iva um, at fólk
hesumegin fjørðin eru ógvu-
liga hugað fyri at fáa hesa
høllina, eina mest ungdóm-
urin, so táð tykist løgið, at
hon ikki longu er komin, ella
farin f gerð. Tað kann tykjast
enn meira lø^ið, at ongin høll
er komin, ta ein fær at vita,
at tað er bjóðað fríttgrundøki
til høllina við Glyvra skúla.
Har kemur ein slfk høll at
standa best fyri, soleiðis, at
skúlaungdómurin fær høvi at
gera nytslu av henni, so nú
skuldi onjjin meinbogi verið
eftir. Hvi er so onki komið
burtur úr nøkrum enn? Jú,
tað er ikký so løgið kortini
Tað er, tá hugsað verður
nærri um tað, ein stóru;r
meinbogi eftirenn, oghanner,
at høllin í so fall ikki kem
ur at verða úti f Heiðum. So
einfalt er tað. Um skúlin stóð
har úti, so varð høllin liðug
fyri langari tfð síðan, ongin
, ivi um tað. Nú hava teir so
tann trupulleikan eftir at fáa
smfðað eina rfmulipa søgu um
hvf høllin ikki ma verða á
Glyvrum. Hetta er eisini ein
storur trupulleiki, so mikið
stórur, at t.eir hava onga
loysn funnið 'enn, og harvið
ætla vit eisini at lata tað stan-
da. Høllin skal sjálvandi verða
við Glyvra skúla, har skúla-
ungdómurin fær gleði av hqn-
ni, og har hon eisini kemur
at verða miðskeiðis fsóknini.
FRAMHALD Á BLS. 1Q