Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Blaðsíða 7
FJARÐBOGVIN
SÍÐA 7
65 ÁR
Odmar Skarðhamar • fylti' 65
ár 31. oktober. Hann hevur
síðani 1943 t. v. s. í meira
ann 30 ár verið føroyskur
umboðsmaður, búsitandi í
Aberdeen.
Tað var á vári f 1943,
meðan heimsbardagin leikaði
á, at fdroysku vinnufeldgini
gjørdi av, at seta um boosm ann
í Bretlandi fyri at verða før-
oyskum fiskiskipum, sum
sigldu til Aberdeen og Fleet-
wood við ísfiski til hjálpar.
Tá ið kríggið hasaði av og
bretar byrjaou at veiða og
flyta ísfisk til marknaðirnar,
fekk Fdroya Ldgting á vári
í 1946 boðfrá "Bordof Trade"
í London, at tað varð neyðugt
at føroyingar hdvdu cin stovn,
sum hevoi myndugleika um
neyðugt geva føruysku skip-
unum boo um , hvar í Bret-
landi tey skuldu landa.
Landsnevndin samráddist
við umboð fyri fiskivinnuna og
samdist um, at seta 3 manna
nevnd við umboðum fyriReið-
arafelagið, Trolarafelagið og
fyri ldgtingið.
Samstundis varð Odmar
Skarðhamar settur sum
alment umboð og millum-
maður millum "Bord of
Trade" og fsfiskanevndina.
Hetta var ikki nøkur løtt
uppgáva, Skarðhamar fekk at
røkja. Flest øll føroysk skip
veiddu feskan fisk, ogmarkn-
aðurin í Grimsby og Hull var
vanliga betur enn t. d. íFleet-
wood ella Aberdeen. At flestu
skipini vildu selja, har prfs-
urin var bestur, er eínki at
siga til, men tað varðhansara
uppgáva at halda seg vælupp-
lystan um, hvar bestu møgu-
leikar vóru at fáa besta
marknaðin, og siðani geva
fsfiskanevndini í Tórshavn
boð um , at beina skipini til
tær ymsu havnirnar.
011 føroysk skip, hóast
veiðupláss, undir Føroyum,
við fsland, við Bjarnoy ella í
fshavinum skuldu boða frá
ætlaðari veiðunøgd í minsta
lagi 3 dagar, áðrenn teykomu
til bretska søluhavn.
Fiskimenn og skiparar
høvdu gjørt sítt besta, stritt
og strevast fyri góðari veiðu,
sett kós til ávisa søluhavn
fyri at náa fram til ávísan
søludag, men orsakað avboð-
um frá "Bord of Trade" í
London, máttu teir mangan
fara til aðra søluhavn.
Skarðhamar var timangan
havdur á lofti bæði millum
skip á veiðuøkinum eins og
millum reiðarar og skipeig-
arar heima í Føroyum.
Skarðhamar var altið at
hitta, nátt sum dag, altið væl
hýrdur, og tiðliga á morgni
var hann athitta afiskimarkn-
aðinum, og altíð til reiðar
við ráðum og leiðbeiningum,
tá føroysk skip landaðu.
Han stóð dagliga, og mang-
an fleiri ferðir um dagin, f
samband við marknaðirnar f
Hull, Grimsby og Fleetwood,
og hann vitjaði hesi pláss, tá
føroysk skip vóru har.
Tað er sjálvsagt, at alt hetta
kravdi sin mann, og væl tað,
og í 1948 varð ti neyðugt, at
hann fekk ein hjálparmann, so
hann kundi ferðast til sølu-
havnirnar eins og hannmang-
an mátti til London fyri at
samráðast um handilsmál, o.
t. Føroyar og Bretland fmill-
um.
Odmar Skarðhamar og um-
boðsstovan í Aberdeen hava
havt stóran týdning fyri før-
oysku fiskivinnu hesi mongu
ár.
Seinastu árini hevur tað ikki
beinleiðis verið ísfiskur, sum
hevur havt størsta týdning,
men kraftblokkaskipini og
trolaraskipini eystan og
vestan , fyri Hetlands og í
Norðsjónum, eins og føroysk
skip, sum keypa sild ívestur-
skotskum havnum, hava dúg-
ligt samband viðumboðsstov-
una í Aberdeen og fáa bestu
hjálp haðani.
Tað er eyðvitað, at nógvir
føroyingar hesi 30 árini hava
verio í Aberdeen, og teir
allarflestu hava vitjað inn á
umboðsstovuna, og kunnu við
einum skipara, sum í mong
ár sigldi við ísfiski ásannað,
at "fyri føroyirigar hevur
Aberdeen ikki verið tann bý-
ur, hann er, um ikki føroyska
umboðsstovan^ og Odmar
Skarðhamar vóru har".
Longu áðrenn 1943 varð
Odmar Skarðhamar vælkend-
ur um allar Føroyar.
Hann ferðaðist frá havn til
havn og hevði ábyrgdina av
klippfiskaavskipingum, fyrst
fyri bretska felagið Hawes &
Co., og seinni fyri Føroya
Fiskaexport.
Til seinast takk fyrihugna-
ligar løtur í Aberdeen saman
við tær og konu tíni Inge-
borg, og hjartaliga til lukku
við 65 ára føðingardegnum
tann 30. oktober 1973.
Eisini ein vinur.
B IMOREMA
KLÆÐISKÁP
Tygum vita bcst, hvat tað er at hava ov h'tið
av skápum og ov smá skáp.
Mát
Hædd: 210 cm
Breidd: 40 - 50 - 60 cm
Dýpd: 60 cm
u
40 cm.
50 cm.
60 cm.'
Vit fáa hjálpt tygum frá tvørleikunum.
Tygum fáa frá okkum sera góð klæðiskáp,
ið eru málað bæSi innan og uttan, hava 4
levsar og 1 fasta hill, og hava rygg. Vegna
skilagóSa pakking fáa tygum skáp frá okk-
um til lxgstu prísir í landinum.
PRISIK
KLÆÐISKAP 40 cm kr. 500,-
v/ 4 leysum og 50 cm kr. 547,—
1 fastari hill 60 cm kr. 598,—
KLÆÐISKÁP 40 cm kr. 400,—
v/ 1 fastari hill og 50 cm kr. 435,—
stong til akslatrd 60 cm kr. 465,—
Postgirokonto nr.
17 62 96
38o« Tórshavn
Stuðlið
Róðrargrunn Foroya
HALDARI ?
Tann ið vil gerast haldari av Fjarð-
búgvanum biójist vinaliga seta navn
og bústaó á niðanfyristandandi lepa:
NAVN.....................
BtJST....................
LYSIÐ r FJARÐBUGVANUM
TEPPI FYRI
HEILSOLUPRÍS*
Keyp vegg til vegg teppi beinleióis frá DAN
TUFTING taó er bíligt - tað er ómakaleyst
- ringið 47353 og vit senda prøvar og prís-
lista.
Enn er tíð at fáa teppi til Jóla !.'!
fa. Ernst Petersen Glyvrar.
GENTUJAKKAR
Vit hava gentujakkar í fleiri litum 6-14 ár.
Klædnabúóin
Tlf. 47482.
URTAPOTTAR
Vit hava nógvar vakrar urtapottar - líka
heimkomnir.
EKKO
Saltangará tlf. 47399 - Skála
tlf 47058.