Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Síða 6
HÓSDAGUR, 8. NOVEMBER 1973
SÍÐA 6
CAT STEVENS
Frarohald frá "Síðu teirra ungu".
teirra tíð, men teir eru mis-
vísandi fyri støðu og fdlilsir
hansara í dag.
-Eg spæli bert mínar egnu
plátur heima tá tær skulu
útgevast. So skjótt tær eru
úti, føli eg meg frástoyttan av
teimum. So byrji eg at seta
nakað nýtt saman.
Tað er soleiðis at einnýggj
pláta frá CatStevens, menenn
einaferð ein nýggj siða av hon-
um, kemur í ljosmála? Júst
tí er tað ein orsdk til at geva
honum gætur. Tá ein at enda
heldur seg hava funnið stílin
hjá honum, kemur hann undan
kavi aftur og er ein heilt
annar enn ein hevði varhugan
av. Hann er serstakliga
kompliseraður, men ærligur
alla tfðina, tá hann í s^ngum
sinum roynir at forklára, hví
hann er sum hann er.
Sannleikini hesi kompliser-
aðu natúr, hvørs listagávur
og ærligheit er so eyðsæð
sum nøkur, liggur kanska
goymt í einari einkultari
verslinju í Foreigner Suite:
Why wait until it’s your time
to die before you learn what
you 'were born to do?
Fyrstu ferð ein hoyrdi um
Cat Stevens var í 1967. Hann
var bert 18 ára gamal, men
var nogveftirspurdur avbólk-
um fyri at skriva teimum
ldg. Sum t. d. Tremeloesfingu
eitt hit við "Here Comes My
Baby", og P. P. Arnold inn-
sang "The first Cut Is The
Deepest" við stórari succes.
So forsvann hann. Stevens
fekk tuberklasjúku - var á
sjukrahúsi meginpartin av
einum ári, hvar hann annars
hevði goða tíð til at tonkja
seg um I, og at skriva sangir.
Annars byrjaði hann at tekna
og mala.
Tað fyrsta hann gjdrdi, tá
hann var frískur, var atskifta
plátufelag.
- Eg var deyða troyttur
av at verða útróptur sum the
superstar of eighteen.
Eg var so at siga noyddur
at arbeiða meira enn eg megn-
aði. Tí innspæli eg nú up-'á
míh egna máta og í mínum
egna tempo.
Tað hevur eisini givið úr-
slit. Cat Stevens fekk eitt
stórt come back við "Lady
D' Arbanville á single-plátu.
LPin "Mone BakeJakon" bleiv
líkaleiðis eitt stórt hit. Og nú
er hann aktuellur við For-
eigner.
»s l i"; n °i 0°] 3
L2
DUMBUTOS
Harra blaðstjóri.
Seinasta leygarkvøld var
ein sokallað útvarps V-4send
ing hiðani úr Gøtu, - og varð
hon beinleiðis útvarpað. Ateg
taki penn í hond, kemst av, at
nú haldi eg útvarp okkara
vert komið so langt niður í
rununa, at ein má ógvast við.
Her verður sipað til viðkom-
andi útvarpssendinj* ogtílíkar
slíkar, ið eru so íagt ríðandi,
at ein fær vaml allar vegir,
hevur ein ikki skrúvað fyri,
áðrenn tann skendska og per-
sónjakstrandi kvørnin fer at
mala av álvara. Er tað so, at
tit ikki duga at fáa eina skem-
tistund í lag uttan atvartaup->
við ókvæmisorðum, eyknevn-
um og eymum lokalum byg-
damálum, so er 1000 ferðir-
nar betur, at tit siga farvæl
haðani av tykkum sjálvum, ti
fyri slíkum er upp á hægstu
tíð at seta stopnara fyri.
"Nær var tao kappingin" er
góð, og tað sama kann sigast
um okkurt annað - sum tón-
leikin hjá Jákup og Stig, men
undirstreymurin 1 nógvum av
restini var ein slíkur ó-
humskukøstur, sum valla er
i ætt við tað, ið hevur verið
mett hátt her á landi gjøgnum
allar øldir.
Eg kenni meg yvirbevfstan
f, at størsta fjøldin av til-
komnum fólki her á landitek-
ur undir viðhesi atfinning mf-
ni - tfbetur.
At enda vil eg heita á út-
varpsnevndina um at grýpa
inn, tf slíkt dumbutos kann
ikki fáa loyvi at floyma um
landið.
Tøkk fyri upntøkuna.
Gøtufólk
BUSKAPUR JARANS
VIKNANDI
M eðan alt sær út til at ganga
á besta_ hátt, eru menn farn-
ir at óttast fyri gongdini f
japanska búskapinum.
^Hesin ótti er kyknaður upp,
hoast almennu hagtølini siga
frá vaksandi vælferð og m.
a. spáa, at Japan fer at ligg-
ja við sfðuna av ella kanska
fara fram um USA við inn-
tøku pr. fólk f 1980.
Henda svartskygna støðan
kemur fram f samtalum mill-
um handilsmenn, bankamenn
og embætismenn, iðhavadag-
ligt samband við økonomiska
lívið.
Hesir menn óttast fyri, at
stjórnin fer at missa tamar-
haldið á inflatiónini, um
vøksturin ikki verður av-
markaður. Teir halda, at jap-
anarar f dag hugsa meira um
at hava tað gott enn at arbeiða
meir. Teir siga, at heims-
økonomiin er uppi á flótti
og sum ikki kann vera ávirk-
að nakað serligt, sum t.d. va-
lutaófriðurin og tørvurin á rá*
og føðivørur.
Stutt sagt, teir viðganga, at
tann japanski búskapurin eins
og tann amerikanski er við at
missa sfna vakstrarkraft, og
at hann soleiðis setir heilt
onnur krøv til planlegging
enn fyrr.
Ledig stilling
En stilling som kontorbetjent ved rigsombudet opslaas
herved til besættelse snarest.
Dcn paagældende vil væsentligst blive beskæftiget med
fotokopiering, arkivarbejde, postafsendelse og budtjen-
este. Endvidere vil kontorbetjenten kunne paaregne at
gøre tjeneste som afløser paa m/k "Thorshavn" og som
shauffør, og i øvrigt varetage forefaldende arbejde ved
rigsombudet og dets bygninger.
Lønnen udgør for tiden 3.061,06 kr. maanedlig.
Ansøgninger indsendes inden den 15. november 1973.
RIGSOMBUDSMANDEN PAA FÆRGÍERNE
Tórshavn, den 31. oktober 1973.
SALTFISKAPRÍSIR
Prfsásetingarnevndin á saltfiski hevur á fundi 29. oktober
1973 s$tt fylgjandi landingarprfsir á a
1973 sett fylgjandi landingarprfsir á saltfiskii.
Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3
Toskur yvir 22" 6,72 pr. kg. 6,54 pr. kg. 5,08 pr. kg.
- 19-22" 6,40 6,22 - - 5,08 - -
- 16-19" 6,12 - 5,94 - - 5,08 -i -
- 12-16" 5,20 - 5,11 - - 5,08 - -
- hondfiskur 4,42
Longa 5,08
Upsi 2,54
Borsma 4,16
Hýsa 4,07
Hesir prfsir eru galdandi frá og við 22. august 1973.
Tórshavn, 29. oktober 1973
Prfsásetingarnevndln á aaltfiski