Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Side 9

Fjarðbúgvin - 13.09.1973, Side 9
I F.TARÐBÚGVIN SIÍ)A 0 ÚLVA- DRONG - URIN % ROCCO Úlvadrongurin Rocco sær út sum onnur fólk, men at tosa dugir hann ikki, ogeftirnavn hevur hann einki. Fyri tveimum árum síðan funnu rdktingarmenn dreingin í eini holu í Abruzzifjøllunum í Italia. Um tað var Rocco uml. fimm áragamal. Lækn- ar halda, at hann er vorðin settur út ífjøllini sum pinku- barn, og at úlvar ella fjalla- geitir a ein ella annan hátt hava tikið sær av honum. í Daily Mirror stendur at lesa, at læknar og myndu- leikar upprunaliga hildu, at tað, sum gagnaðiRoccobest, var uppalingin. 1 einum heilt vanligum heimi. Mem eftir at hava livað og andað 1 tvey ár 1 heimsins siðmenning, var hann eins ódælur og vill- ur. Tríggjar ymsar familjur royndu at geva. honum alla tað trygd og tann kærleika, sum eyokennir eitt gottheim, men alt hetta var tilfánýtis. Tey máttu umsíðir geva skarvin yvir. Hann fær sær alsamt við fingrunum - teim føroysku gaflunum -, dugir ikki at tosa og ^gongur viðhvørt á øllum fýra. Kemur ræðsla á hann; kvikar hann sær ( ein krok, og tá fæst hann ikki at leska ein bita. Rocco er nú farin á eitt sinnissjúkrahús - stutt frá Rocco. Milano. Sálarsjúkralæknin, dr. Giorgio Max, sum hevur við hann at gera, sigur: Tað er ómetaliga trupult at læra Rocco at bera seg at sum eitt fólk. Vitmugufaraógvu- liga spakuliga fram. Drong- urin hevur fingið einøtiligan skelk, tá iðhannsoknappliga var fluttur oman úrfjøllunum i alvegis ólíkar umstøður millum fólk í dagsins sam- felagi. Kanska hava eisini hesi bæði árini, hannvarhjá góðum fólkum, verið honum meiri til skaða enn til gagn. SH AVGAMAL FORDUR Tað vóru glómur bæði á stór- um og smáum, tá ið hetta henđinga sjáldsama akfarið um dagarnarkom rullandieft- ir einum vegastrekki her í Suður Eysturoynni. Akfárið, ið erein FofdA persónvognur, var skrásett 1. juli 1930 í Danmørk , og hev- ur tað sostatt 43 ár á baki. Eigari av hesum bili í dag, ið m an vera eins rárur at síggja bæði her og uttanlendis nu, er Johan Petersen, verk- frøðingur, í Fuglafirði. í hesum sama viðfangi kann vera nevnt, at fyrstibil- urin kom til landið 1922. Tað var ein Ford T, sum Just Sivertsen, sáli, í Havn átti og var førari á. Faðir at hesum bilum var navnframi amerikanski ídn- aðarmaðurin Henry Ford, sum gjørdi fyrsta bil sin 1896. í 1903 stovnaði hann Ford Motor Company, sum gjørdist ein^ sonn risafyri- tøka, sum frá leið. Ford Mo- tor Cc^hevur heimsins næst- størstu bilverksmiðju oghev- ur virkir og deildir kring all- an knøttin. ( Europa hevur fyritøkan sjálvstøðugar verk- smtðjur bæði ( Stórabretlandi og Tysklandi. Maðurin, sum legði lunnar undir hetta stórvirksemi, var sum nevnt, Henry Ford, sum allaj sínar dagar legði doyð- in á at laga arbeiðið so rati- onelt sum møguligt. Ogtaðgav ikki smávegis úrslit.' Fyrsti bilurin. Bilurin avloysti fyri ein part leypin. FRAMHALD AV BLS. 5 sjáldsamur - hann trúði, at hann var hildin fyri gjøldur 1 dag. Summi fólk, hann spurdi høvdu sagt fyri sær, meðan hann gekk út eftir, at býurin æt Glyvrar, onnur høvdu nevnt Runavík. Eitt sindur ytri nevndu fólk býin Saltangará, meðan uppaftur onnur kallaðu staðin: Heiðar. Hann segði, at hann var so uppreittur og í ørviti av hes- um, at tá hann eitt sindurytri møtti einum seyðafylgi áhøv- uðsgøtuni,^ sortnaði fyri eyg- unum, ti tá helt hann segvera blivnan púra *svakan - slíkt kundi ikki bera til* Eg fekk tóforkláraðhonum, at hann var við sínar fullu fimm. Bygdamaður REFLEKS OG SKELTi Fyri nøkrum døgum síðani komu teir og settu refleks fram við vegiaðaranum her inni 1 Søldafirði Einki ringt orð at siga um slík refleks, tey eru sera hent fyri ferðsl- una og hava ivaleyst forðað mangari ólukku. Vandi kann tó vera í hvørj- ari vælferð. Eg frykti bara fyri, at hesi refleks kunnu hava ta álvarsamu slagsíðu, at koyrt fer at verða meira ørt eftir hesum vegi enn áð- ur. Meðan eg eri inni á hes- um her, havi eg hug at nevna ta mánglandi sikkurheit á vegunum. Hví verða eingi skelti sett upp, sum ávara hin koyrandi um, ymsar deyðsfellur? Hví verða ongi skelti sett upp, sum áleggja bilstjórunum at halda seg til eina' ávisa ferð? Hevur ongin ábyrgdina av, at slíkt skal vera 1 rættlagi? Við tøkk fyri upptøkuna. Spurin SKULIN EIN STUÐUL ELLA KLEPPUR? Sum mannasamfelag mega Føroyar metast ungar sam- mett við aðrar tjóðir. Áðrenn nakað mansbarn setti fótin á hesar klettar, høvdu skipað samfeløg eksis- terað ífleiri túsund ai\ __ Strævið og harðbalið hevur lívið verið hjá teimum, ið her hava roynt at skipa føroyska samfelagið. Tær nýtist ikki at leita langt aftur í tíðina, tá strembanin hjá hvørjum fólki við ábyrgd var hendan: Mat 1 munnin, tak yvir høvd- ið og gerast búgvin at fara hið- ani. Vóru foreldrini dúglig og dugdu at halda børnunum til arbeiðis, ja, so gjørdust tey før fyri at seta fot undir egio borð. Tá føroyska samfelagið fekk samband við útheim in, opnaðist ein nýggj verð. Framskygdir menn sóu, at har var almikið, ið kundi verða føroyska samfelagnum góður stuðul. Einstakir menn - vit kenna teir - leitaðu sær burtur 1 onnur lond, og har nomu teir sær kunnleika, sum teir síðani høvdu við sær heim til landa. Henda kunnleiksíløga kann ikki metast 1 pengum - er sjálv livæðrin ( øllum sam- feløgum. So stórur dentur verður nú lagdur á kunnleika, at undir- visingarskylda er ásett við !óg. I bløðum og millum man- na^ er oftani orðaskifti um skúlan, tó mest um, hvussu dýrur hann er vorðin. Heil oyggj sigst vera hoknað'iggj- arliga, og aðrar kommunur heilt niðurundirkomnar. Havi ikki hoyrt grett, at kommunur eru komnar ífíggj- arligt óføri av kaigerð, hó- ast Høgurnar her eru nógv størri. Hetta bendir á, at ein part- ur av fólkinum hevur ikkifat- að, ella hevur ikkihavt møgu- leika at f ata, hvussu stórt ak- tiv ein góður skúli er. Nýggjur skúli verður næst- an ikki bygdur, fyrr«nn tann gamli er so stúgvandi fullur, at ikki er pláss 1 nøkrum høli, óansæð um hesi lúka ásettu treytir ella ikki - skúlin eig- ur seinasta plássið á komm- unalu fíggjarlógini. r hesum tronganum skulu børnini so búleikast 1 7 til 11 ár, her skulu tey búnast bæði kropsliga og sálarliga. sanniliga mangan vánaligt gróðrarlendi. Soleiðis verða børnini ofta hagreidd, tey, sum á skúla- .vigsluni ofta verða nevnd "dýrasta ogn landsins.” At teir nýggju framhalds- skúlarnir kosta nógvan pening er eyðsæð, men eittnýmótans skip er eisini dýrt. Fyri landsins og barnanna skuld verður mælt til atland- ið byggir og fíggjar fram- haldsskúlarnar treytað av, at kommunurnar missa allan av- gerðarrætt viðvíkjandi hesum skúlum^ Vónandi megna tær so at fáa til vega góð skúla- høli til tey $mærru børnini. X

x

Fjarðbúgvin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.