Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Page 3

Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Page 3
fjarðbúgvin SIÍ)A 3 Komið higar til míh øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum,ogegvilveita tykkum hvílu. Matt. 11,28. Fremri 1 kapitlinum hava vit hoyrt, at Jesus gleddist, og at hann prisaði GUÐI. I hesum versinum hoyra yit meira um Jesu gleði. Gleði hansara var at kalla øll tey til sin, sum arbeiddu og gingu unđir tungum byrðum, og at geva teimum hvílu. Hann visti, hvat hann hevði at geva hesum menniskjum. Og einki gleddi hann meira, enn tá hann sá, at orðið fekk teirra sovandi sálir at kvakl- ast við, og at tey byrjaðu at søkja hann, ti tey ikki vistu onnur ráð, enn at leggja lik- am og sál 1 hansara eymu og Veldugu hond. , Tú vakta og friðleysa sál, ottast ikki fyri at venda tær til Jesus. Tað er rætt, at bæði tú °g eg hava borið okkum so- leiðis at, at vit als ongan rætt eiga til at venda okkum til hansara. Hin burturfarni sonurin var eisini bangin, tá hann nærkaðist heimi sínum. Men les hjá Luk. 15umgleði- t>a hjá faðirinum, tá hannkom heim. Tú strevast undir tungu byrðum tínum, men hoyr her: Jesus hevur borið allar byrð- ar tinar fyri teg. Hann hev- ur goldið skuld tina. Tað er hann, sum hevur drigið sál tina til sín. Og hann gleddist, hvørja ferð hann sa, at tú byrjaði at ger- ast ein av teimum , sum ikki visti sær onnur ráð enn at fara til hansara. Og hann gleddist, tá hann sá, at muð- ur tín tagdi, og at tú kenditeg sekan fyri Guði. Og nú, tá ið hann hevur drigið teg, so atjtú liggur við føtur hansara, nú gleðir hann seg til at geva tær tað, tær leingist so eftir, og tað, sum hann við blóði sínum hevur vunnið tær, nevniliga hvílu til langtandi, troyttu og bangnu sál tina. M. INFLU- ENSA- VACCINA VID LJÓSARI FRAMTÍÐ Á Pasteur-royndarstøðini 1 Paris hava mennfunniðfram til eina vaccinu, sum sigst at vera dygdargóð móti, ikki bert, teimum virussløgum, sum eru í dag, men eisini móti teimum, sum verða til \ næstu framtíð. Sagt verður at hon skal kunna verja tey, ið nú lata seg innspræna, til 1978. Hetta^ árstal verður tikið fram, ti mennhalda, at tá kemur eittheiltnýttvirus- slag fram. Tá ið tað nú er møguligt at læta seg inn- spræna móti virussløgum, sum fara at koma fram í komandi árum, er grundin tann, at teir á Pasteur- royndarstovuni hava skundað sær undir virus evolutiónina og á tann háttfingiðkomanđi virussløg og við somu ferð vaccinu móti teimum. JASON Var Jason eingin annar enn ein gløggur ullsølumaður? Søgnin sigur, atJason-sam- an við monnum sínum undir ti sokallaðu Argonautarferð- ini -fór^eftir tr'gylta skinn- inum" í størsta vanda -eitt veðraskinn og í reinasta gulli. Vit kenna helst best Jason frá standmyndini hjá Thorvaldsen, har vit síggja naknu sagnhekjuna við hjalmi á høvdinum og skinninum um armin. Tveir enskir vitskapsmenn frá the Agricultural Rese- arch Organisaticn í Edin- Tann herviliga skúlasóttin, sum tók seg upp í Dali í fjør ella fyrraárið, og sum síoan hevur herjað at kalla alla Sandoynna, kom fyri stuttum til Kollafjarðar. Hvussu virkar hon, Janus? Hon ger fólk púra stein býtt.' Til dømis vil Tummas navni, ið er - sum øll vita - ein íðin sambandsmaður hava børnini at ganga ískúla onku- staðni norðanfyri - burturfrá Danmark, meðan Janus, navni tin, sum er ein sonntjóðveld- iskánón, vil hava, at børnini skulu ganga ískúla sunnanfyri - nærri Danmark. Og tað er eisini fryktandi fyri, Janus, at sóttin, sum f løtuni gongur í Kollafirði, fer at breiða seg um alla norður Eysturoynna. Teir einastu, sum binda um heilan fingur har norðuri og skýggja, eru funningsmenn. Hvussu ber tað til. - Eru teir meðni klókari enn aðrir? Klókari og klókari? Man _ tað vera? Ja, kanska! Eg hugsi tó, at hetta kemst helst av, at teir hava tikið gomul mistøk til eftirtektar, tí tá ið nýggjur skúli í fjørutiár- unum varð bygdur í Funn- ingi, var hann spirin til, at kommunuhjúnabandið viðGjá- ar bygd slitnaði. Men, Tummas!; Er nakar vandi fyri, at sjúkan fer at koma út eftir hendan vegin? Hendan vegin? Jú! Stýris- limirnir í Runavflcar býráð hava andað bacilluna í seg eft- ir øllum symptomum at dø- ma. Tey fyrstu sjúkraeyðken- •úni sigast at vera "stórheits- vanvid", og ta_ð tykjast teir at hava fingið \ hesum døgum. Ein avleiðing av hesum sama var henda, at teir fyri fáum døgum síðan sendu eina dele- gatión - uppá okkara rokning m.a. - yvir til Norra "at hyggja at skúlum." Barnaskúlum, Tummas? Nei, hoyr nú her, Janus. - Tað ljóðar manna millum, og eftir samansetingini av hes um delegatum at døma, pass- ar tað helst eisini, at býráð- ið ætlar at fara undir at bygg- ja sjómansskúla, bónda skula og tekniskan skúla. Fáa so smábørnini ongan nýggjan skúla? ýTað rokni eg ikki við! Tað ljóðar, at nú Gøta hevur fing- ið nýggjan skúla við køki og øllum hentleikum, at nú fara eingi børn innanfyri Gøtueið aftur at ári og so framyvir at koma út hendan vegin. Hetta fer - siga teir vísu - at rúm- ka so nógv um á Glyvrum, at tað verður nóg mikið av skúla hølum nógv ár frameftir í Runavíkar kommunu, um bert eitt sindur verður bygt aftrat skúlanum \ Lamba. - Hetta arbeiðið er farið í gerð. Tað meini eg, Janus. Ok ja, ok ja, Tummas. ULLSÓLUMAÐUR ? burgh, M. L. Ryder, dokt- ari og J. W. Hedges, dokt- ari, halđa, at teir hava funn- ið verðuleikan við søguni - ein turrur veruleiki,, sum einki; hevur við eitt skinn av reinum gulli at gera, men har gylta skinnio bert var vanlig tala um seyðaslagvið sera fínari ull, eitt ráevni, sum á teirri tíð o.u. 500 ár fyri Kr. - má hava havt óg- vuliga størt virði, sjálvt um tað neyvan hevur verið sina vekt vert \ gulli. Granskar- arnir hava tikið gomlusøgu- na fram í'samband viðgrein- an av tveimum ulltroyggjum, sum nú eru til skjals a Ash- moelean- savninum f Oxford, men sum eru funnar avforn- frøðingum í eini kongagrøv á Krim, og neyvt tíðarfestar til 5. øld f. Kr. Jasonfekk sítt gj;lta skinn í Kolchis^ sum í fornøldini var hja grekarum fyri landið eystan fyri Svartahavið í 5. øldfyri Kr. Ullin í tíðarfestu klæðun- um frá Krim sínir ómetaliga fin hár^(15,4 - 16,5 mikro- metur í tvørmál) langt áðr- enn ull við fínum hárum kem- ur fyri í rómaríkinum. Sam- tíðarull frá Egyptalandi er nógv grovari. Ryder og Hedges visa á, at ikki bert søgnin og tað staðið hoyra til sam a part av kenda heiminum, men at eisini aldurin á ullprøvum svarar til tað tiðina, tá ið Argonautarferðin var, so møguleikin fyri at tann fína ullin kann hava okkurt til felags við "gylta skinnið", kann ikki skugvast til viks. Burtursæð frá ti eggjandi í leikinum við hesari guð- frøðisligu dagdvølju at fáa flutt seyð við fínariullfim m hundrað ár longur afturitíð- ina, enn menn fyrr høvdu vitað. KAFFI OG ALKOHOL Spurningurin um sterkt, svart kaffi kann hava nakra_ avirkan á brennivínsrús, hev- ur verið áhaldandi trætumal, uttan at nakar veruliga hevur 5rógvað, at kaffi hevur slflca avirkan^ ella tað bertergom- Ul pátrúgv. . . Ein bólkur av kanningarmonnum viðvestur- íyska stovnin fyri medisin í Lubeck hevur nu ímeðan full- Lggjað eina roynd, sum hev- ur leitt til ta ástøðu, at kaffi, ella rættari: koffeinið í kaff- Inum, minkar um ferðina, sum alkohol verður upptikið {blóð- ið við - i hvussu so er^hiá rottunum, ið royndirnar vórðu gjørdar við. Bremsandi evni hjá koffe- ininum er ikki treytaleyst, men hevur samband við, nær koffeinið verður upptikið - í mun til brennivinið. Fingu rotturnar kaffi og brennivín samstundis, løgdu kanningar- menninir merki til eina týði- liga_ promillulækkingfylgjandi 6 tímar samanborðið við ein flokk av rottum, sum fingu líka nógv av brennivini, men saltvatn í staðin fyri kaffi. Aftaná teir 6 u'marnar høvdu kaffirotturnar ikki meira enn helvtina av alkoholi í'blóðinum aftur í móti hinum. Sama úrs- lit varð eisini, siálvt um kaffi ikki varð drukkið fyrrenneitt korter aftaná, at brennivinið varð drukkið. Varð kaffi drukkið 15 min. áðrenn brennivínið, varfylgj- an tann løgna, at alkoholio í blóðinum bert var 1/29 av tí hjá hinum! Hesi úrslit vóru sjálvandi áhugaverd, og teir týsku granskararnir royndu eisini at finna greiði á, hvørt orsøk- in kundi vera. Teir royndu tí eisini at kanna aðrar mátar viðvíkjandi upptøku av kaffi og alkohol enn tann vanliga, t.v.s. gjøgnum munnin. Tað varð sprænt beinleiðis inn í blóðið, men umvent vaks kaffiávirkanin, tá ið tað varð sprænt beinleiðis inn í búk- hinnuna. Hesar og líknandi royndir førdu til ta áskoðan, at koffeinið forðaði fyri upp- tøku í sjálvum maganum. Fyri brennivíhsnýtarar hevur tann her frágreidda royndin tað brek, at hon einki sigur frá, um tað niðursetta alkoholpromillið kann halda sær í longri tíð, soleiðis, at t.d. ein "kaffikurur" kann forða fyri "timburmonnum." Eitt annað er tað, at royndir- nar verða gjørdar viðrottum, og við tilsvarandi smáum mongdum av koffein og brennivíni, so ilt er at siga, um úrslitini eisini eru gald- andi fyri menniskju. Undir royndunum arbeidđu teir við lO^mg. av koffein sum minsta mát og 0,8 g av alkoholi pr. kg.^likamsvekt, og svararhet- ta í menniskja mati til 5 kopp- ar av kaffi og 8 gløs av cognac Men tað er møguligt - helst líkt til, at henda aváúking eis- ini vil verða galdandi fyri okkum menniskju, - og so hava vit okkurt at halda okk- / um til.

x

Fjarðbúgvin

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.