Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Page 2

Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Page 2
HðSDAGUR, 13. SEPTEMBRR 1973 SIÍ)A 2 Runavíkar havn Seinastu tíðina hava hesi skip verið við vøru ella last- að vøru her: 31/8 Falkur 3/9 Rúnatindur við góðsi úr Danmark. 4/9 Helle Vonsild við olju 4/9 Lómur við vøru úr Dan- mark. 5/9 Hólmur við stykkjagóðsi 7/9 Lómur lastaði frystivdr- ur og saltfiskapakkar. Trolbáturin Ørnin liggur her og fær nýggjankrumtaps- aksil fsettan. Taðer Mekanik, ið hevur arbeiðið um hendur. Magnus Heinason, ið hevur verið á saltfiskaveiðu undir fslandi, er á heimveg. Teir verða væntuliga heridag. Tað eru góðir tveir mánaðir sið- ani teir fóru, og metateir seg at hava umleio 240 tons. Enn er tað ikki avgjørt, hvarfisk- urin skal landast. Av Glyvrum: Bátarnir, ið hava roynt eftir fjarðarsild^ hava einki fingið enn, so frá teimum er einki væntandi í ár. Á Bakkafrost eru maskin- urnar uppsettar, ið nýtast skulu til flakaskering av sild; men transportbondini eru ikki uppsett enn. Tey koma ikki fyrr enn í næstu viku. Annars eru teir klárir attaka ímóti sild nú frá skipunum. Av Toftum: Fjarðarsild er ongin at fáa enn, so hon kemur helst ikki í ár. Teir opnu bátarnir hava fingið eitt sindur av Jiýsu á línu eystanfyri: men enn er ikki heystútróourin byrjaður av kraft. P/F Nykur boðar frá hes- um landinum: 4/9 4 opnir bátar 2800 pund, 5/9 1 deksbátur 2000 punđ, 5/9 4 opnir bátar 1600 pund, 6/9 1 deksbátur 1800 pund, 7/9 1 opin bátur 800 pund, 8/9 3 deksbátar 5400 pund, 8/9 7 opnir bátar 2600 pund, 10/9 2 deksbátar 4000 pund, 10/9 1 opin bátur (500 pund, 10/9 Mary Ann (trolbátur) 14000 pund. 11/9 2 deksbátar 4200 pund, 11/9 4 opnir bátar 1400 pund. Úr Fuglafirði: Bvgdaráðið liggurikki á tf'lætu siðuni. Tað eru stórmál teir hava areitt úr hondum sein- astu tfðina og fleiri onnurera fyri framman, sum verða loyst úr lagdi í komandi døg- um. Svimjihøllin^ við tveimum umklæðingarrúmum verður liðug í hesum mánaðinum at taka í nýtslu. Samstundis verður gjørt stórt parker- ingspláss við skúlan. Toftabøurin er stykkjaður út til grundstykkir, og verða 40 grundstykkir liðug í hes- um mánaðinum. Helvtin av teimum eru longu umbiðin. Havnarlagið sk.al útbygjn- as og verður hettar arbeiði væntuliga^ útboðið seinast f hesum mánaðinum. Lands- byggifelagið hevur detailpro- jekteringina í hondum, og skal hettar arbeiði verða liðugt fyrsta dagin. Vatnveitingin til bygdina verður útbygd um dagarnar. Vatnleiðingin er løgd frá Breiðá, og eru teir nú komn- ir inn í bygdina við henni. Útbyggingin kemur at kosta umleio eina millión, tá ið hon er liðug. Sløkkibilur er keyptur og er hann klárur nú at taka 1 brúk. Tað eru tær tríggiar kommunurnar Fuglafjørður, Leirvík og Gøta, ioerugingn- ar saman um at seta sløkki- lið á stovn og keypa bilin, Ein maður úr sløkkiliðnum 1 Havn hevur verið her norð- uri og lagt teimum lag á. Fuglafjarðar bygdaráðhev- ur keypt verkstaosbygningin hjá Jákup Oluf Jacobsen, sum ætlanin er at nýta til ráð- hús. Húsið er í trimum hædđ- um, og longu í heyst flytur bygdaráðið inn í miðhædd- ina, Har teir skulu hava skriv- stovur, nevndarhølir og fund- arrúm. f ovastu hæddini eru tríggjar í'óúðir. f niðastu hæddini er ætlanin at gera fundarhøli til almennar bygd- aráðsfundir. Eftir nýggju bygdaráðslógini skulu al- mennir fundir haldast aftaná 1. januar 1975 í kommunum við meir enn 1000 íbúgvum. Eitt annað mál, ið hevur serligan áhuga, er asfalter- ingin av øllum vegastrekkj- unum í bygdini. Her er ætl- anin at ganga nýggjar leiðir. Bygdaráoið hevur sett seg f samband við felag í Noregi hesum viðvíkjandi. Av Skála: Tað er nógv hoyggj komið inn seinastu terridagarnar, og man tað nú vera yvir høvur liðujjt at hoyggja her. Nyggi presturin á Gjarða- nesi, N. P. Danielsen, skal innsetast í embæti 7. okto- ber. Rúnatindur var herum dag- arnar við einum trolspæli og Krosstindur við eini stórari gravkúgv 11-12 tons. Tað er trongligt viðbryggj- urnar her (sum myndirnar visa) og tí sera óarbeiðsligt. f ajár lógu 13 skip við kaL Tað er avgjørt neyðugt at fáa meira bryggjupláss. Her er nogv arbeiði, ogeru eini 150 fólk^ í arbeiði á ski- pasmiðjuni nú sonógvskiperu her til umvælingar. Enn er eihkifrættum nýggj- ar byggisáttmálar kortini. MYNDIR A BAKSfÐUNI) Or Noregi kemur við skipi liðugt blandað asfalt, klárt at leggja á vegin. Asfaltiðer kalt (sokallað oljugrús) ogblandað við skervi og verður lagt bein- leiðis á vegin aftaná athanner hølvaður. Bæði í Noregi og f íslandi gera teir nógv av at asfaltera bæði gamlar pg nýggjar vegir á hendan hátt. Her er ætlanin at gera eina roynd nú í hesum mánaðinum á vegnum frá Gjogvará og nið- an a Trøð umleið 700-800 metrar tillongdar. Veguriner Framhald á bls. 12 RUNAVÍKAR-SJÚKAN Harra blaðstjóri Ger so væi og setmær hetta f blaðið. Hvat f allari verð er mein- ingin við, at bløð og útvarpnú eru hildin^uppat við at kalla Glyvra skúla fyri Glyvra skú- ia, og í staðin hava skift yvir til at siga Runavikar skúli. Eitt er, at ókunnufólk kunnu taka feiL men at "Fjarðóúgv- in", sum fyrst og fremst skal eitast at vera eitt lokalblað hør á Skálafjørðinum,‘:nú av allari megi tekur undir við hesi feilskriving', tað haldi eg vera ovboðið. SkúlitLstendur. sum blaðstjórnin á "Fjarð- búgvanum" atti atvita-, áGlyv- rum, og eg og onnur, glyvra- folk duga ikki á nakran háttat skilja, at hann nú skal-kallast nakap annað. T°, vit, og við okkum flest allir íbugvarar her á fjørði- num, eru greiðir yvir, at úti \ Heiðunum hevur ein Runavfk- ar-bacilla seinastu árini breitt seg alt meir og meir, og nú hevur ein stórur partur av fólkinum úti íHeiðum fing- ið Runavíkar-sjúkuna. Hend- an sjúkan visir seg lutvís at virka á tann hátt, at sjúkling- arnir verða tað, einviðeinum fremmandaorði kallar fyri aggressivir, vit kunnu siga á- lopssinnaðir, og lutvís vilja sjúklingarnir skava og klora til sin tað, sum ikkierteirra. Flest øll her á Glyvrum, ja, á øllum Skálafjørðinum, hava kent sviðan av hesum álopum. Sum dømi fyri allan fjørðin kunnu vit nevna telefonina, sum dømi fyri kommununa navnið Runavíkar kommuna, og á Glyvrum kunnu vit taka skúlan til dømi. Alt hetta ha- va vit nú í langa tíð borið yyir við, og hava kanska flest øll roknað við, at sjúkan fór at javna seg. Tiverri, tað kan nú við vissu sigast, atstøðan er vorðin enn m eiri hættislig, og vit fara nú fyriokkara part at fyribyrgja, at gomul bygd- arnøvn skulu lata lív, fyri at Runavík, sum als ikki er, og ongantið hevur verið nakað bygdarnavn, skal fáa rúmari ræsur. Vitfara atheita á tykk- um á "Fjarðbúgvanum", at tit nú prógva fyri okkum.^at tit ikki hava Runavíkar-sjúkuna, og hereftir kalla Glyvrar fyri Glyvrar. Vit fara_ eisini at heita á hinar íbúgvarnar í kom mununi um ^at royna atfáa Runavíkar-navnið burtur úr kommununi, tf tað eigur ikki heimstað her, og við tf óte_s- piligu atferð, tað hevur sýnt okkum, vilja vit hvørki sfggja ella hoyra tað her. Eisini ein áheitan til fbúgvarnar á øllum fjørðinum, bæði uttar- laga og innarlaga, latið okk- um standa samanum atbroyta navnið f telefonbókini frá Ru- navík til Skálafjørður. Tað er eitt gamalt, og mangar ferðir vakrari navn enn Runavík, og Skálafjørðurin er jú felags hjá okkum øllum. Tað er enn nógv annað at trfva f viðvfkjandi Runavfkar- navninum, men lat meg bert nevna, at hetta navn við vissu ikki hevur nøkur rættindi á okkara leiðum. Tað er fTofta haga, hetta navn hevur stungið høvdið uppundan, og tá nú Toftir ikki er í kommunu fel- agsskapi við okkum longur hvf skal so Runavíkar-navnið halda áfram at vera f komm- ununi. Um so er, at heiða- menn ikki kunnu vera fyriutt- an hetta^ fremmanda navnið, so lat tó okkum fáa frið fyri tf. Tað er høpisleyst at kalla kommununa soleiðis, tf vit hava jú gomul nøvn her inni Glyvrar, Lamba, Søldafjørð- ur og Skipanes, sum hava nógv betri rætt at verða navngev- arar til kommununa. Latið okkum nú twggja at, hvussu vorðið er faðrarmát- ar f hesari góðu kommunu. Vit kunnu allir :vera» samdir f, at Heiðarnar eru væl egnaðar til at hýsa haVnarlagnum f kommununi, men tað er ikki einstýðandi við, at alt annað eisini skal verða í Heiðunum._ Hyggiðat vegnum, sum liggur og breiðir seg har úti, við gongubreyturo báðumegin'við, oghyggiðso frá gjónni áGlyv- rum og inneftir.Munnu húsini har inni hava ov lítlan skatt, ella er tað bert tf, attey stan- da ov langt burtur fra Hpið- unum? Eftt annað dømi er telefonin. Hon varð løgd f øll hús^ sum vilđu hava telefon úti f Heiðum, og so kann hon koma plenkandi nakað væl seinni f hinum bygdunum. Man telefongjaldið vera- størri har uti? Taðkommunala vatn- ið, spm skal hava verið lagt til hvørt hús, sum ynskti tað sfðani 1968, nvar er tað? Ein leiðningur er lagdur fgjøgnum Glyvrar og út f Heiðar, uttah ar' nakað hús har inni hevur fingið fast. Um vit ikki átalí FJARÐBÚGVIN box 49 3850 Saltangará Blaðstjóri: Hans J. Sigvardsen tlf. 7292 Avgreiðsla: Monrad Holm, tlf. 7398 Prent: Blaðstarv harðliga sum skjótast, iverða tað helst fleiri ár enn, áðrenn nakað vatn kemur gjøgnum nakran kornmunalan leiðning til húsini á Glyvr- um, og helst uppaftur fleiri, áðrenn tað. kemur til Søldar- fjørð og Skipanes. Hvussu er vorðið við atløgubryggjuni^a Skipanesi? Tað eru nogv ar sfðan ein stubbi brotnaði a bryggjuni har inni, so hon hongur eftirøðrum kjafti, sum tað skeiva tornið í Pisa, og tað sær ikki út til at skipa- nesfólk kunnu vænta nakrar á- bøtur f næstu framtfð, fyri ikki at tala um at bátahylur kann gerast har inni. Nu er bátahylur komin íSøldarfirði, og eitt hým av einum hyli a Glyvrum, har ein og hvør, sum hevur fðkað ftrótt f flei- ri ár, óttaleysur kann fara við eini góðari línu á sær, við tí fyrireyt, at hann dugir væl at svimja, Hvussu langt er ikki síðan at bátahylur kom uti f Heiðum? Ein fótbóltsvøllur er nú eisini í kommununi, og sum verða mundi endaðieisi- ni hann úti fHeiðum, sum alt annað. Gjaldstova, kommunu- skrivstova, bankar av ym- iskum sløgum, sjómanns- heim, posthús og nogv, nógv annað. Nú er eitt annað mal, sum eg fegin vil hava fram her eisini, Vit minnast flest øll f gomlu Nes sókn enn, at fyri nøkrum árum sfðani for fram ein innsavning til frama fyri eina svimjihøll f sókn- ini. Teir eiga rós uppiborið sum fíngu hesa innsavning í lag, og ikki minni rós eiga tey, sum lótu pening tll hesa innsavning. Men hvar er pen- ingurin, og hvar er høllin? Tað er ongin f iva um, at fólk hesumegin fjørðin eru ógvu- liga hugað fyri at fáa hesa høllina, eina mest ungdóm- urin, so táð tykist løgið, at hon ikki longu er komin, ella farin f gerð. Tað kann tykjast enn meira lø^ið, at ongin høll er komin, ta ein fær at vita, at tað er bjóðað fríttgrundøki til høllina við Glyvra skúla. Har kemur ein slfk høll at standa best fyri, soleiðis, at skúlaungdómurin fær høvi at gera nytslu av henni, so nú skuldi onjjin meinbogi verið eftir. Hvi er so onki komið burtur úr nøkrum enn? Jú, tað er ikký so løgið kortini Tað er, tá hugsað verður nærri um tað, ein stóru;r meinbogi eftirenn, oghanner, at høllin í so fall ikki kem ur at verða úti f Heiðum. So einfalt er tað. Um skúlin stóð har úti, so varð høllin liðug fyri langari tfð síðan, ongin , ivi um tað. Nú hava teir so tann trupulleikan eftir at fáa smfðað eina rfmulipa søgu um hvf høllin ikki ma verða á Glyvrum. Hetta er eisini ein storur trupulleiki, so mikið stórur, at t.eir hava onga loysn funnið 'enn, og harvið ætla vit eisini at lata tað stan- da. Høllin skal sjálvandi verða við Glyvra skúla, har skúla- ungdómurin fær gleði av hqn- ni, og har hon eisini kemur at verða miðskeiðis fsóknini. FRAMHALD Á BLS. 1Q

x

Fjarðbúgvin

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.