Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Síða 6

Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Síða 6
HÓSDAGUR, 8. NOVEMBER 1973 SÍÐA 6 CAT STEVENS Frarohald frá "Síðu teirra ungu". teirra tíð, men teir eru mis- vísandi fyri støðu og fdlilsir hansara í dag. -Eg spæli bert mínar egnu plátur heima tá tær skulu útgevast. So skjótt tær eru úti, føli eg meg frástoyttan av teimum. So byrji eg at seta nakað nýtt saman. Tað er soleiðis at einnýggj pláta frá CatStevens, menenn einaferð ein nýggj siða av hon- um, kemur í ljosmála? Júst tí er tað ein orsdk til at geva honum gætur. Tá ein at enda heldur seg hava funnið stílin hjá honum, kemur hann undan kavi aftur og er ein heilt annar enn ein hevði varhugan av. Hann er serstakliga kompliseraður, men ærligur alla tfðina, tá hann í s^ngum sinum roynir at forklára, hví hann er sum hann er. Sannleikini hesi kompliser- aðu natúr, hvørs listagávur og ærligheit er so eyðsæð sum nøkur, liggur kanska goymt í einari einkultari verslinju í Foreigner Suite: Why wait until it’s your time to die before you learn what you 'were born to do? Fyrstu ferð ein hoyrdi um Cat Stevens var í 1967. Hann var bert 18 ára gamal, men var nogveftirspurdur avbólk- um fyri at skriva teimum ldg. Sum t. d. Tremeloesfingu eitt hit við "Here Comes My Baby", og P. P. Arnold inn- sang "The first Cut Is The Deepest" við stórari succes. So forsvann hann. Stevens fekk tuberklasjúku - var á sjukrahúsi meginpartin av einum ári, hvar hann annars hevði goða tíð til at tonkja seg um I, og at skriva sangir. Annars byrjaði hann at tekna og mala. Tað fyrsta hann gjdrdi, tá hann var frískur, var atskifta plátufelag. - Eg var deyða troyttur av at verða útróptur sum the superstar of eighteen. Eg var so at siga noyddur at arbeiða meira enn eg megn- aði. Tí innspæli eg nú up-'á míh egna máta og í mínum egna tempo. Tað hevur eisini givið úr- slit. Cat Stevens fekk eitt stórt come back við "Lady D' Arbanville á single-plátu. LPin "Mone BakeJakon" bleiv líkaleiðis eitt stórt hit. Og nú er hann aktuellur við For- eigner. »s l i"; n °i 0°] 3 L2 DUMBUTOS Harra blaðstjóri. Seinasta leygarkvøld var ein sokallað útvarps V-4send ing hiðani úr Gøtu, - og varð hon beinleiðis útvarpað. Ateg taki penn í hond, kemst av, at nú haldi eg útvarp okkara vert komið so langt niður í rununa, at ein má ógvast við. Her verður sipað til viðkom- andi útvarpssendinj* ogtílíkar slíkar, ið eru so íagt ríðandi, at ein fær vaml allar vegir, hevur ein ikki skrúvað fyri, áðrenn tann skendska og per- sónjakstrandi kvørnin fer at mala av álvara. Er tað so, at tit ikki duga at fáa eina skem- tistund í lag uttan atvartaup-> við ókvæmisorðum, eyknevn- um og eymum lokalum byg- damálum, so er 1000 ferðir- nar betur, at tit siga farvæl haðani av tykkum sjálvum, ti fyri slíkum er upp á hægstu tíð at seta stopnara fyri. "Nær var tao kappingin" er góð, og tað sama kann sigast um okkurt annað - sum tón- leikin hjá Jákup og Stig, men undirstreymurin 1 nógvum av restini var ein slíkur ó- humskukøstur, sum valla er i ætt við tað, ið hevur verið mett hátt her á landi gjøgnum allar øldir. Eg kenni meg yvirbevfstan f, at størsta fjøldin av til- komnum fólki her á landitek- ur undir viðhesi atfinning mf- ni - tfbetur. At enda vil eg heita á út- varpsnevndina um at grýpa inn, tf slíkt dumbutos kann ikki fáa loyvi at floyma um landið. Tøkk fyri upntøkuna. Gøtufólk BUSKAPUR JARANS VIKNANDI M eðan alt sær út til at ganga á besta_ hátt, eru menn farn- ir at óttast fyri gongdini f japanska búskapinum. ^Hesin ótti er kyknaður upp, hoast almennu hagtølini siga frá vaksandi vælferð og m. a. spáa, at Japan fer at ligg- ja við sfðuna av ella kanska fara fram um USA við inn- tøku pr. fólk f 1980. Henda svartskygna støðan kemur fram f samtalum mill- um handilsmenn, bankamenn og embætismenn, iðhavadag- ligt samband við økonomiska lívið. Hesir menn óttast fyri, at stjórnin fer at missa tamar- haldið á inflatiónini, um vøksturin ikki verður av- markaður. Teir halda, at jap- anarar f dag hugsa meira um at hava tað gott enn at arbeiða meir. Teir siga, at heims- økonomiin er uppi á flótti og sum ikki kann vera ávirk- að nakað serligt, sum t.d. va- lutaófriðurin og tørvurin á rá* og føðivørur. Stutt sagt, teir viðganga, at tann japanski búskapurin eins og tann amerikanski er við at missa sfna vakstrarkraft, og at hann soleiðis setir heilt onnur krøv til planlegging enn fyrr. Ledig stilling En stilling som kontorbetjent ved rigsombudet opslaas herved til besættelse snarest. Dcn paagældende vil væsentligst blive beskæftiget med fotokopiering, arkivarbejde, postafsendelse og budtjen- este. Endvidere vil kontorbetjenten kunne paaregne at gøre tjeneste som afløser paa m/k "Thorshavn" og som shauffør, og i øvrigt varetage forefaldende arbejde ved rigsombudet og dets bygninger. Lønnen udgør for tiden 3.061,06 kr. maanedlig. Ansøgninger indsendes inden den 15. november 1973. RIGSOMBUDSMANDEN PAA FÆRGÍERNE Tórshavn, den 31. oktober 1973. SALTFISKAPRÍSIR Prfsásetingarnevndin á saltfiski hevur á fundi 29. oktober 1973 s$tt fylgjandi landingarprfsir á a 1973 sett fylgjandi landingarprfsir á saltfiskii. Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3 Toskur yvir 22" 6,72 pr. kg. 6,54 pr. kg. 5,08 pr. kg. - 19-22" 6,40 6,22 - - 5,08 - - - 16-19" 6,12 - 5,94 - - 5,08 -i - - 12-16" 5,20 - 5,11 - - 5,08 - - - hondfiskur 4,42 Longa 5,08 Upsi 2,54 Borsma 4,16 Hýsa 4,07 Hesir prfsir eru galdandi frá og við 22. august 1973. Tórshavn, 29. oktober 1973 Prfsásetingarnevndln á aaltfiski

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.