Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Blaðsíða 5

Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Blaðsíða 5
FJARÐBÚGVIN SfÐA 5 Løvaní or rustuni i víkini 1667 Duldarmálið um so mangt 1 samb. skipbrotið av stásiliga farinum "Norsku Løvu'L sum strandaði á Lambavík nýárs- aftan 1707, tykist atveraheilt óloysiligt. Teir tríggir grefstirnirð ið verið hava effif hesum skipi, eru allir endaðir úrslitaleysir, hvat ið viðvíkir nøkrum serligum fundi, ið^ kundi hugsast at stava frá hesum skipi. Men hvussu er og ikki, so hava tó hesir grefstirr - o^ tá ser- liga,hesin seinasti í sum mar - við rættiliga góðari vissu prógvast, at "Løvan" legði neyvan ella allarhelst ikki beinini í 'Jrðini í Lamba. Ein meira viðfevndur grefstur hevði tó givið 'hitt endaliga svarið til hesa meting! Her í blaðnum hevur verið skrivað ikki sørt um . hetta skip, og høvdu vit tess vegna als ikki ætlað at róð aftur á aftur í so máta ntí. Men tað tykist sum at "Norska Løva" er ikki so at reka úr huga- num. Tað loðar so mangt gá- tuført og hugfarsligt hóast alt við hesar fjalir, kánónir og silvur - sovorðin sómi og tign, at hon stingur seg und- an kavi, áðrenn tú veitst av. Fyri stuttum duttu vit so- leiðis av tilvild niður á navn- ið "Nordsche Lowe" í "Ber- lingske Tidende" av 14. juíi 1677. "Berlingske Tidende" ella "Berlingarin" er elsta nú- verandi blað í Danmark. Hen- da 14. juli skrivar blaðið um mikla slagið í Køge víkirii 1. juli 1677 millum danir og svíar% Við Niels Juel, admi- ráli, á odda vunnu danir í hes- um bardaganum og tryggjaðu harvið landsins tilveru við av- gjørdum ræði á havinum and- vegis svíúm. Svenski flotin taldi 46 skip - teirra millum 36 krígsskip og fregattir . Yviradmirálur æirra var Henrich Horn. t danska flotanum vóru 25 herskip og fregattir. Eitt av hesum herskipum ber navnið "Nordsche Lo'we." Henrik Spaen, varaadmirálur, er skipari á henni, og hevði hon 86 kanónir. Eftir kánóntali- num at døma var "Løvan" næststørsta skipið í danska flotanum, tf bert "Christianus Qvintus" hjá Niels Juel, ad- miráli, hevði fleiri - 90 ka- nónir. ' Lítil ivi man vera um, at henda "Nordsche Løwe" man vera_sama skiioið sum strand- aði á Lambavík^tí Handelsog Søfartsm useet á Kronborg gevur hesa frágreiðing: "Skip hjá danska eystind- iska ha'ndilsfelagnum, nevnt "Norska Løva", sum lá inni í Trankebar 26/10 1679 (ella 1680), er ætlandi sama skip- ið, sum strandaði á Lamba- vík 1707. . ." Nevnda tfðarfestingin er bert 2- 3 ár aftan a slagið f Køgevvíkini, og er tess vegna ógvuliga rim iligt> at halda, at skipið, sum Handels- og Sø- fartsmuseet sipar til, er sama skip, sum var f bardaganum í Køge-víkini. Lesarin eigur tó ikki heilt at yvirsíggja orðið: "ætlaodi” í frágreiðingini, sum skapar ein "lítlan" iva um "ta røttu Løvuna." Ein lítil ivi, ið ber á sama borð/er eftir. Sbr. munnliga frásøgn^skuldi "Løvan", ið strandaði á Lam- bavík hava 66 kanónir, meðan "Nordsche Lówe" í Køge vík- ini hevði 86. Nakra skrivliga heimiid, ið styðjar ta munn- ligu frásøgnina, hava vit ikki funnið, hóastleitaðhevurver- Model av "Norsku Løvu" í Havnar kirkju 14 Soleióis sær Urðin í Laiuba út f dag. Grefsturin í summar reiv einki f mjørkan um "Norsku Lø- vu." ið. Einki uppgjørt man tívera í at blaka henda seinasta ivan yvir borð! Sjóslagið Sum áður gitið, hevði "Ber- lingske Tidende" |;rein um hesa sjóorrustuna í blaðnum 14. juli 1677. Vit endur^eva her eitt pin- kalítið brot ur hesi annars so áhugaverdu grein: "Klokkan 4 um morgunin 1. juli vóru flotarnir báðir bert eitt kánónskot frá hvørjum øðrum. Skip okkara krússaðu fyri at sleppa íluborð av teim- um svensku, men tá hetta mis- eydnaðist, gav Juel admirálur boð um at skjóta trý ávaring- arskot sum tekin um, at hann var til dystin fús at taka í- móti svium. Óansæð av sviar nú sera lættliga kundu røkka okkum við kánónskotum sín- um, og hóast - sum áður sagt - vindurin eisini var teimum til vildar, saman við tí, at skip okkara vóru rikin ein hálvfjórðing hvørt frá øðr- um, so vóru svíar kortiniikki hugaðir at koma nærri. Teir loystu ikki eitt skot, fyrrenn Niels Juel gjørdist teimum so bágin, at teir vóru noyđdir at svara. Stutt eftir hetta stoytti eitt svenskt skip við 60 ká- nónum undir Stevns. Varaad- mirálur svfa fór -'til hjálp— ar við fimm skipum , sum m. a. bar tað við sær, at floti teirra býttist sundur . Nøkur donsk skip hevði streymurin sett eir.t sindur avleiðfráflot- anum. Tey se.ks skipini vórðu nú álopin av hesum skipum okkara. Eitt av hesum skipum var "Norska Løva" við Spa- en, varaadmiráli. Bardagin var harður, og svfar gjørdu dygga mótstøðu. Teir voru tó umsíðir noyddir atsleppasær til rýmingar. . ." Ta iðsjóslagiðvar avhasað, og sigur dana var tryggjaður, høvdu teir tikið fleiri svensk skip, 2-3000 fangar . Á teim tiknu svensku skipunum vóru uml. 500 falnir. Sjálvir mistu teir einki skip, og mannfallið var væl minni-knappliga 300. Um "Norsku Løvu” verður sagt í greinini, at hon "kæmp- ede godt og tappert", Hon mátti tó takast úr orrustuni, tf hon fekk nøkur skot f vatn- gangin." SERA FLOKJASLIGT Arbeiðsgláss mítt í løtuni liggur úti í Runavíkini, og koyri eg tess vegna dagliga tann vegin. Titskilja, ategeri bygdamaður, tf einasta so- kallað býráð í oynni hevur residens skarnt frá arbeiðs- plássi mínum - , og má hetta tí verða ein býur, eg soleiðis komi til hvønngerandismorg- un. Eg skal siga alt gott um fólkið, tey eru bæði fitt og høflig at siggja tilogumgang- ast, og ennhevur einginkallað meg eitt neyðars bygdafrell. Herfyri hevði eg ta æru at fáa ein útlending upp í bilin. Hann hevði ørindir her úti á leiðini, og onkur hevði sagt honum, at eg arbeiddi her, og at hann mestur slappviðmær, um hann spurdi. Tað var sjálvandi gam ani. So^hvørt, vit koyrdu úteft- ir, forkláraði eghonum ágóð- um gøtudonskum - (hann var forestin norðmaður) - um ym- ist, sum eg helt mundi háva hansara áhuga. Tað skal hann eiga, at hann sá ógvuliga interesseraður út, hann tókt- ist at svølgja hvørjum orði, eg segði. Tá ið vit komu út um Lamb- areið, ,segði eg honum, at um fáar minuttir vóru vit ísjálv- um miðbýnum, har hannhevði álagt mær at seta seg av. Komnir út í býin, var hann settur av, tí hann ynskti nú at ganga. Hann spurdi meg, tá hann trein út ur bilinum, um hann kundi sleppa inn aft- ur við mær seinri á degnum. Eg segði, at tað var O.K., og vit aytalaðu stað og klokku- tíma. Eg bleiv eitt sindurfor- sinkaður, men hann segði, at tað hevði einki at sig^a. Eg spurdi hann, hvussu túrurin hevði verið. Hann hevði verið FRAMHALD A BLS. 9

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.