Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Side 5
FJARÐBÚGVIN
SfÐA 5
Løvaní or
rustuni i
víkini 1667
Duldarmálið um so mangt 1
samb. skipbrotið av stásiliga
farinum "Norsku Løvu'L sum
strandaði á Lambavík nýárs-
aftan 1707, tykist atveraheilt
óloysiligt. Teir tríggir
grefstirnirð ið verið hava
effif hesum skipi, eru allir
endaðir úrslitaleysir, hvat ið
viðvíkir nøkrum serligum
fundi, ið^ kundi hugsast at
stava frá hesum skipi. Men
hvussu er og ikki, so hava tó
hesir grefstirr - o^ tá ser-
liga,hesin seinasti í sum mar
- við rættiliga góðari vissu
prógvast, at "Løvan" legði
neyvan ella allarhelst ikki
beinini í 'Jrðini í Lamba. Ein
meira viðfevndur grefstur
hevði tó givið 'hitt endaliga
svarið til hesa meting!
Her í blaðnum hevur verið
skrivað ikki sørt um . hetta
skip, og høvdu vit tess vegna
als ikki ætlað at róð aftur á
aftur í so máta ntí. Men tað
tykist sum at "Norska Løva"
er ikki so at reka úr huga-
num. Tað loðar so mangt gá-
tuført og hugfarsligt hóast alt
við hesar fjalir, kánónir og
silvur - sovorðin sómi og
tign, at hon stingur seg und-
an kavi, áðrenn tú veitst av.
Fyri stuttum duttu vit so-
leiðis av tilvild niður á navn-
ið "Nordsche Lowe" í "Ber-
lingske Tidende" av 14. juíi
1677.
"Berlingske Tidende" ella
"Berlingarin" er elsta nú-
verandi blað í Danmark. Hen-
da 14. juli skrivar blaðið um
mikla slagið í Køge víkirii 1.
juli 1677 millum danir og
svíar% Við Niels Juel, admi-
ráli, á odda vunnu danir í hes-
um bardaganum og tryggjaðu
harvið landsins tilveru við av-
gjørdum ræði á havinum and-
vegis svíúm.
Svenski flotin taldi 46 skip
- teirra millum 36 krígsskip
og fregattir . Yviradmirálur
æirra var Henrich Horn.
t danska flotanum vóru 25
herskip og fregattir. Eitt av
hesum herskipum ber navnið
"Nordsche Lo'we." Henrik
Spaen, varaadmirálur, er
skipari á henni, og hevði hon
86 kanónir. Eftir kánóntali-
num at døma var "Løvan"
næststørsta skipið í danska
flotanum, tf bert "Christianus
Qvintus" hjá Niels Juel, ad-
miráli, hevði fleiri - 90 ka-
nónir. '
Lítil ivi man vera um, at
henda "Nordsche Løwe" man
vera_sama skiioið sum strand-
aði á Lambavík^tí Handelsog
Søfartsm useet á Kronborg
gevur hesa frágreiðing:
"Skip hjá danska eystind-
iska ha'ndilsfelagnum, nevnt
"Norska Løva", sum lá inni
í Trankebar 26/10 1679 (ella
1680), er ætlandi sama skip-
ið, sum strandaði á Lamba-
vík 1707. . ."
Nevnda tfðarfestingin er
bert 2- 3 ár aftan a slagið f
Køgevvíkini, og er tess vegna
ógvuliga rim iligt> at halda, at
skipið, sum Handels- og Sø-
fartsmuseet sipar til, er sama
skip, sum var f bardaganum í
Køge-víkini.
Lesarin eigur tó ikki heilt
at yvirsíggja orðið: "ætlaodi”
í frágreiðingini, sum skapar
ein "lítlan" iva um "ta røttu
Løvuna."
Ein lítil ivi, ið ber á sama
borð/er eftir.
Sbr. munnliga frásøgn^skuldi
"Løvan", ið strandaði á Lam-
bavík hava 66 kanónir, meðan
"Nordsche Lówe" í Køge vík-
ini hevði 86. Nakra skrivliga
heimiid, ið styðjar ta munn-
ligu frásøgnina, hava vit ikki
funnið, hóastleitaðhevurver-
Model av "Norsku Løvu" í Havnar kirkju
14
Soleióis sær Urðin í Laiuba út f dag. Grefsturin
í summar reiv einki f mjørkan um "Norsku Lø-
vu."
ið. Einki uppgjørt man tívera
í at blaka henda seinasta ivan
yvir borð!
Sjóslagið
Sum áður gitið, hevði "Ber-
lingske Tidende" |;rein um
hesa sjóorrustuna í blaðnum
14. juli 1677.
Vit endur^eva her eitt pin-
kalítið brot ur hesi annars so
áhugaverdu grein:
"Klokkan 4 um morgunin 1.
juli vóru flotarnir báðir bert
eitt kánónskot frá hvørjum
øðrum. Skip okkara krússaðu
fyri at sleppa íluborð av teim-
um svensku, men tá hetta mis-
eydnaðist, gav Juel admirálur
boð um at skjóta trý ávaring-
arskot sum tekin um, at hann
var til dystin fús at taka í-
móti svium. Óansæð av sviar
nú sera lættliga kundu røkka
okkum við kánónskotum sín-
um, og hóast - sum áður sagt
- vindurin eisini var teimum
til vildar, saman við tí, at
skip okkara vóru rikin ein
hálvfjórðing hvørt frá øðr-
um, so vóru svíar kortiniikki
hugaðir at koma nærri. Teir
loystu ikki eitt skot, fyrrenn
Niels Juel gjørdist teimum so
bágin, at teir vóru noyđdir at
svara. Stutt eftir hetta stoytti
eitt svenskt skip við 60 ká-
nónum undir Stevns. Varaad-
mirálur svfa fór -'til hjálp—
ar við fimm skipum , sum m.
a. bar tað við sær, at floti
teirra býttist sundur . Nøkur
donsk skip hevði streymurin
sett eir.t sindur avleiðfráflot-
anum. Tey se.ks skipini vórðu
nú álopin av hesum skipum
okkara. Eitt av hesum skipum
var "Norska Løva" við Spa-
en, varaadmiráli. Bardagin
var harður, og svfar gjørdu
dygga mótstøðu. Teir voru tó
umsíðir noyddir atsleppasær
til rýmingar. . ."
Ta iðsjóslagiðvar avhasað,
og sigur dana var tryggjaður,
høvdu teir tikið fleiri svensk
skip, 2-3000 fangar . Á teim
tiknu svensku skipunum vóru
uml. 500 falnir. Sjálvir mistu
teir einki skip, og mannfallið
var væl minni-knappliga 300.
Um "Norsku Løvu” verður
sagt í greinini, at hon "kæmp-
ede godt og tappert", Hon
mátti tó takast úr orrustuni,
tf hon fekk nøkur skot f vatn-
gangin."
SERA FLOKJASLIGT
Arbeiðsgláss mítt í løtuni
liggur úti í Runavíkini, og
koyri eg tess vegna dagliga
tann vegin. Titskilja, ategeri
bygdamaður, tf einasta so-
kallað býráð í oynni hevur
residens skarnt frá arbeiðs-
plássi mínum - , og má hetta
tí verða ein býur, eg soleiðis
komi til hvønngerandismorg-
un. Eg skal siga alt gott um
fólkið, tey eru bæði fitt og
høflig at siggja tilogumgang-
ast, og ennhevur einginkallað
meg eitt neyðars bygdafrell.
Herfyri hevði eg ta æru at
fáa ein útlending upp í bilin.
Hann hevði ørindir her úti á
leiðini, og onkur hevði sagt
honum, at eg arbeiddi her, og
at hann mestur slappviðmær,
um hann spurdi. Tað var
sjálvandi gam ani.
So^hvørt, vit koyrdu úteft-
ir, forkláraði eghonum ágóð-
um gøtudonskum - (hann var
forestin norðmaður) - um ym-
ist, sum eg helt mundi háva
hansara áhuga. Tað skal hann
eiga, at hann sá ógvuliga
interesseraður út, hann tókt-
ist at svølgja hvørjum orði, eg
segði.
Tá ið vit komu út um Lamb-
areið, ,segði eg honum, at um
fáar minuttir vóru vit ísjálv-
um miðbýnum, har hannhevði
álagt mær at seta seg av.
Komnir út í býin, var hann
settur av, tí hann ynskti nú
at ganga. Hann spurdi meg,
tá hann trein út ur bilinum,
um hann kundi sleppa inn aft-
ur við mær seinri á degnum.
Eg segði, at tað var O.K., og
vit aytalaðu stað og klokku-
tíma. Eg bleiv eitt sindurfor-
sinkaður, men hann segði, at
tað hevði einki at sig^a. Eg
spurdi hann, hvussu túrurin
hevði verið. Hann hevði verið
FRAMHALD A BLS. 9