Fjarðbúgvin - 28.11.1973, Blaðsíða 6
KUNÍIINGARFERÐ-KUNNINGARFERÐ-KUNNINGARFERÐ-KUNNINGARFERÐ-KUNNINGARFERÐ-KUNNINGARFER KUNNING.A
Rutan:
FRÁGREIÐING
Týsdagin 30. oktober gjørdu
við næmingar í 8., 9. og 10.
flokki við Runavíkar skúla
kunningarferð norður til
Streymin samán við kunning-
arlærarum okkara: Ásmund
Lamhauge, Hans Poulsen
Og Ásfinni Sigvardsen.
Sum flest øllum kunnugt
eigur stórur partur av arbeið-
inum í hesi lærugrein at fara
fram uttan fyri skúlastovuna.
Endamálið við ferðini var at
fáa eina fatan av, hvønn týdn-
ing brúgvin ogharviðferðslu-
sambandið kom at fáa fyri
Sunda søkn og tað fólk, har
býr.
Ætlan okkara við hesi ferð
var eisini at kanna, hvussu
nógv tilfar vit kundu vinns
okkum eftir bert einum degi.
Tilfarið kemur at telja einar
30 maskinskrivaðar A4 siður.
Vit vóru 44 næmingar í
tali - leigaðu tveir bussar
við okkum fyri dagin. Fe/ða-
útreiðslur o. a. logu um 2000
kr. Kelvtina av útreiðslunum
fingu vit afturgoldið frá
komm ununi. Vit voru sera væl
nøgd við ferðina og lærdu
nógv tann dagin, meri taðýð
vit skuldu gjalda so stóran
part av úfreiðslunum, eru vit
ikki so ahugað fyri at gera
fleiri slíkar ferðir - ogtaðer
harmiligt.
Samstundis nýta vit høvi
at takka øllum, sum vit høvdu
samband við har norðuri fyri
beinasemi og vælvild.
Her taka vit eitt kut úr til-
farinum
Kl. 6.30: Rituvíkingar koma i
bussin. Veðrið er gott.
6.45: Bussurin í Runavíki.
6.50: Bussurin á Glyvrum.^
7. n0: Koyrdu oman til
Lamba eftir teimum, ið har
búðu.
7.10: Siðstu næmingarnir
koma í bussin á Skipanesi.
7.20: Vit eru f Skálabotni.
Steðga á eftir næmingi úr
Funningsfirði.
7.35: Koyrt verður gjøgn-
um Skála og Strendur, Her
siggjast fyrstu lívstekn-
ini henda dag. Ljós er fflestu
VIÐTAL
VIÐ EIÐ-
ISPREST
Vit fingu Eiðisprest, Petur
Martin Rasmussen, at visa
okkum felagsskúlan á Oyra-
bakka, bæði tann sum virkar,
og tann, sum stendur í gerð,
og siga okkum nakað um skúl-
an. Hann greiddi dúgliga frá.
Vit skulú her taka riøkur kut
úr frágreiðingunum. Prestur
segði: Tann nýggi skúlin,
vit byggja, hevur eitt gólv-
areal uppá 1690.kvdr. m og
til samans hava vit einar
2000 kvdr m. Pláss skuldi
nú verið fyri 8., 9. og 10.
flokki og 1., 2. og 3. real.
Skúlin er útgjørdur við teim
hølum og serhølum, ið ein
skúli krevur í dag..Næming-
arnir koma ur øllum
bygjdunum í Sundalagnum frá
Gjogv suður til Oyrar og úr
Tjørnuvík suður til Kolla-
fjarðar. Lærararnir koma
. sum er, av Eiði og hiðani
Eiðisprestur greiðir frá
skúlasamtakinum á Oyra
bakkanum.
av Oyi;abakka og úr Hvalvík
og Hosvík. Men hettaerfyri-
bils skipan, sum verður av-
loyst av eini varandi skipan
næsta summar, tá iðvitrokna
við, at skúlin fær sfnar egnu
lærarar.
Ætlanin um at byggja slfkan'
skúla í Sundalagnum er nógv
eidri, enn eg eri her norðuri.
Fleiri ferðir hevur,hon vprið
havd frammi, menhvørjaferð
dottin niður fyri av mær ó-
kendum grundum. Tá ið eg
kom norður higar fyri tveim-
u;m árum síðani, var eg spurd-
ur, um e§ vildi fara í hplt við
at fáa alvara í hesa gomlu
ætlan. Tað segði eg so ja til
o^havi arbeitt við hesum alla
tiðina, til tað nú stendur
greitt, og nú eri eg faktiskt
leysur av øllum hesum her.
Nu ljóðar tað, sum eg hava
gjørt alt. Tað havi eg aldeilis
ikki. Tað var bara tað, at eg
fekk tað í gon^d. Taðerulim-
irnir f bygdaraðnum hernorð-
uri, sum hava víst tiltakinum
so ómetaliga stóra vælvild,
.og tfhevur tað ^ingið.^
Skúlin hevur'i tvey árverið
við einí skipan, sum væl
neyvan n.akar annar skúli
kongaríkinum kennir við
ongum lærara og ongum
skúlastjóra.i#Eg havi virkað
sum skúlastjori og havt alt
um hendur til summsrfrítfð-
ina f ár.
Vit spurdu hann, um brúgv-
'in og skúlin stóðu nær hvørj-
um øðrum. Og prestur segði,
at brúgvin er ein treyt fyri,
at skulin skal ganga, og tað
at skúlin er komin nú, er or-
sakað av, at brúgvin var far-
in f gerð og nú liðug.
UMBORÐ
Á SUNDAFERJUNI
Skiparanum á Sundaferjuni
settu vit hesar spurningar:
- Hvussu leingi hava tit
siglt?
- Vit hava siglt f gott 4
ár. Vit begyntu 23. juni f
1969 at sigla millum Oyri -
Hvalvík - Hósvík og Selatræ.
- Hvf fóru tit at sigla?
- Tf vit meintu, tað var
tørvur á at sigla. Vit begyntu
longu í 1963 at kanna møgu-
leikarnar at fáa ferjusamband
millum hesar bygđir f lag.
- Hvussu hava arbeiðs-
viðurskiftini verið?
- íey hava verið heldur
tvørlig. Vit hava ongar rættu-
ligar brýr havt at ligið við,
og her eru ofta vanaligar
umstøður urri veturin. Vithava
líka sum baksað okkum fram
til brýrnar. Viðurskiftini hava
verið vánalig. Ferjulegur
hava vit so ongar. Vit bruktu
primitivar plátur og, lemmar
at koyra bilarnar eftir.
- Er flutningurin vaksin
ella minkaður higartil?
- Hann er avgjørt ívøkstri.
Hevur verið tað higartil, men
hvussu nú verður, tað er
ivingasamt orsakað av mið-
eysturkreppuni. Hevðitaðikki
komið upof, so hevði eg rokn-
að við, at tað kom at vaksa
eina tfð - f ár f hvussu er.
- Hvat hevur verið mest
flutt, góðs ella fólk?
- Nei, vit^flyta ógvuliga
lftið leyst góðs. Skipið er
baserað upp á "roll on - roll
off metoduna". Vit flyta mest
Samrøða vió skiparan á
Sundaferjuni.
persónbilar og nokk so fitt
av fólki og nakað av lastbil-
um. Har verður taðmest slóv.
- Hvør varð høvuðsrutan?
- Vit hava altíð roynt at
hildið høvuðsrutuna harnorð-
uri, tf vit hava ongan annan
møguleika fyri at koma yvir-
um suridið. Handa rutan mill-
um Hósvfk og Selatræ eruml.
70% av tú vit hava flutt.
- Hvørja ávirkanfær brúgv-
in á flutningin?
- Akkurát núkemur honikki
at hava átóra ávirkan, tf hon
hevur longu virkað eitt ár av
tf at byrgingin hevur verið.
So vit missa ikki nógv av
henni beint nú, men tann
flutníngur telur f hvussu er
30% av øllum flutninginum, ið
hevði verið um ongin brúgv
ella byrging var.
- Hvørjar møguleikar hevur
Sundaferjan tá bergholið er
komið?
- Tað hevur hon smáar
møguleikar. Ja, onkur hevur
tonkt sær at fingið samband
millum Strpndur og Runavík,
um tá Sundaferjan kundi fipg-
ist - tók hann til - bíliga,
so kanska tað læt seg gera
at^ seta hana har. Men eg
trúgvi ikki sjálvur, at vit
kunnu drfva hana upp á okk-
ara basis, men tað má studn-
ingur til tað, um tað skal
fungera.
SAMRÓÐA
RAAHAUGE
Raahauge, verkfrøðingur hjá
Pihl & Søn, settu vit m. a.
hesar spurningar:
Nær byrjaði arbeiðið?
Arbeioið er^ f tveimum
pørtum: 1) at dýpa Streymin,
2) at gera brúnna. Dýpingin
byrjaði f 1970.
Hvussu nógv arbeiðsfólk
hava tit havt?
Tá dýpingin fór fram, høvdu
vit ikki meir enn 10-20 mans,
men tað ið tað stóra beton-
arbeiðið var fyri seinasta vet-
ur, arbeiddu einir 50 mans
her
Hevur arbeiðið gingið eftir
ætlan?
frá brúgvagerðini.
Jú, tað kunnu vit gott siga
- tað var jú ikki sett nøkur/
avis tíðarfreist, til arbeiðið
skuldi vera liðugt. Men fteim-
um treytum, sum vit hava'ar-
beitt undir eftir sáttmálanum,
hava vit hildið tíðarfreistina.
Hvf settu tit onga tíðar-
freist?
Settu vit tíðarti^ist, var
møguleiki fyri, at vit kundu
komið undir dagbøtur - dag-
bøtur eru vanliga knýttar at
sáttmálum við tiðarfreist.
Arbeiðstakari, sum tekur
tíðarfreistaðar sáttmálar,
roknar vanliga møguligar
VIÐ
bøtur upp í tilboðið. I einum
arbeiði sum hesum hevði
prfsurin óivað verið hægrL
enn hann er, um vit høvđú
tíðarfreistaðan sáttmála.
Hava óhapp verið undir
brúgvagerðini?
Stórvegis mansskaðar hava
tíbetur ikki verið - vit hava
heldur ikki havt nøkur stór-
vegis teknisk óhaDD.
Hvussudámartygum brúnna
sum bygningsverk?
Eg haldi, at hon er eitt
snotisligt bygningsverk. Ar-
beiðstakarin er jú bundin av
teimum tekningum hann fær.
Vit kunnu ikki avgera, hvussu
ein brúgv skal siggja út, men
vit kunnu hava okkara mein-
ing. Eg haldi, at teir hava
val eina loysn, sum er sera
væl egnað eftur umstøðunum.
T. d. kunnu vit nevna, at frá
súlu til súlu liggja seksbjálk-
ar - teir liggja sum byggj-
klodsar. Teir eru læstir sam-
an, men tað er ikki ein lang
an, men tað er ikki ein langur
bjplki. Høvdu vit f staðin fyri
hayf ein langan bjálka, so
hevði yvirbygningurin erið
lægri - tað hevði sæð snøgg-
sri út, men hevði verið tor-
førari at gjørt.
Nær verður farið undir
bergholið?
Fyirireikingarnar eru byrj-
aðar, og aftan á jól verður
farið undir sjálvt holið.
Verður nakað av hesum ar-
beiðyfólkum nýtt har?
Nógvir borarar og maskin-
førarar hava arbeitt við at
fáa ífyllu til vega til hesar
báðar skráarnar báðumegin
sundið^ 100.000 kubik m. av
gróti fór til hesa ífyllu. Nógv-
ir av hesum arbeiðarum fara
nú at arbeiða f bergholinum.